Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JOHN JOHANNESSEN Bakgrund: Hevur ein før- oyingur so álvarsama hjartasjúku, at hann er noyddur at fáa nýtt hjarta, ber væl til at fáa hetta gjørt á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Fríska hjartað fær før- oyingurin frá onkrum dana ella øðrum útlendingi, ið av einari ella aðrari orsøk er heiladeyður og sostætt í Danmark kann staðfestast at vera kliniskt deyður. Treytin er bert, at hesin – tá hann var á lívi - hevur skrivað undir uppá, at hann vil lata gøgn síni ella, at tey avvarð- andi geva loyvi til hetta. Føroyingar kunnu sostætt uttan stórvegis trupulleikar fáa nýggj gøgn frá dønum. Men harafturímóti er tað als ikki loyvt føroyingum í Føroyum at lata onnur gøgn enn nýru. Í Føroyum er nevniliga ikki loyvt at stað- festa, at ein persónur er deyður, fyrr enn hjartað er steðgað. Og tá eru bæði hjartað, lungu og livur ónýtilig at lata til onnur fólk. Súltað í Danmark Tað eru kortini ikki føroy- ingar sjálvir, ið hava skuld- ina av, at vit ikki kunna lata gøgn, men bert taka ímóti. Orsøkin til støðuna er, at danska Løgmálaráðið enn ikki formliga hevur sett í gildi ríkislógartilmælið við kongaligari fyriskipan, sum løgtingið í juni 1996 sam- tykti at fáa sett í gildi. Tá løgtingið í 1996 sam- tykti eina áheitan frá táver- andi landsstýrimanninum í heilsumálum, Andreasi Pet- ersen um, at ríkislógar- tilmælið skuldi setast í gildi í Føroyum, vórðu allar van- ligar mannagongdir fylgdar. Løgtingið vendi sær eftir samtyktina til landsstýrið við málinum, sum síðani heitti á ríkisumboðið um at senda Løgmálaráðnum mál- ið. Løgmálaráðið skal nevni- liga góðtaka samtyktina og koma við møguligum broyt- ingum, áðrenn ríkislógar- tilmælið endaliga kann setast í gildi í Føroyum. Men hóast fýra ár eru liðin síðani hetta varð gjørt, er málið enn ikki komið víðari. Reist á fólkatingi At tað í Føroyum ikki ber til at staðfesta, at ein per- sónur er deyður, tá hann er heiladeyður, kemur illa við hjá læknum í Føroyum. Tí hava teir fleiri ferðir rykt myndugleikarnar eftir at fáa lógina lýsta. Somuleiðis hava feløg, ið røkta áhugamál sjúkling- anna, eisini lagt trýst á myndugleikarnar, um at fáa hesa lóg, sum jú er samtykt, setta í gildi. Ríkisumboðið hevur langt trýst á Løgmálaráðið um at fáa málið avgreitt. Seinast ríkisumboðið gjørdi hetta var í oktober 1999. Men kortini hendi einki. Í februar í ár reisti før- oyski fólkatingslimurin, Jóannes Eidesgaard, málið á fólkatingi í einum skriv- ligum fyrispurningi til danska løgmálaráðharran, Frank Jensen. Jóannes Eidesgaard vildi hava at vita, nær tað kundi væntast, at lógin fór at verða sett í gildi fyri Føroyar. Ellivu dagar seinni svar- aði danski løgmálaráðharr- in, at Løgmálaráðið tá um- hugsaði, um tað bar til at seta í gildi nøkur serlig viðurskifti í partinum um líksýn, sum føroysku viður- skiftini krevja. Her sipaði løgmálaráðharrin helst til rættin hjá fiskiskiparum at staðfesta deyða. Frank Jensen segði tó vænta, at Løgmálaráðið fór at verða liðugt við eitt útkast at leggja fyri landsstýrið einaferð í ár. Tað er nevniliga so, at