Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EIRIKUR LINDENSKOV Fyrra hálvár í ár hevur Før- oya Banki eitt yvirskot upp á 85 milliónir krónur áðrenn skatt. Hetta er heldur slak- ari, enn tær 115 millión- irnar, sum bankin hevði í yvirskoti fyrra hálvár í fjør. Hetta er greitt, nú nevndin í Føroya Banka hevur góð- kent hálvársroknskap bank- ans fyri 2000. Føroya Banki hevur eitt úrslit av vanliga rakstrinum upp á 133,1 millión krónur móti 117,7 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 13.1%, sum serliga er orsakað av enum hækkaðum rentustøði á peninga- og viðrirsbræva- marknaðunum. Samstundis eru rakstrarútreiðslur bank- ans falnar við sjey pro- sentum í mun til undanfarna ár - úr 60,5 milliónum krón- um fyri 1999 í 56,2 milli- ónur krónur fyri 2000, sigur Jørn Astrup Hansen, for- stjóri í Føroya Banka. Úrslitið av vanliga rakstri bankans er soleiðis 76,9 milliónur krónur ímóti 57,2 milliónur krónur fyrra hálv- ár í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 19,7 milliónur ella 34,4%, sigur hann. Orsakað av at gjaldføri bankans eins og undanfarin ár hevur verið stórt, hevur verið neyðugt at seta stóran part av hesum í ognir á pen- inga- og virðisbrævamarkn- aðunum. Gongdin á hesum marknaðum hevur havt við sær, at bankin hevur virð- isjavnað hesar ognir við - 15,6 milliónum krónum í hálvársroknskapinum fyri 2000, sum sjálvandi síggjast aftur í úrslitinum fyri hálvárið. Eins og undanfarin ár er úrslitið merkt av afturførd- um burturleggingum ímóti tapi upp á skuldarar bank- Vøkstur í rakstribankans ans. Henda ávirkan er tó ikki eins stór og seinastu árini, tí inntøkuførdar eru 27,3 milliónir krónur fyrra hálvár 2000 ímóti 62,4 milliónum krónum sama tíðarskeið í 1999. Innlán bankans fevndu tann 30. juni 2000 um 3,5 milliardir krónur móti 3,3 milliardum krónum við hálvárslok undanfarna ár. Í sama tíðarskeiði eru bókaðu útlán bankans vaksin úr 2,5 milliardum krónum í 2,8 milliardir krónur. Samlaðu ognir bankans fevndu við hálvárslok 2000 um 4,8 miliardir krónur ímóti 4,5 milliardir krónur undanfarna ár. Eginogn bankans fevndi við hálvárslok um 1.079 milliónur krónur umframt óskattaða úrslitið upp á 84,9 milliónur krónur, sigur Jørn Astrup Hansen í fráboðan til fjølmiðlarnar. Bergliot Ihlen verður nýggj- ur rektari á Sjúkrasystra- skúla Føroya Hesum boðaði Undirvísingar- og menta- málastýrið frá í gjár. Bergliot Ihlen tók prógv sum sjúkrasystir í 1969. Herumframt hevur hon eis- ini tikið prógv í Medi- cinskari Antropologi. Berg- liot hevur starvast innan sjúkrahúsverkið í góð 30 ár. Síðani 1977 hevur Berg- liot Ihlen starvast sum vara- fyristøðukvinna og í fýra ár sum fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum. Harumframt hevur Bergliot Ihlen verið lærari á Sjúkra- systraskúlanum í fýra ár. Tað síðsta árið hevur Bergliot Ihlen verið í starvi sum útbúgvingar- og menn- ingarleiðari í Almanna- og Heilsumálastýrinum. Bergljót Ihlen verður rektari Bergliot Ihlen er sett sum nýggjur rektari við Sjúkrasystraskúla Føroya. Hon hevur starvast innan heilsuverkið síðani 1969 Mynd: Jonhard Hammer Seinnapartin hósdagin beyð Føroya Sparikassi til móttøku í samband við, at stovnurin alment tók bygningin Yviri við Strond í nýtslu. Eisini hevði Føroya Sparikassi føðingardag - hann varð stovnaður 24. august í 1832, so hann hevði 168 ára føðingardag ORÐ OG MYNDIR JONHARD HAMMER Tað var ein vælnøgdur stjóri, sum kundi bjóða stóru mannafjøldini væl- komna í henda nýggja stási- liga bygningin. Eitt, sum tú legði til merkis var, at fólk vóru úr øllum landinum. Lagið var sera gott, og onkrir gamlir kenningar hjá bygninginum vóru sera hugtiknir