Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BMW eru komnir á marknaðin við nýggju 3-seriuni, ið er ein bilur sum í mong ár hevur verið tann mest týðandi bilurin hjá BMW-verksmiðj- uni. Bilurin líkist nú teimum størru BMW og verður framvegis drivin av bakhjólun- um BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo 3-serian hjá BMW hevur í mong ár verið tann mest týðandi bilurin hjá BMW- bilverksmiðjuni í Münch- en, og tann sum hevur givið mest avkast til fyritøkuna. Tí er tað av stórum týdn- ingi, at kundarnir taka væl ímóti bilinum, og at hann ikki er ov langt frá for- gangaranum í útsjónd og stødd. Nýggja designið er smart og elegant og líkist 5- seriuni. Serian kom á marknaðin fyri 30 árum síðan, og er hesin sostatt 5. generatión. Nýggi BMW-3 er nakrar sentimetrar longri og breiðari enn forgangarin og verður enn sum áður drivin av bakhjólunum. Eins og á t.d. BMW-1 seriuni eru RFT-dekk (Run Flat Tyre), standard á øllum útgávunum. Dekkini eru gjørd til at kunna koyra eitt strekki upp á minst 80 kilometrar við 80km/t uttan luft Eitt sum eyðkennir BMW 3-seriuna er at hann er sera væl ljóðdoyvdur. Startlykilin er avloystur av einum elektroniskum start/ stopp knøtti, og servostýr- ingin er hydraulisk. Saman við kompakta BMW kvali- tetinum og góðu sportsligu koyrieginleikunum, er heildarmyndin av nýggju BMW 3-seriuni tað sum vit kundu vænta - ein gjøg- numførdur bilur í allar mát- ar. Koyrieginleikarnir á for- gangaranum vóru góðir, men hesin nýggi er mun- andi betri at koyra í allar mátar. Fyri at lætta um bilin eru partar av undirvogn- inum gjørdir úr aluminium. Motorurin er partvís gjørd- ur úr magnesium, ið er 30 prosent lættari enn alu- minium. Tær ymisku út- gávurnar fáast við 16" og 17" hjólum. Í fyrstu atløgu fæst BMW-3 við hesum motor- um: (320i) 2,0 litur 4syl. bensin við 150 hk, (325i) 2,5 litur 6 syl. bensin við 218 hk, (330i) 3,0 litur 6 syl. bensin við 258 hk, (320d) 2,0 litur 4 syl diesel við 163 hk. 3-serian er í fyrstu atløgu komin sum sedan, seinni koma Coupé og Touring, eins og fleiri ymiskir motorar. Opið hús verður leygar- dagin 19. februar frá kl. 10- 16, har høvið verður at royndarkoyra bilin. Í hesum sambandi hava vit fleiri góð tilboð upp á nýggjar og brúktar bilar, sigur Jens Petur Jensen, stjóri hjá Nordcar. Avensis "Qualität 2005" Toyota Avensis hevur fingið heiðursteknið "Qualität 2005" frá størsta týska brúkarafe- lagsskapinum, bil- klubbinum ADAC, fyri hægsta kvalitet á týska marknaðinum. Tríggir aðrir Toyota vóru mill- um fimm teir bestu, teir vóru Yaris, Corolla og RAV4 Kelda: ToyotaNet Størsti bil- framleiðari Sambært bretska vinnufelagsskapinum SMMT (Society of Motor Manufactures & Traders) var Nissan bilverksmiðjan í Sund- erland størsti bilfram- leiðari í Onglandi í 2004. Verksmiðjan framleiðir Nissan Micra, Almera og Pri- mera Kelda: Nissan Sverige AB Yvir 1 mill. Fiesta Ford hava longu fram- leitt yvir eina millión Fiesta, sum kom á marknaðin í november 2001. Síðan fyrsti Ford Fiesta kom á marknað- in í 1976, eru fram- leiddir 11 milliónir bil- ar Kelda: Motor Magasinet BMW 3-serian: Mest týðandi bilurin hjá BMW Nr. 53 • hósdagur • 17. mars 2005 • 79. árg. BMW 320i Motorurin: 2,0 litur 4 syl. bensin 150 hk 0-100 km/t: 9,0 sek Bensinnýtsla: 13,5 km/l Dekkstødd: 205/55-16 Stødd og vekt Longd: 452,0 cm Breidd: 182,0 cm Hædd: 142,0 cm Eginvekt: 1.350 kg Viðførisrúm: 460 litrar Prísur: Kr. 360.000,- Søluumboð Sp/f Nordcar Smiðjugerði 4 FO-100 Tórshavn Tel. 308080 Nýggi BMW 320i. Designið er smart og elegant og líkist 5- seriuni Nýggi BMW-3 er nakrar sentimetrar longri og breiðari enn forgangarin. Bilurin verður framvegis drivin av bakhjólunum. BMW-3 innan. Startlykilin er avloystur einum elektroniskum start/stopp knøtti, og servostýringin er hydraulisk