um Løgmálaráðið ger broyting- ar orðingini, løgtingið hevur samtykt, skal Løgmálaráðið senda landsstýrinum broyt- ingarnar, soleiðis at før- oyskir myndugleikar kunnu góðtaka tær. Liggur í einum stakki Sosialurin hevur vent sær til Løgmálaráðið fyri at fáa at vita, hvussu langt Løgmála- ráðið er komið við málin- um. Men sambært teimum upplýsingum, Sosialurin hevur fingið frá embætis- fólkum í Løgmálaráðnum, er einki meira hent í mál- inum higartil. – Málið liggur millum fleiri onnur mál, sum skulu avgreiðast í Løgmálaráð- num, og ofta stinga mál seg upp, sum hava størri týdning at viðgera beinan vegin, eru boðini úr Løgmálaráðnum. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður í lógarmálum, Noydd at nassa gøgn Orsakað av at danska Løgmálaráðið enn ikki hevur fylgt eini áheitan frá løgtinginum frá 1996, kunnu føroyingar í Føroyum ikki lata hjørtu, lungu og livrar til at flyta í onnur fólk. Vit hava bert loyvi at taka ímóti Danski uttanríkisráðharrin ger í brævi ST vart við, at landsstýrið onga fólkarætt- arliga heimild hevur at venda sær til ST í sambandi við fullveldissamráðingar- nar Uttanlandsdeildin í lands- stýrinum sendi annars beint áðrenn ólavsøku ST bræv, har spurt var um, hvørjar mannagongdirnar eru fyri at fáa ein triðja part upp í samráðingar, sum tær mill- um landsstýrið og donsku stjórnina. Í sambandi við, at ST hevur heitt á donsku ST- umboðsstovuna um at greiða frá málinum, hevur Niels Helveg Petersen, utt- anríkisráðharri sent ST eitt bræv, har hann sigur, at før- oyingar í heimastýrisskip- anini ikki hava heimild at heita á ST uttan loyvi frá donsku stjórnini. Og danska stjórnin hevur ikki givið landsstýrinum loyvi til hetta. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður heldur, at hetta enn einaferð sýnir okkum, at Føroyar einki hava at siga í altjóða samanhangi, og tí er neyðugt at fáa fullveldi. Føroyingar ongan myndugleika heldur, at hetta ber boð um, at føroysku málini altíð enda niðast í dungunum av teimum málum, ið skulu viðgerast. Men hetta heldur hann kortini ikki vera løgið, tí Løgmálaráðið er jú til fyri viðgera donsk mál. Í Løgmálaráðnum liggja í løtuni 14 ríkislógartilmæli og bíða eftir at verða sett í gildi í Føroyum. Men boð- ini eru framvegis, at Løg- málaráðið fer at senda landsstýrinum eitt útkast til ríkislógartilmælið um lík- sýn, líkskurð og flyting av gøgnum í ár. Tað er ikki tað sama at vera deyður í Føroyum, sum í Danmark og øðrum Norðurlondum. Orsøkin er, at løgmála- ráðið hevur súltað eina áheitan um at seta í gildi heiladeyðakriterii í Føroyum 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 163 - 26. august 2000 Nr. 163 - 26. august 2000 Sosialurin - 311820 Tr—ndarg¿ta 23 ¥ Tel. 311705 byrjar mánadagin 28/8 kl. 09.00 Leygardagin er stongt! ÚTSØLAN ÚTSØLAN EDVARD JOENSEN Porkeri: Vatnið í Porkeri er sera skitið. Undanfarna bygdarráð keypti eitt reinsi- verk, sum, tá tað var liðugt uppsett, kostaði umleið eina millión krónur. Tá vóru aðrar íløgur enn bara sjálvt reinsiverkið íroknaðar prís- in. Men tað verkið kann ikki brúkast. Og eingi útlit eru fyri endurgjaldi, tí