av stóru broyting- ini - gamla Fiskasølubygn- inginum hevði verið fyri. Onkur teirra hevði á orði, at honum longdist oman- aftur, nú útsýnið er vorðið so sera gott. Hann helt fyri, at nú bar betur til at fygja vit tí, ið hendir á firðinum, og síggja vøkru Nólsoynna. — Føroya Sparikassi keypti bygningin frá Føroya Stásiligur bygningur Fiskasølu í 1996. Og í 1998 vóru arbeiðini boðin út. Arbeiðið upp á bygningin hevur gingið sera væl, og vit eru sera væl nøgdir við avrikið, segði Marner Ja- cobsen, stjóri. Bygningur kostar sum hann stendur — íroknað keypið og við innbúgvi og installa- tiónum 53 milliónir. Henda prísin eru vit nøgdir við, sigur Marner Jacobsen. Tað hevði verið nógv dýrari at bygt ein nýggjan bygning. Hann heldur eisini, at bygn- ingurin liggur sera væl fyri yviri við Strond. Mánadagin verður lands- stýrið aftur fullmannað, tí tá tilnevnir Anfinn Kalls- berg, løgmaður, Bjarna Landsstýrið fullmannað mánadagin Djurholm til landsstýris- mann í vinnumálum. Í hes- um sambandi verður mót- tøka í móttøkuhølum løg- mans í Tinganesi mána- dagin 28. august klokkan 15.00 Á myndini síggjast teir tríggir, Bjarti Mohr, Hans Jóhannus á Brúgv og Marner Jacobsen, sum allir hava verið stjórar í bygninginum Yviri við Strond 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 163 - 26. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Samgongan vil sjálv… LØGTINGSINS fíggjarnevnd viðger í løtuni uppskotið, sum Kristian Magnussen løgtings- maður legði fyri tingið um at hækka játtanina til bjálvingarstuðul til pensjónistar. Á fíggjarlógini í ár er ein hálv millión sett av til bjálvingarstuðul. Í viðmerkingunum til fíggjar- lógina sigur landsstýrið, at »játtanin er lækkað við 1 mió við teirri grundgeving, at tørvurin at fáa stuðul til bjálving ikki er tann sami, sum tá skipanin varð sett í gongd«. KORTINI hevur tað víst seg ikki at vera so, og liggur Húsalánsgrunnurin í løtuni inni við umleið 110 umsóknum, ið hann ikki fær við- gjørt orsakað tørvandi játtan. Harumframt metir Húsalánsgrunnurin, at tað fara at komva umleið 40 – 50 umsóknir afturat í ár. ALT hetta vita okkara politikarar - og hetta visti Helena Dam á Neystabø, landsstýris- kvinna í almanna- og heilsumálum, eisini. Og hon hevur arbeitt við málinum, segði hon í tinginum nú í vikuni, tá málið var til fyrstu viðgerð. Hon segði, at tað verður bøtt um hesi viðurskifti. TAÐ er sera gott, at landsstýrið av sínum eintingum arbeiðir við málum, sum andstøðan reisir í tinginum. Bert spell, at andstøðuum- boðini ikki vita av tí, so tey sleppa frá at gera tað arbeiðið, sum landsstýrið longu hevur gjørt… MEN so einfaldur er veruleikin kortini ikki. Vit taka eitt dømi, sum vit her í blaðnum gjølla viðgjørdu í fjør: Málið um at javnseta tey tímaløntu við tey fastløntu - ella »uppskotið til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð«. TAÐ vóru andstøðuflokkarnir, Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum løgdu uppskotið fram, eftir at samgongan hevði tikið burt karensdagarnar hjá teimum fastløntu. Andstøðuflokkarnir hildu, at tað mest rættvísa var, at tey tímaløntu eisini sluppu av við karensdagarnar. TAÐ hildu summi samgongufólk eisini - men ikki øll. Helena Dam á Neystabø hevði sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum, sum landsstýrið skjótt fór at loysa. EITT ár er nú liðið - og mismunurin millum fastlønt og tímalønt, sum samgongan skapti á vári 1999, stendur við. NIÐURSTØÐAN er, at andstøðuuppskot skulu fellast, tí samgongan vil sjálv. MEN vil hon? ÁSLEYG WINTHER JACOBSEN Klaksvík andaðist mikukvøldið, 90 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum heim