hósdagur 17. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2005
11
ÆVINTÝR
tíðindaskriv
Í sambandi við at 2. apríl
í ár eru liðin 200 ár, síð-
ani H. C. Andersen var
borin í heim, hava
danska Kenslumálaráð-
ið, forlagið Gyldendal,
H.C.Andersen-2005
grunnurin og Nørhaven
A/S í felag givið út eitt
ævintýrsavn eftir H. C.
Andersen. Saman við
útgávuni er gjørd ein
serútgáva í 70.000 ein-
tøkum til skúlanæming-
ar. Henda bók verður
latin øllum næmingum í
6. flokki í Danmark,
Føroyum, Íslandi og
Grønlandi.
Bókin er 360 síður, og
hevur teknarin Flemm-
ing Jeppesen myndprýtt
bókina.
Endamálið við útgáv-
uni er at stimbra hugin
hjá næmingunum at
lesa, menna bókmenta-
liga førleikan og at virka
fyri, at næmingarnir
ogna sær kunnleika og
vitan um H. C. And-
ersen, sum part av
danska mentanararvin-
um.
Samstundis ynskja út-
gevararnir, at hátíðar-
haldið í sambandi við
føðingardagin hjá H. C.
Andersen verður partur
av átakinum at økja
lesihugin, í hesum føri
hjá næmingum í 6.
flokki.
Tað hevur seinastu
árini vakt stóran ans og
umrøðu í so at siga
øllum pørtum í danska
samfelagnum, at lesifør-
leikin
hjá
donskum
næmingum er versnaður
samanborin við lesifør-
leikan hjá børnum í
øðrum londum. Danir
eru tí m.a. farnir undir at
gera eina virksemisætl-
an í lesing fyri alt land-
ið. Tá ið tað harumframt
vísir seg, at lesiáhugin
minkar, serliga frá 5. - 6.
flokki, er tað umráðandi
at seta í verk tiltøk, sum
henda útgáva, ið kunnu
verða við til at broyta
gongdina.
Arbeiðs- og ískoytis-
tilfar verður eisini gjørt
til bókina. Talan er um
eina heimasíðu, sum er í
tveimum pørtum, næm-
ingatilfar og læraratilfar.
Næmingaparturin fatar
um kt- tilfar við nógvum
interaktivum uppgávum,
meðan læraraparturin í
høvuðsheitum er ein
hugskotsbanki,
sum
lærarin bæði kann brúka
sum íblástur og sum
hjálp í at ráðleggja und-
irvísingina í ævintýrum
H. C. Andersens.
Í sambandi við hand-
anina verður skipað fyri
H. C. Andersen haldi í
Norðurlandahúsinum
fríggjamorgunin
18.
mars kl. 08.00, har
landsstýrismaðurin
í
mentamálum tekur ímóti
bókagávuni.
Tað verður Jørn Grøn-
kjær Jensen, sum er stig-
takari og samskipari av
verkætlanini at útgeva
ævintýrbókina eftir H.
C. Andersen, sum hand-
ar landsstýrismanninum
bókagávuna.
Á skránni verður eis-
ini upplestur og tón-
leikur. Ria Tórgarð lesur
ævintýr eftir H. C. And-
ersen og næmingar í
musikkskúlanum spæla.
Til endans fáa næmingar
í 6. flokkunum, sum eru
til tiltakið, bókina.
H. C. Andersen haldið
verður samskipað við al-
tjóða
frásøgudagin,
World Story Telling Day,
sum Tórshavnar Komm-
una, Norðurlandahúsið,
Mentamálaráðið,
Til-
haldið og Tjóðpallur
Føroya skipa fyri. Frá-
søgudagurin byrjar eftir
handanina umleið kl
09.15.
Ævintýrsavn sum
gáva til næmingar
í 6. flokki
Símun A. Klein
Fimmarin tann 2. mars
snúði seg fyrst og fremst
um, hvørt Føroyar skulu
hava eitt tættari tilknýti til
ES-felagsskapin ella ei. Og
sera vandamikið er at lena
seg uppat hesum felags-
skapi ið hevur alt annað
enn ein sunnan og menn-
andi fiskarípolitikk. Og ein
gløggur lurtari slapp ígjøg-
num og spurdi panelið, hvat
um nú Føroyar gerast limur
í
ES-felagsskapinum
í
nærmastu framtíð – hvat
skulu vit tá liva av!???