keyps- sáttmálin er so ógreiður. Inni í dalinum omanvert bygdina Porkeri stendur eitt lítið, reytt hús, sum húsar vatnreinsiverkinum, sum undanfarna bygdarráð keypti og setti upp til at fáa porkeningum reint vatn. Reinsiverkið riggaði væl, og vatnið varð reint, men tá filtrið skuldi reins- ast, bar ikki til. Tað er við reinsifiltrinum soleiðis vorðið, at tað klárar at hjálpa øðrum, men ikki sær sjálvum. Ymsir hættir hava verið royndir at fáa verkið at koyra. Sitandi bygdarráð hevur roynt nógvar møgu- leikar gjøgnum alla setuna, men einki vísir seg at bera til. Og nú er komið hagar til, at bygdarráðið hevur givið upp og er farið at royna annað verk. Men eingi útlit eru fyri at fáa nakað endurgjald frá seljaranum, sigur Anna Lar- sen, bygdarráðsformaður í Porkeri. Grundin er tann, at keypssáttmálin er so ógreitt orðaður, at har eru vist eing- ir møguleikar fyri at fáa keyparan at taka anleggið aftur. Anna Larsen sigur, at hóast anleggið ikki kann nýtast í Porkeri, er møgu- ligt, at tað kann seljast aftur til Noregs, uttan at hon tó hevur nakað ávíst at hava vónirnar í. Tað er nevniliga soleiðis, at vatn er ikki bara vatn. Og hóast skitna vatnið í Porkeri hevur fingið reinsifiltrið at geva upp, kann vera, at norskt vatn er øðrvísi. Í hvussu er verða slík reinsiverk rúkt í Noreg, sigur Anna Larsen, bygdar- ráðsformaður í Porkeri. Hon sigur, at hóast samlaða íløgan til reinsi- verkið í síni tíð lá um eina millión, merkir tað ikki, at allir pengarnir eru burtur. Sum sagt fara tey at royna Porkeris Komm- una hevur eitt reinsiverk til drekkivatnið standandi, sum ikki kann brúkast. Og eingi útlit eru fyri nøkrum endurgjaldi frá seljaranum at selja verkið aðrastaðni. Sjálvt reinsiverkið kostaði einar 400.000,- krónur. Restin av íløguni, so sum hús, leiðingar og annað, verður verðandi í Porkeri og kann væl nýtast í samband við eitt nýtt reinsiverk. Vatnið í Porkeri er so vánaligt, at Roykivirkið hevur fingið sær egið reinsiverk, tí tað ber stutt sagt ikki til at brúka komm- unala vatnið til matfram- leiðslu. -So kann onkur halda, sigur Anna Larsen, at kommuna røkir ikki sínar skyldur. Men í grundini hevur kommuna onga lóg- arfesta skyldu at lata borg- arunum vatn. Tað er bara ein tænasta komunan veitir. Tað merkir tó ikki, at Porkeris Kommuna fer at sleppa sær undan at veita borgarunum vatn, hóast tað gongur illa í løtuni at fáa tað reint. Tvørtur í móti arbeiða tey við at fáa nýtt reinsiverk. Anna Larsen sigur, at tey kundu saktans latið klor í vatnið, so tað gjørdist klár- ari, men kortini ikki reinari sum so. Bygdarráðsformurin í Porkeri sigur, at tosað hevur verið leysliga um aðrar møguleikar, sum kanska tykjast eitt sindur fjarir, men tó ikki eru ómøguligir. Sum til dømis at leiða vatn í rør- um um fjørðin av Økrum. Zacharias um gamlar gøtur Ætlanin er nú at gera sjón- varpsrøð um gomlu før- oysku bygdagøturnar. Tað er Zacharias Hammer, sum saman við heimildarfólki ymsastaðni frá fer at gera sendingarnar. Zacharias Hammer sigur, at tað er ein gamal tanki, hann nú er farin undir at føra út í lívið. Enn er enda- Zacharias Hammer er