Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • hósdagur • 17. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Sundamenn taka undir við fótbóltshøll Á bygdarráðsfundi í Sunda kommunu mánakvøldið varð samtykt, at kommun- an skal verða við í projektinum um at gera fótbóltshøll í Skálafirði FÓTBÓLTSHØLL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ein fótbóltshøll í Skálafirði nærkast støðugt veruleik- anum. Talan er um eitt uppskot, har allar kommun- urnar í Eysturoynni um- framt Klaksvíkar kommuna í felag taka seg saman um at byggja eina innandurða fótbóltshøll í Skálafirði. Binda seg ikki fíggjarliga enn Sum skilst taka allar kommunurnar undir við projektinum. Forkanningar verða í løtuni gjørdar, og nú verður farið undir at skriva umsókn til Fótbóltssam- band Føroya og Menta- málaráðið um stuðul til projektið. FSF hevur gjørt ein fald- ara um fótbóltshøll, tí fót- bóltssambandið metir, at tað er av alstórum týdningi, at farið verður undir at byggja eina slíka høll sum skjótast, tí at føroyskur fót- bóltur hevur tørv á eini slíkari høll. UEFA hevur sett pening av til slíka bygging, og FSF hevur ræðisrætt yvir umleið 12 milliónir krónur, ið kann latast í stuðuli til eina slíka byggiætlan. Evstamarkið fyri at søkja um hesa stuðulsupphædd ella partar av henni er sett til 15. apríl, so stigtakarar- nir til projektið um fót- bóltshøll í Skálafirði hava skund. Tá ið Sunda kommuna mánakvøldið samtykti at verða við í projektinum, setti hon tó sum treyt, at all- ar kommunurnar, ið eru nevndar í uppritinum, verða við í ætlanini, og harafturat vildi Sunda kommuna ikki enn binda seg fyri tær umleið 1,8 milliónir, ið er teirra partur av kostnaðin- um fyri projektið. Úttøkuvenj- ing til U17- landsliðið Venjarin hjá føroyska U17-landsliðnum, Pætur Clementsen, hevur tikið út 26 spælarar, ið skulu taka lut í úttøkuvenjing- um, sum verða á Svanga- skarði sunnudagin. Teir 26 leikararnir eru hesir: Heðin Stenberg, Rógvi Poulsen, Fríði Jen- sen AB, Sjúrður Thomas- sen, Johan Ellingsgaard, Jóan P. Jakobsen B36, Robin Jønsson, Niklas Poulsen, André Olsen B68, Klæmint Olsen Jann M. Mortensen, Filip Jacobsen, Øssur Dalbú, Petur á Roykheyggi NSÍ, Erling Jacobsen, Benja- min Hansen GÍ, Dann Johansen MB, Torkil Kollsker HB, Ari Sam- son, Eli Simonsen, Álvur F. Christiansen KÍ, Heri H. Nesá ÍF, Henning Joensen, Martin Tausen VB, Atli Christiansen SKÁ, Jón Eliasen LÍF. tn Teir báðir Rógvi Mohr og Per Holm Anderson vunnu týskvøldið føroya- meistaraheitið í boga- skjóting í ávíkavist recurve og compound TÍÐINDASKRIV Týskvøldið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri FM-kapping á 18 metra frástøðu fryi vaksin í hølum felagsins í Runavík. Skotið var í bólkunujm recurve og compound við 60 pílum í innleiðandi umfari og eftir- fylgjandi finaluumførum. Recurve Í bólkinum recurve vóru 6 luttakarir har Rógvi Mohr, Ørvur, legði seg í oddin beinanvegin og helt tørn. Hann vann innleiðandi um- farið við (273+262) 535 stigum og persónligum meti. Næstu tveir skjúttar- nir vóru javnir í stigum og mátti tí gerast av við, hvør hevði flestar 10-arar. Nr. 2 bleiv Annika Vang, Ørvur, við (261+245) 506 stigum og 15 10-arum, nr. 3 bleiv Kristian Niclasen við (255+251) 506 stigum og 12 10-arum. – finalurnar: Rógvi og Annika sótu yvir fyrsta dyst, ímeðan ein dystur var millum Kristian Niclasen- Tórhallur Simonsen, Vága- skot, og endaði 93-75. Hin dysturin var millum tvier vágamenn Øssur Hansen og Tórfinn Hansen og skutu teir 97-97. Tí var neyðugt við umskjóting har hvør teirra skuldi skjóta ein píl. Tórfinn vann umskjót- ingan og dystin við at skjóta 8 ímóti 4 hjá Øssi. – finalurnar: Rógvi-Tór- finn 109-81 og Annika- Kristian 100-96. Dysturin um bronsuna var millum Kristian og Tórfinn og endaði 85-89. Dysturin um at gerast føroyameistari var millum Rógva og Anniku, sum vann kappingina í fjør. Dysturin endaði 108-103 og nýggjur føroyameistari í recurve bleiv Rógvi Mohr úr Ørvi. Hetta má metast sum eitt sera flott avrik av Rógva, sum í vetur var so mikið óheppin, at hann breyt bæði handliðini í sam- bandi við arbeiði hjá sær. Av hesi orsøk hevur Rógvi einans vant í umleið tríggjar vikur, áðrenn kapp- ast var um føroyameistara- heitið. Compound Í bólkinum compound vóru 7 luttakarir. Innleiðandi kappingin var sera jøvn og skiltu bert 4 stig skjúttarnar frá nr. 1-5. Nr. 1 bleiv Jó- annes Poulsen, Ørvur, við (287+276) 563 stigum, nr. 2 Jógvan Niclasen, Tambar, við (285+276) 561 stigum og nr. 3 Albert Dam, Ørvur, við (279+280) 560 stigum. Per Holm Andernsen og Schandorff Vang høvdu báðir 559 stig. – finalurnar: Jóannes sat yvir fyrsta dyst, hinir dystirnir endaðu soleiðis: Jógvan Niclasen-Kaj Jo- hannesen, Ørvur, 111-104, Albert Dam-Kristoffer Andreasen, Ørvur, 114-105 og Per H. Andersen, Ørv- ur,-Schandorff Vang, Ørvur, 109-101. – finalurnar: Í báðum dystunum gekk sera javnt á og var neyðugt við um- skjóting í einum teirra. Jógvan-Albert 112-112, umdystin vann Jógvan við 10-9. Per-Jóannes 110-108. Dysturin um bronsuna var millum Albert og Jóannes og endaði. 109-106. Dysturin um at gerast føroyameistari var millum Per og Jógvan og var bæði spennandi og javnur. Dyst- urin endaði 113-112 og nýggjur føroyameistari í compound bleiv Per Holm Andersen úr Ørvi. Statoilstøðin í Saltangará lat heiðursmerkir til kapp- ingarnar. Rógvi og Per føroyameistarar Nakað soleiðis ímynda stigtakararnir til nýggju fótbóltshøllina sær, at høllin skal síggja út. Tað er einki minni enn eitt bragd av Rógva Mohr, at hann týs- kvøldið vann føroyameistaraheitið í bogaskjóting í kappingar- greinini recurve, tá ið havt verður í huga, at tað eru einans fýra mánaðir síðani, at hann breyt bæði handliðini Mynd: Bjørg M. Anderssen