Áðrenn nevnast skal her,
hví hesin spurningurin um,
hvat vit tá skulu liva av, er
so sera viðkomandi fyri
Føroyar í samband við ES
spurningin, so skal fyrst
nemast við ein annan
spurning ið Anfinn Kalls-
berg nam við og sum átti at
fingið fólk at rakna við eitt
sindur.
Føroyar hava verið limur
í felagsskapinum EFTA, nú
EBS. Men tá Danmark fór
úr hesum felagsskapi fyri
nøkrum árum síðani, fekk
Føroyar ikki loyvi til at
verða verandi í hesum fe-
lagsskapi tí Danmark fór
úr, nei, tí sum sokallaður
partur av Danmark undie in
lítil limur ikki vera sitandi
eftir tá sjálvt likamið fór úr
EFTA/EBS. Tí má ein seta
sær sjálvum spurningin,at
tá nú hetta likamið (Dan-
mark) hevur limað seg so
djúpt inní ES eftirhondini,
um tað nú yvirhøvur verður
loyvt Føroyum av sjálvum
likaminum at vera full-
komiliga uttanfyri ES, men
hvussu djúpt Føroyar longu
á loyniligan hátt eru lim-
aðar inní ES? Tí so mikið er
staðfest, at tá Danmark fór
úr EFTA/EBS, so slapp
Føroyar ikki sum ein
danskur limur at sita eftir í
fríði
og
náðum,
men
noyddist at fylgja við Dan-
mark burturúr áðurnevnda
felagsskapi. Á sama hátt
noyðast Føroyar at fylgja
við Danmark inní ES, líka-
mikið hvat vit so enn siga
og meina um sakina. Fer
ein maður á bingo, so fylgir
gumpurin við og verður
harvið ikki sitandi eftir við
hús!
Tí, eru Føroyar ein partur
av Danmark sum tað nú
altíð verður framført av
politikkarunum í Føroyum,
so sleppa Føroyar líka so
lítið undir at vera í ES eins
og aðrir partar av Danmark
sleppa undan limaskapi.
Kann Bornholm ella Læsø
siga, at tær ikki eru limir í
ES?
Eitt mugu vit gera okkum
klárt. og tað er, at hvør
støða Føroyar er í samband
við limaskapi í ES, er ikki
sami boðskapur danska
stjórnin letur ES-parla-
mentið uppí hendur sam-
mett við tey boð danska
stjórnin letur Føroya fólki
uppí hendur. Og hesin
framferðarháttur er ikki
nýggjur hjá donsku stjórn-
ini. Øll vita vit hvussu
danska stjórnin hevur logið
fyri ST um hvørt vit kenna
okkum sum danir ella før-
oyingar. Eingin ivi má tí
heldur vera í, at danska
stjórnin fer at gera royndir
at lúgva Føroyar uppí ES
og hvar í Føroyar neyvan
nakrantíð sleppa at nýta
demokratiskan hátt at taka
støðu til málið og hvar í
fólkaatkvøðurnar í 1972,
92, 93, 98 v.m. viðv. ES-
limaskapin prógvar forboð
fyri at nýta demokratiskan
framferðarhátt í Føroyum
eins og í so mongum øðrum
tilburðum í farnum tíðum í
oyggjasamfelagi
okkara,
hóast danska grundlógin
sigur, at eitt slíkt mál við-
víkjandi ES skal fyri-
leggjast fólkatingsveljarun-
um til atkvøðu um málið.
Men vera føroyingar so
ikki roknaðir fyri fólka-
tingsveljarar? Ella vera før-
oyingar bara roknaðir fyri
fólkatingsveljarar tá tað
best passar inn í myndina
hjá teim ráðandi, men ann-
ars ikki? At tvíhalda um tað
at Føroyar eru ein partur av
Danmark, men so at siga
ongantíð sleppa at vera við
í demokratiskum handling-
um sum ein partur av Dan-
mark, gevur als onga mein-
ing og tænir bert einum
endamáli, og tað er at halda
vanliga borgaran tilvitað
fyri gjøldur, og tilvitað lív-
bjarga lumman hjá ráðandi
stættini! Tá flest allir polit-
iskir flokkar í Føroyum
halda fast við, at danska
grundlógin er galdandi sum
grundlóg fyri Føroyar, men
samstundis halda uppá tað,
at føroyingar ikki roknast
fyri fólkatingsveljarar und-
ir somu grundlóg, so kunnu
føroysku politisku flokkar-
nir neyvan koma longur út
at skíta, enn hvat teir eru í
dag!
