Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 53 - 17. mars 2005 Hóast vánaligar konjukturar gera seg galdandi í bú- skapinum hjá stórum pørtum av føroyskum vinnulívi, so eru tað tó tey, sum mennast og bróta upp úr nýggj- um. Eitt av hesum feløgum er Thor í Hósvík, sum í dag hevur skip síni í arbeiði á mestum øllum heimsins høvum - frá Norðsjónum til Mexikanska Flógvan og til strendur Afrika. Thor, sum hevur ment sítt virksemi stig fyri stig - og hevur valt at hava fleiri bein at standa á tvs. bæði fiskiskip og frálandaskip - gjørdi nú um dagarnar enn eina íløgu í framtíðina, tá tað keypti eitt frálandaskip í Noregi fyri umleið 20 mill. kr. Skipið kom fyri fyrstu ferð á Hósvík í vikuskiftinum og fær skipið navnið "Thor Supplier" . Talan er um ein kombinerðan supply- og standbybát. Tvs. at hann bæði kann flyta vøru til og frá oljupallum og hava vaktar- hald við pallin. Ætlanin er at brúka nýggjasta skipið í Thor-flotanum sum veitingarskip hjá seismikkskipum í byrjanini. Sáttmáli er gjørdur við Mærsk um upp- gávur í danska partinum av Norðsjónum. Hesi tíðindini, sum vit høvdu í gjár eru sera áhuga- verd. Tey eru ikki bert áhugaverd, tí talan er um ein vinnuligan glotta, men eisini tí, at her er talan um eina vinnuliga hending, sum eigur at fáa okkum at steðga á og hugsa okkum um. Í hesum døgum verður javnan talað um, at Føroyar eiga at finna nýggjar vinnur. Vit mugu finna nýggj bein at standa á, vit mugu hava alternativ til fiskivinnuna. Víst verður á KT, á úrdrátt- ir úr innvøli á fiski, á ferðavinnuna, á mentanarídnaðin o.m.a. Tað tykist, sum viti í hesum orðaskifti gloyma tað, sum er mest nærliggjandi, tá talan er um at finna alternativ til fiskivinnuna. Í eini støðu, har alternativ til eina høvuðsvinnu skulu finnast eigur ein fyrst og fremst at leita eftir møguleikum á økjum, har fólkið frammanundan er dugnaligt. Vit føroyingar duga alt, sum hevur við havið og sjógvin at gera. Tað er ikki tómt reyp, tá ið tað verður sagt, at vit eiga heimsins besta sjófólk. Tað er í upplagt at royna at menna vinnur, sum eru knýttar at havinum. Vit eiga at statsa, har vit hava førleikarnar. Tað er við hesum í baksýni, at Thor-flotin er so áhugaverdur. Leiðslan hevur funn- ið nakrar røkur, har vit duga eins væl ella betri enn okkara kappingarneytar. Hetta er ivaleyst ein orsøk til, at henda verkætlanin hjá hósvíkingum tykist at fara at eydnast. Tað er einki at ivast í, at tað eru stórir møguleikar fyri føroyskt vinnulív á ymsum økjum við tænastuveiting- um á sjógvi. Væl vita vit, at kappingin frá laglønar- londum er hørð og støðugt harðnar, men vit hava so tann fyrimunin, at neyvan nakar megnar tað, ið vit megna tá talan er um alt, sum hevur við sjómanskap og rakstur av skipum at gera. Vit hava altso enn nakrar førleikar, sum gera okkum sterk í kappingarhøpi. Tað ræður tí um at varðveita og menna hesar førleikar. Tað gera vit m.a. við støðugt at menna sjómansskúlarnar og við at tryggja teimum nóg mikið av lesandi. Sum kunnugt knípur við hesum síðsta, og er hetta kanska ein tann størsta avbjóðingin hjá skúlum og útbúgv- ingarmyndugleikum í dag. DAGSINS MEINING Sosialurin Satsa har vit hava førleikarnar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hergeir Nielsen Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum hevur lagt eitt uppskot um nýggja sjúkrahúslóg til tingsins viðgerð, og fyrsta viðgerð var mánadagin 7. mars 2005. Málið