í Christianskirkj- una leygarkvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður sunnudagin kl. 13.30. Elin Súsanna, Ingun og Randi ✝ Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara TÓRUR ZACHARIASEN Tórshavn vanliga nevndur Tórur í Hesti andaðist í heiminum 25. aug., 88 ára gamal. Kistan fer úr heiminum sunnudagin 27. aug. kl. 16. Jarðar- ferðin verður úr Vesturkirkjuni mánadagin 28. aug. kl. 14. Fyri tey avvarðandi Esther, Karin, Jónatan, Eyðun og Fríða ✝ Tøkk Vit takka fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, sonur, beiggi, ommusonur, versonur og svág- ur HERI MELLEMGAARD Sønderborg ættaður úr Klaksvík brádliga varð tikin frá okkum dýra biðidag. Tøkk til Kristian Martin Rasmussen, Eyðun Elttør og Torleif Johannesen fyri troystandi orð og til tykkum øll, sum vóru komin saman til minningar- haldið, tá ið M/S Norðborg legði at bryggju. Tøkk til Poul Færø fyri troystarrík orð, bæði í heiminum og við minningarløtuna í Kristent Center, Sønder- borg. Tøkk til tykkum, sum troystaðu, ringdu okkum upp, komu inn á gólvið, fyri forbønir, heilsanir, blómur og øllum tykkum, ið hjálptu til á ymiskan hátt. Tøkk til manningina á M/S Norðborg, Norð- oya Vanlukkugrunn, Kl. Arbeiðsmannafelag, Norð- oya Sparikassa og øll tykkum, sum hava latið eina peningagávu. Fyri tey avvarðandi Marjun, Mike og Chanet Eg veit ikki tíð ella tíma, Nær Harrin vil tala til mín, Ei, um Hann á nátt ella degi, vil taka sítt barn heim til sín. Eg veit ei, hvat hann hevur til mín, Hvør dýrd verður Jesusi hjá, Ei, nær eg har heima skal lenda, Hans fullkomna kærleika ná. Kann henda, á sólheitum degi Hann tekur meg arbeiðnum frá; Kann henda, hans elskaða rødd meg Á midnáttarstund kallar á. Eg veit ikki – á, men eg bíði, Ei ljós mítt má missa sítt skin, Um eg so skal hoyra á morgni, Á nátt ella degi mín vin! Men eg veit, honum líkur eg verði, Mær leingist, á, var tað í dag! Eg veit, tá skal Lambið eg skoða, Sum ofraði seg í mín stað. Fanny Crosby (Amer.), 1820-1915 (Sigurd Berghamar týddi) Viðmerking: Eftir at føroyingar vóru kunnaðir og partvíst heila- vaskaðir um Hvítu- Cara- gata og hvørt av sínum, sum propagandaleiðarin, Hoydal nú einaferð kann finna uppá, legði Sambandsflokk- urin uppskot fyri løgtingið, um at halda eina fólkaat- kvøðu, áðrenn samráðing- arnar við donsku stjórnina um fullveldisætlanina byrj- aðu. Við hesum vildi flokkurin tryggja sær og føroya fólki, at samráðingarnar vóru í tráð við føroyska fólkavilj- an. Tá atkvøtt varð fyri nú skjótt einum ári síðani, var tað bara Sambandsflokk-ur- in, sum atkvøddi fyri upp- skotinum. Hin parturin av andstøðuni gav við sínum blonku atkøvðum fullveld- isætlanini eitt herðaklapp við tí undanførðslu, at sam- gongan hevði sín demo- kratiska rætt, at samráðast við danir um Hoydals- doktrinina. Alternativið Eftir at samráðingarnar, landsstýrið hevður havt við donsku stjórnina gjørdust ein landaskomm, umhugsar Miðflokkurin at leggja uppskot um eina fólkaat- kvøðu um fullveldisætlan- ina fyri løgtingið, - um enn í seinna lagi. Vit í Sambandsflokkinum bíða í spenningi, og eru iva- samir, um uppskotið í heila tiki kemur fyri løgtingið. Hinvegin gjørdu Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin eitt felags sam- ráðingarupplegg um eina framtíðarætlan viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Før- oya, - sum ein breiður meiriluti av Føroya fólki tekur undir við. Undirritaði skal tí staði- liga heita á Føroya løgting, um at taka uppleggið frá báðum teim størstu and- støðuflokkunum í álvara. - Tað hevði tænt føroya fólki, og verið Føroya landi til størsta sóma. Flemming Mikkelsen Politiska gonguvitið