farin undir nýggja sjónvarpsrøð um gomlu føroysku bygdagøturnar Mynd: Edvard Joensen Zacharias Hammer er farin undir at savna tilfar til sjón- varpsrøð um gomlu, føroysku bygdagøturnar mann. Jákup Pauli, sum er ættaður úr Fámjin, vann herfyri ritgerðarkappingina hjá Fróðskaparsetri Føroya um gomlu bygdagøturnar. Zacharias Hammer sigur, at hann fer at fáa Jákup Paula Nielsen at siga frá, hvussu gøturnar eita, hvað- ani nøvnini stava, hvussu gøturnar vórðu brúktar, hvør brúkti tær og so fram- vegis. - Kanska fara vit at møta onkrum á leiðini, sigur Zacharias, og leggur aftrat, at Jákup Pauli Nielsen eisini hevur havt áhuga í tí yvir- natúrliga. Og onkur søgan man vera um onkran stein, sum fólk eru komin fram við í myrkri, heldur hann. Zacharias Hammer sigur, at ein bági er tó, at fleiri av heimildarfólkunum eru komin so væl til árs, at tey líkasum halda seg ikki til at ganga allar gøturnar, so tí verður neyðugt at gera fleiri av upptøkunum aðrastaðni enn á sjálvum gøtunum. Tað harmast hann um, men ásannar, at soleiðis er tað nú einaferð, og skulu send- ingarnar bjargast, er neyð- ugt at gera tað soleiðis. Onnur ferðin verður úr Hvalba upp á Tvøroyri. Har er tað áhugaverda eisini, sigur Zacharias, at fyrsti tunnilin í Føroyum liggur undir gøtuni millum Trong- isvág og Hvalba. Síðan er ætlanin at fara í Kallsoynna, greiðir hann frá. Har verður ein útdeyð bygd tikin. Nevniliga Blankskáli. Heimildarmaður á Kalls- oynni verður Erik Eliasen á Syðradali. Zacharias Hammer held- ur tað vera áhugavert at taka ein ygd, sum er avtoftað saman við teimum verandi. Tað líkasum setir alt eitt liga konseptið ikki gjørt, sigur hann, og kanska verða ymsar broytingar gjørdar, sum tað líður út. Fyrstu upptøkurnar til røðina verða gjørdar í Suð- uroy um dagarnar. Farið verður fyrst til Fámjins og síðan til Hvalbiar, sigur Zacharias Hammer, sjón- varpsmaður. Hann sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at gera tríggjar upptøkur, nú so væl er liðið á árið. Hann heldur eisini, at ár 2000 er eitt gott høvi at lýsa farna tíð, samstundis sum gingið verður inn í tað nýggja. Tær báðar fyrstu upp- tøkurnar, ætlar Zacharias, skulu gerast í Suðuroy, meðan tann triðja verður í syðra enda á Kallsoynni. Í fyrsta partinum av upp- tøkunum fer Zacharias at hava Jákup Paula Nielsen út Vági sum heimildar- sindur í perspektiv. Men Zacharias Hammer tekur aftur í aftur, at enda- liga konseptið fyri sendi- røðina er ikki lagt enn. So tað kann verða, at alt broyt- ist, eftir at upptøkurnar eru gjørdar. Anna Larsen leggur dent á, at her er einki gjørt kortini. Hvørki kanningar ella projektering. Men tekn- iskt er tað væl gjørligt, ivast hon ikki í. Av øðrum arbeiði er ikki tað stóra í gongd í Porkeri í løtuni, sigur Anna Larsen, bygdarráðsformað- ur. Uttan tað, at vegirnir, sum mangla asfalt verða as- falteraðir í næstum. Hetta er ein íløga upp á einar 200.000,- krónur, sigur Anna Larsen, bygdarráðs- formaður í Porkeri. Porkeris Kommuna hevur eitt reinsiverk fyri 400 túsund krónur standandi, sum ikki kann brúkast Mynd: Edvard Joensen Ónýtiligt reinsiverk í Porkeri