stóð í hálvari fyrstu viðgerð, tá ið lands- stýrismaðurin stakk av, so flestu spurningar okkara standa ósvaraðir. Høvuðstættirnir í hesi lóggávu eru at miðsavna sjúkrahúsverkið, og ikki eru tað smávegis amboð, ið nýtt verða. • minstukrøvini um lækna- manning á smærru sjúkrahúsunum hvørva úr lógina, • visitatiónsrættindini hjá læknunum á somu sjúkrahúsum fara sama veg, • og sjúkrahúsráðini við somu sjúkrahús verða syft út um somu dyr. Hesin miðsavnandi poli- tikkur er so ógvusligur, at stórar ristingar longu eru farnar gjøgnum alt tað før- oyska heilsuverkið. Rákið var í okkara tíð at leggja út til kommunurnar so nær brúkarunum sum gjørligt. Nú rekur øvugtan veg. Meðan rákið var at menna smærru sjúkrahús- ini, er siktið nú, at tey skulu enda sum skaðastovur. Medsin-, røntgen-, eygna-, anæstesi-, oyrna- og hálslæknar eru sjáldan og ongantíð á Suðuroyar Sjúkrahúsi longur. Tá krøvini um ein medi- sinskan og ein kirurgiskan yvirlækna eru horvin, eru tær funktiónirnar farnar sama veg sum allar aðrar eru farnar. Sentralistarnir lóggeva nú fyri, at ábyrgdin skal takast frá yvirlæknunum og kompetensan flytast til Havnar. Hvør tímir tá at vera lækni? Vit vita sum er, at læknar seta karreriuna ovast á list- an, og neyvan teljast fall- komin sjúkrahús millum tey mest lokkandi hjá tí- líkum monnum. Skaðin er hendur, og landsins leiðsla hevur longu kunnað læknaverðina um, at hon stevnir eftir í minsta lagi tveimum fall- komnum sjúkrahúsum í Føroyum. Neyvan eyðnast okkum, sum royndu at reka ágangin aftur av tingi, at rætta tann skaða uppaftur, sum lands- stýrismaðurin hevur skapt, men vit fara kortini at royna sum frægast. Tað er Javnaðarflokkur- in, sum stendur fyri avrætt- ingini, og tað er Hans Pauli Støm, sum tekur kvørkra- takið um sjúkrahúsini. Spurningar okkara vóru ikki svaraðir undir fyrstu viðgerð, og málið stendur í 1/2 gekki. Landsstýrismaðurin hvarv, og skulkaði sær undan at viðgera sítt egna uppskot saman við ting- monnum. Umvegis útvarpið frættu vit sama kvøldið, at lands- stýrismaðurin var farin til Suðuroyar at leggjast á eitt annað mál, sum løgtingið hevði avgreitt og játtað pening til. Í longri tíð hevur hann roynt at forða fyri, at ein miðnámsskúli verður bygd- ur í Vági eftir løgtingslóg og játtan, og á Tvøroyri stríðist sami maður við at gera av við almanna- og heilsuskúlan, sum vit løgdu har. Skúlarnir eru ein menn- andi fortreytin fyri trivanði og framburði, og sjúkra- húsið er ein avgjørd for- treyt fyri, at vit kunnu bú- leikast í oynni. Hvat ilt Suðuroyggin hevur gjørt Hans Paula Strøm og Javnaðarflokkin- um er ikki gott at vita, men atsóknirnar tykjast ongan enda fáa. Sjúkrahúslóg í 1/2 fyrstu viðgerð Runavík: Herfyri frættist, at nýggjur leiðari varð sett- ur á Runavíkar Sjómans- heimi. Andreas Andreasen var maðurin, sum skuldi reka hetta gistingarhúsið víðari eftir at tað hevði verið stongt í eina tíð. Eftir at hava fyrireikað seg í eina tíð er hann nú komin so mikið langt við fyrireikingum sínum, at hann komandi leygardag fer at hava almenna mót- tøku í Runavík. Henda móttøkan verður leygardagin frá kl. 12 til 15. Í sambandi við upplat-ing- ina verður eisini ein lista- framsýning við verkum eftir Magna Mikkelsen av Toftum. Samstundis við at nýggi leiðarin hevur tikið yvir, hevur ein samstundis av- gjørt at dagføra navnið eitt sindur. Hereftir verður navnið "Hotel Runavík – Sjómansheimið". sb Hotel Runavík letur nú upp