Men um Føroyar nú ger-
ast fult út limur í ES, hvat
skulu føroyingar tá liva av?
Spurningurin er sera við-
komandi, tí at tá Danmark
fór uppí ES í 1973, vóru
umleið 20.000 fiskifør í
danska flotanum. Eftir góð
30 ár í ES, er danski fiski-
flotin minkaður niður í
umleið 2.000 fiskifør ella
ein minking uppá umleið
90%!
Í Danmark er hetta ein
katastrofa fyri fiskimenn
og teirra familjur yvirhøv-
ur, men sum heild fyri
Danmark merkist hetta ikki
so nógv, tí at Danmark hev-
ur so nógvar aðrar hestar at
spæla uppá, og hevur hetta
tí ikki nerva tann danska
búskapin nakað av týdn-
ingi. Men fyri Føroyar
verður tað ein verri kata-
strofa um nú fiskarípoli-
tikkur Føroya verður stýrd-
ur frá Bruxell ella hvar so
ES parmalentið til endans
fær sær ein fastan bústað at
stjórna og valda í framtíð-
ini. Sleppur ES ordiliga
framat í Føroyum, verður
sami niðurskurður gjørdur í
føroyska fiskiflotanum. Tá
verður hetta at samanlíkna
við etniska útreinsan í Før-
oyum við tað at tilveru-
grundarlagið hjá føroying-
um bleiv tikið burtur, og
flest allir føroyingar koma
at vera drivnir til onnur
lond
sum
økonomiskir
flygtningar. Tann tankin, at
politikkarar í nærmastu
framtíð noyðast at sam-
ráðast við danir um, hvussu
mong fólk skulu flytast av
landinum
vegna
áður-
nevnda, er ikki so óvið-
komandi longur sum fyrr, tí
at Danmark skal fyrsta
dagin til at stemma um
nýggju ES grundlógina, og
verður stemmað ja til hesa í
heyst, so vera fyrivarnini
uttan iva eftir hetta tikin
vekk.
Verða fyrivarnini hja
Danmark tikin vekk og
einki verður broytt í viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark, kemur hetta at
føra við sær, at fleiir av
teimum málsøkjum í Før-
oyum ið roknast fyri at vera
ríkismál, koma beinleiðis
undir ES vald og harvið ES
ávirkan, sjálvt um føroy-
ingar siga ella halda seg
vera uttanfyri ES. Trúgvi tí
ikki at nakar føroyingur
torir at gambla við hesum
áðurnevnda sera viðkom-
andi evni!
Tí sleppa føroyingar ikki
at snúgva sær undan longur
og noyðast harvið at koma
fram til eina loysn viðvíkj-
andi Føroyum, nú roknast
kann við at Danmark skjótt
fer at taka fyrivarnini av. Tí
eitt er vist, at sum sokall-
aður partur av Danmark
sleppa føroyingar ongantíð
í verandi støðu á eitt ES
val, tí danir hava fyri lang-
ari tíð síðani vald fyri før-
oyingar bæði í 72, 92,93,
98 og aftur nú í heyst,
meðan føroyingar fram-
vegis liggja í fasta svøvni.
Skulu føroyingar yvir-
høvur gera sær vónir um at
sleppa at velja demokrat-
iskt og harvið taka eina
støðu til ES, ja ella nei, so
mugu Føroyar gerast sjálv-
støðugar fyrst. Og tann
vegurin sum er verður sera
langur, um føroyingar ikki
av hjarta vilja trýsta á tað
eyma punktið hjá dønum
og sum danir ræðast verri
enn sjálvan hin versta! –
Tó, hetta eyma punktið hjá
dønum skal ikki lýsast á
hesum sinni.
VIÐMERKINGAR
Hvørjum skulu vit tá liva av???