Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 54 - 18. mars 2005 UTTAN ÚR HEIMI Kina fær uran úr Avstralia Stjórnirnar í Avstralia og Kina eru í ferð við at gera ein sáttmála um, at Kina skal fáa loyvi at keypa uran frá einari avstralskari fyritøku. Avstralski uttanríkisráðharrin, Alexander Downer, sigur við AP, at stjórnin hevur lagt ta treyt við, at kin- esarar skulu ikki brúka uranið til hernaðarlig endamál, og hann roknar við, at ein sáttmáli verður liðugur um stutta tíð. Sambært Alexander Downer eru kinesisku myndugleikarnir til reiðar at ganga undir treytina. Fyritøkan WMC Resources, sum rekur eitt stórt ur- annám við Olympic Dam, hevur leingi strongt á avstralsku stjórnina fyri at fáa loyvi at selja meiri uran av landinum, men stjórnin hevur verið varin. Hildið verður, at umleið 40 prosent av øllum urani í heiminum er í náminum við Olympic Dam. Vilja hava generalin Kroatia hevur nú fingið at vita, at tað verða ongar sam- ráðingar um limaskap í ES, fyrr enn landið hevur latið krígsbrotsmannadómstólin fyri gamla Jugoslavia fáa generalin Ante Gotovina, sum er ákærdur fyri krígs- brotsverk. Samráðingarnar um kroatiskan ES-limaskap skuldu annars byrja í gjár. Høvuðsákærin hjá krígsbrotsmannadómstólinum, Carla del Ponte, segði í síðstu viku, at kroatisku mynd- ugleikarnir hava havt fleiri møguleikar at taka gen- eralin og at senda hann til Haag. Ivo Sanader, forsætis- ráðharri, hevur sagt, at myndugleikarnir gera sítt besta, men tað halda ES-londini og dómstólurin ikki. Ante Gotovina er ákærdur fyri krígsbrotsverk, tá ein kroatisk herdeild undir hansara leiðslu tók landspartin Krajina í august í 1995. Hann er ákærdur fyri dráp, burturflytingar og fyri at hava rikið meiri enn 150.000 serbar í Krajina frá húsi og heimi. Í Kroatia verður han roknaður sum krígshetja, og hóast USA hevur lovað at rinda fimm milliónir dollarar í finningarløn, verður hann avdúkaður og tikin, hevur eingin gjørt vart við seg enn. Leggja ikki vápnini Shiamuslimski felagsskapurin Hizbollah fer ikki at gera eftir einari áheitan frá George W. Bush, forseta um at leggja vápnini. Í síðstu viku segði Bush, at Hizbollah kann fáa ein politiskan leiklut í einum demokratiskum Libanon, um felagsskapurin leggur vápnini og gevst við sínum ágangandi virksemi. Men formaðurin í felagsskapin- um, Hassan Nasrallah, segði fyrradagin, at Hizbollah kann ikki ganga áheitanini á møti. Hann vildi vera við, at tað er ikki Hizbollah, sum elvir til trupulleikar, men harafturímóti USA og Ísrael. USA hevur leingi mett Hizbollah sum ein yvirgangs- felagsskap, og tí kom tað rættiliga óvart á fleiri, tá am- erikanski forsetin nevndi møguleikan fyri at lata felagsskapin fáa politiska ávirkan í Libanon. Ovurstórt hall Amerikanararnir keypa nógv meiri úr útlondum, enn teir selja av landinum, og tað ger, at í fjør hevði USA meiri enn 10 milliardir dollarar í halli á handilsjavnan- um - um dagin. Tey nýggjastu tølini vísa, at hallið á amerikanska handilsjavnanum í fjør var 3.996 milliardir dollarar. Danski búskaparfrøðingurin Kim Fæster sigur við Politiken, at tað stóra hallið er ein trupulleiki, men at ber ikki til at siga, nær bløðran brestur, sum hann tekur til. Sum er hava amerikanararnir ikki ilt við at fíggja hallið, tí asiatiskar og evropeiskar fyritøkur gera íløgur fyri nógvar milliardir dollarar í USA. Sambært Kim Fæster hava amerikanskar fyritøkur lagt seg eftir at nøkta eftirspurningin á heimamarknað- inum heldur enn at hugsa um útflutningin. Men tað gongur ikki í longdini, og tí mugu amerikanararnir annaðhvørt tátta fíggjarpolitikkin ella spara meiri, sigur Kim Fæster. 