hósdagur 17. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 53 - 17. mars 2005
Eg má bara siga, at
tað er ótrúligt, hvussu
skaðafró fólk kunnu
vera, tá tað gongst
øðrum illa, staðfestir
vinnulívsmaður, sum
sigur seg hava mist
munandi upphæddir,
nú íløgufelagið
Phoenix krakkaði
PHOENIX-MÁLIÐ
Jákup Mørk
Hópatals nøvn hjá peninga-
sterkum vinnulívsmonnum
hava gingið av manna-
munni, nú tosið gongur um,
hvør hevur mist og – ikki
minst – hvussu nógv er
mist.
Talan er sjálvandi um
Phoenix-krakkið, har tað
eftir øllum at døma er so, at
eini 100 føroyskar milliónir
eru horvnar í fíggjarliga
svikinum í fyritøkuni.
Skaðafrøi
– Eg haldi, at tað er ótrú-
ligt, hvussu skaðafró fólk
kunnu vera, tá tað gongst
øðrum illa.
Soleiðis byrjar ein av
teimum, sum vit hava tosað
við - men sum ynskir at
vera dulnevndu - tá vit
spyrja, um hesin hevur mist
nakran pening av íløgum í
Phoenix.
Svarið til tann spurningin
er játtandi, og tað verður
eisini staðfest, at talan er
um munandi upphæddir.
Ikki minst verður skotið
eftir oddagreinini í Dimu
týsdagin, har tað millum
annað verður sagt »Eingin
orsøk er at taka synd í teim-
um, sum hava mist«
- Sjálvandi er tað altíð ein
váði, tá tú setir pengar í
íløgur. Og tap kunnu fyri-
koma, tá tú handlar. Men
bæði eg og nógv onnur við
mær, hava havt fult álit á
fyritøkuni. Teir hava
virkað
á
týska
marknaðinum síð-
ani 1978, og í Dan-
mark hava teir ver-
ið virknir síðani
1988 ella ’89. Og
øll hesi árini er
tað so eingin,
sum hevur mist
eitt tað einasta
oyra – ikki fyrr
enn nú.
– Sjálvur má eg
eisini siga, at eg
havi fult álit á teim-
um monnum, sum eg
havi samstarvað við, ta
tíðina eg havi havt við
fyritøkuna at gjørt. Hesir
hava alla tíðina verið re-
ellir, og tað eru ikki teir,
sum hava nakað við gøluna
at gera. Tú skalt minnast til,
at tað ikki eru íløgurnar
sum so, sum hava verið
orsøkin til hetta. Talan er jú
um beinleiðis fíggjarund-
andrátt, sum er framdur av
stjórunum, og hetta er
kanska muran í okkum
menniskjum. Menn mann
kann so bara staðfesta, at
tað er ótrúligt, at tað hevur
gingið so leingi, sum tað
veruliga gjørdi, áðrenn
svikið varð avdúkað, sigur
vinnulívsmaðurin.
Rong tíðindi
Og so fýrir hann annars
ikki fyri at staðfesta, at eftir
hansara tykki hava bæði
viðmerkingar og tíðinda-
flutningur í samband við
máli verið á einum lágum
støði.
– Partur av tí, sum hevur
verið nevnt í miðlunum,
hevur einki sum helst hald
havt í veruleikanum. Tað
hevur verið tosað um risa-
stórt avkast upp á íløgurnar,
men hetta er so ikki nakað,
sum eg kennist við. Sein-
astu tvey árini meini eg, at
avkastið hevur ligið um 9-
10%, so talan hevur á ong-
an hátt verið um nøkur
ovurhonds stór lyfti.
– Og at hoyra viðmerkj-
arar tosa um lutfall millum
váða og avkast í hesum
førinum, er eisini burtur-
við. Hetta hevur einki við
rentan av pengum at gera,
men er eitt dømi um,
hvussu ógvusligt tað kann
gerast, tá talan er um fíggj-
arligan undandrátt. Tað
hava tað jú eisini verið
dømi um í bankaheiminum,
so hetta eigur ikki at verða
nýtt sum dømi um, at peng-
arnir høvdu staðið betri í
bankanum. Hesir menninir
hava verið reellir til punkt
og prikkar, og tað er so
meira enn tað, sum eg kann
siga um bankarnar her
heima, so eg haldi, at teir
skulu ansa sær.
– Tað er jú ikki bara í
Phoenix, at fólk hava mist
pengar her í Føroyum. Tað
hava tey so sanniliga eisini
gjørt við skipum og øðrum
íløgum. Og tað er bestemt
ikki altíð, at tey hava verið
serliga væl viðfarin í før-
oyska
fíggjarheiminum,
sigur hesin at enda.
Vit hava havt pening í
Phoenix í eini 7-8 ár.
Innskotið er nú mist,
men samanlagt er
talan helst um lítið
yvirskot, sigur stjórin
í Sandavágs Timbur-
handli
PHOENIX-MÁLIÐ
Jákup Mørk
Á Sandavágs Timburhandli
sigur stjórin, Magni Thom-
assen, at tey hava havt nak-
að av peningi standandi hjá
Phoenix.
– Vit hava verið við í eini
sjey-átta ár, og eg má bara
siga, at eg hevði ikki
droymt um, at hetta kundi
henda. Ikki minst tí tann
persónurin, sum vit hava
havt samband við, hevur
verði óalmindiliga álítandi,
og eg eri so eisini vísur í, at
hann ikki hevur nakað við
hetta at gera.
Víðari sigur Magni, at
tað hóast alt er avmarkað,
hvat teir hava mist, og at
talan samanlagt kanska er
um ein vinning.
- Talan hevur so ikki
verið um nakrar millióna-
upphæddir
hjá
okkum.
Hartil valdu vit frá byrjan,
at avkastið av íløguni
skuldi gjaldast út fyri
hvønn ársfjórðing, og við
einum rentustigið, sum
hevur ligið millum 11 og
17% hevur tað næstan
goldið innskotið aftur. Nú
er ikki enn greitt, akkurát
hvussu endurgjaldsreglur-
nar eru, men talan er um
løggilduga
meklarafyri-
tøku, og tá eru ávísir garan-
tiir. Fáa vit so ein part av
innskotinum aftur tann veg-
in, er talan hóast alt um
eina samlaða afturbering,
sum nakað størri enn inn-
skotið, so verri enn ilt er
tað ikki hjá okkum. Og
samanlagt verður tað so
helst betri, enn tann rentan,
sum bankin gevur, sigur
Magni Thomassen at enda.
Hóast alt:
Betri enn bankin
Skaðafrøin er stór
Skaðafrøin er stór, og partur av tí, sum hevur verið nevnt í miðlunum, hevur einki sum helst hald havt í veruleikanum
Modellmynd
Oddagreinin í Dimmalætting týsdagin fekk av álvara ilt í
vinnulívsmannin
Poul Mohr, sum fram til
fyri stuttum var maðurin
handan Tórshavnar Skipa-
smiðju, sigst vera ein av
teimum, hava mist pening í
Phoenix.
Hesum
váttar
hann
eisini, men hann leggur tó
dent á, at talan á ongan hátt
er um nakrar stórvegis
upphæddir.
- Tað er rætt, at vit hava
havt nakað av peningi
standandi hjá teimum, men
munandi upphæddir er
talan so ikki um. Eg kann í
øllum førum siga, at hetta
so ikki er nakað, sum vit
fara á húsagang av, sigur
fyrrverandi stjórin á Skipa-
smiðjuni at enda.
-jm
Ongan týdning