fríggjadagur 18. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2005
3
BÓKAÚTGÁVA
tíðindaskriv
Uttanfyri vindeygað togast
vetur og vár um valdið.
Best sum ein var farin at
halda, at várið var í hond
um, herjar veturin á aftur
við nýggjari megi. Men so
hæsar kavarokið av - og
sólin stavar á fjørðin og
minnir okkum á, at várið
fer at vinna á vetrinum.
Meðan henda togan fer
fram í náttúruni, kemur eitt
lítið yrkingasavn í bóka-
búðirnar, ið ber heitið "Frá
vetri til várs". Yrkingasavn-
ið Frá vetri til várs hevur
Margit Martinsdóttir Baad-
sager týtt úr donskum eftir
rithøvundin Jette Classen.
Savnið lýsir inniliga og
yndisliga,
hvussu
ein
mamma kennir tað at fáa
boð um, at barn hennara er
brekað - og hvussu hon
búnast við hesi vitan, so hon
eftir sorg og vónloysi aftur
sær vón og gleði í lívinum.
Náttin eg fekk teg
var eydnusom
dagurin eftir
var órógv
Ein rødd í mær segði
at har vóru ósøgd orð...
verður sagt í byrjanini á
savninum. Seinni - eftir
fleiri bæði inniligar og
skemtiligar hendingar -
verður sagt:
Tað tú lærdi meg tey árini er
styrki mín í dag
eg lærdi: tak ein dag í senn
og gleð teg yvir tann minsta
lutin
so klára vit alt saman
Á bakpermuni sigur Maud
Vang Hansen, leiðari á verk-
staðnum Vón, um savnið:
Jette Classen letur upp
eina verð, sum er ókend fyri
tey, sum ikki liva í henni.
Hennara tráan eftir at vita
tað, eingin við vissu veit, er
stór.
Her er móðurkærleikin
tvinnaður saman við ótta
og óvissu.
Tvístøðan
millum
at
sleppa og at halda fast verð-
ur lýst við rámandi erligheit.
Samanumtikið eitt yrk-
ingarsavn har tað óvanliga
og sorgfulla verður lýst við
læandi optimismu, dýpd og
kærleika.
Á Grækarismessu - nú vit
slota út í tann víkjandi vet-
urin at vita, um okkurt vár-
ligt "klipp" er at hoyra, letur
hetta lívgandi yrkingasavnið
okkum vita, at eftir vetur
kemur vár - eisini í kenslum
teirra, sum hava fingið eitt
barn við breki.
Tað er Javni - felagið fyri
menningartarnað og teirra
avvarðandi, ið hevur givið
savnið út við stuðli frá
Tiltaksgrunninum hjá MBF
og Føroya Lívstrygging
LÍV.
Limir Javna fáa yrkinga-
savnið sendandi við postin-
um. Annars fæst yrkinga-
savnið Frá vetri til várs
eisini í bókabúðunum fyri
50 krónur.
Frá vetri til várs