48 georgiskar kvinn- ur skuldu seljast sum skøkjur í Vestur- og Miðevropa MANNAHANDIL Árni Joensen fartekst@mail.dk Finska marknaløgreglan steðgaði fyrradagin einum bussi, sum skuldi um markið úr Russlandi. Tað vísti seg, at fýra menn og 48 georgiskar kvinnur vóru í bussinum. Øll høvdu visum frá svenska konsulát- inum í Moskva, men finska løgreglan gjørdi av at steðga teimum. Nú eru teir fýra menninir skuldsettir fyri mannahandil, og tær 48 kvinnurnar verða ætlandi sendar aftur um russiska markið, sigur finska út- varpið. Finska løgreglan ivast ikki í, at kvinnurnar skuldu seljast til skøkjulevnað í vestur- og miðevropeiskum londum, og hon hevur illgruna um, at hetta var ikki tann fyrsta ferðin av hesum slagnum hjá teimum fýra monnunum. Bussurin við teimum georgisku kvinnunum bleiv steðgaður á marknastøðini Vaalimaa, sum fyri nøkrum døgum síðani upplýsti, at minst 1.500 ungar kvinnur úr gamla Sovjetsamveldin- um eru komnar til Vestur- og Miðevropa tann vegin tey bæði seinastu árini. Í seks vikur hava flokkarnir í Irak ting- ast um at skipa stjórn, men uttan úrslit. Teir kunnu heldur ikki semjast um at manna formansskapin í ting- inum IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað gekk rímiliga val at avgreiða tjóðartingsvalið í Irak fyri seks vikum síðani, men síðani hevur tað víst seg, at tey valdu hava ilt við at finna stevið á tí demo- kratiska pallinum. Tá tjóðartingið skuldi halda sín fyrsta fund mikudagin, møtti bara ein triðingur av tinglimunum. Fundurin gjørdist heldur ikki drúgvur. Eftir skránni skuldi tingið velja forseta og tveir varaforsetar, men tað lat seg ikki gera, tí eingin semja var um, hvør skal hava hvønn sess. Soleiðis hevur tað verið tær seinastu seks vikurnar. Lógin sigur, at forsetin skal hava undirtøku frá tveimum triðingum av tingmanning- ini. Tað ger, at tann shia- muslimski meirilutin má fáa stuðul frá teimum báð- um kurdisku flokkunum, og fyri átta døgum síðani ljóðaði, at teir vóru vorðnir samdir um at velja kurda- leiðaran Jalai Talaabani til forseta, og at shialeiðarin Ibrahim al-Jafaari skuldi vera forsætisráðharri. Tann sunnimuslimski minnilutin skal hava annan varaforsetan, men tað hevur víst seg at vera vónleyst at finna tann rætta. Sunni- muslimarnir boykottaðu tjóðartingsvalið í januar, og tí eru bara nakrir fáir sunni- muslimar í tinginum. Tað eru kortini ikki sun- nimuslimarnir, sum liggja í buktini, men heldur ymsar ósemjur ímillum shiamus- limarnar og kurdarnar. Eitt nú eru partarnir ósamdir um býin Kirkuk. Býurin hevur sera stóran týdning í tí oljuríka økinum har norðuri í landinum, og kurdarnir krevja ræðið í býnum. Men tað vilja shiamuslimarnir ikki geva teimum. Ein annar trupulleiki er tann kurdiski herurin. Shia- muslimarnir krevja, at herurin verður avvápnaður, men kurdarnir siga nei. Sambært AP-tíðindastov- uni eru kurdarnir bangnir fyri at lata shiamuslimun- um ov stórt vald, tí teir stúra fyri, at shiamuslimar- nir fara at trýsta síni mál ígjøgnum, so skjótt forseta- embætið og stjórnin eru mannað. Ætlanin var, at partarnir skuldu aftur til samráðing- arborðið í gjár, men eyg- leiðarar vænta ikki, at nøkur semja fæst í lag fyrr enn í fyrsta lagi seinast í hesum mánaðinum. Politiskur hurlivasi í Irak 48 kvinnur skuldu seljast -Semjast vit, vinna vit øll. Semjast vit ikki, tapa vit øll, segði virkandi forsætisráðharrin, Ayad Allawi, sum royndi at eggja til semju, tá irakska tjóðartingið bleiv sett mikudagin