fríggjadagur 18. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 54 - 18. mars 2005
Økt virksemi á
keiini birtir vón
Vágur: Svenning Borg,
formaður í Havnanevnd-
ini hjá Vágs kommunu,
hevur góðar vónir til
framtíðina, nú økt virk-
semi er á keiini í Vági.
Svenning Borg upp-
lýsir fyri Suðurrás, at
gongd er komið á aftur
Polarfrost og eisini á
saltfiskavirkinum Løð-
hamar. Í farnu viku vóru
sostatt eini 100 fólk til
arbeiðis á keiini í Vági.
Tá farmaskipið Nor-
land seint mikukvøldið í
farnu viku á fyrsta sinni
kom á Vág, skipaði
Havnanevndin
saman
við Vágs Havn fyri ein-
ari lítlari móttøku, har
Norland varð ynskt góð-
an byrð, og vón var til
eitt gott samstarv í fram-
tíðini.
Á
móttøkuni
gav
Havnanevndin og Vágs
Havn eina gávu til Nor-
land - eina mynd av
Vágsfjørði,
tikin
av
Moyggjartúgvu.
Umframt at farmaskip
nú aftur fer at sigla
regluliga á Vág, hava
russisk skip eisini verið
fastir gestir við djúp-
havnina í Vági seinastu
vikurnar. Higartil hava
millum 5 og 10 russisk
skip verið á Vági.
- Útlitini eru góð, fyri
at hetta fer at halda
áfram, metir Svenning
Borg, formaður í Havna-
nevndini.
sb.
Útróðrarmenn
betri umstøður
Strendur: Um ikki so
langa tíð fáa útróðrar-
menn á Strondum mun-
andi betri umstøður enn
áður.
Higartil hava teir havt
útgerð sína goymda í
bingjum og á øðrum
støðum, men nú hevur
kommunan latið byggja
ein bygning, har íalt
níggju skúrar eru, og
sum útróðrarmenn nú
kunnu leiga fyri ein
ávísan kostnað.
Við hesi loysnini vón-
ar kommunan at viður-
skiftini hjá útróðrar-
monnum verða meiri
skipað. Og líkt er somu-
leiðis til, at útróðrar-
menninir hava tikið væl
ímóti hesi ætlanini, sum
nú gevur teimum mun-
andi betri karmar at ar-
beiða undir.
sb.
Stórur áhugi fyri
ættargransking
ÆTTARGRANSKING
Tíðindaskriv
Ættargranskingarfelagið
KT Slekt hevur havt
aðalfund. Nú er nevndin
mannað soleiðis: Göran
Wennerström er formað-
ur, Hans Suni Jensen er
næstformaður, Sofus Jo-
hannesen er kassameist-
ari, Randi Á Jakobsen er
skrivari og Steinbjørn í
Dali er netvørur.
Nú eru um 450 limir
skrásettir í felagnum,
harav gott 200 er aktivir.
Limatalið veksur støð-
ugt og seinasta árið eru
um 100 lagstir afturat.
Farna árið hevur ging-
ið væl við teimum báðu
stóru verkætlanum, sum
felagið arbeiðir við.
Onnur er at fáa allar
fólkateljingar, frá 1801
og frameftir, teldutøkar,
meðan hin er at fáa allar
kirkjugarðar teldutøkar.
Í
verkætlanin
við
teldutøkum fólkateljing-
unum eru nú 40.000
nøvn komin á heima-
síðuna at liggja. Hesar
eru sum er tøkar hjá lim-
um at taka niður at leita
í. Tilsamans eru um
200.000 nøvn í øllum
fólkateljingum frá 1801
fram til 1921. Fólkatelj-
ingarnar frá 1801, 1845
og 1850 eru heilt lidnar
fyri alt landið. Ætlanin
er í ár er at limir fáa
møguleika at leita á
sjálvari heimasíðuni í
øllum
innskrivaðum
fólkateljingum.
Hin verkætlanin við
kirkjugørðunum gongur
eisini framá. Nógv tilfar
er innkomið og kann
takast niður av heima-
síðuni og arbeitt verður
við at fáa tilfarið skipa
soleiðis at betur verður
at leita.
WinFamily er nógv
mest
brúkta
ættar-
granskingarforrit. Win-
Family er umsett til før-
oyskt. Brothers Keeper
er eisini nógv brúkt og
fæst eisini á føroyskum
um stutta tíð.
Við undantak av árs-
aðalfundinum samskift-
ur KT Slekt bert um
heimasíðu
felagsins
www.genealogi.fo
har
eisini ber til á tekna seg
sum lim.
ÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Bókadeild Føroya lærara-
felags hevur nú givið út
bókina »Narnia 1, systur-
sonur gandakallsins« eftir
C.S Lewis. Theodor Han-
sen hevur týtt bókina, sum
Pauline Bayes hevur mynd-
prýtt.
Søgurnar
um
Narnia
verða mettar at vera eitt
høvuðsverk
í
ritverki
høvundans, og Bókadeildin
fer komandi fýra árini at
geva út allar bøkurnar í
bókarverkinum. Ætlanin er,
at geva tvær bøkur út um
árið.
Bøkurnar um Narnia fara
fram í einum ævintýrheimi,
hagar børnini verða førd,
fyri at taka lut í stríðnum
um tað góða og tað ónda;
tað góða er umboðað av
leyvuni Aslan, og tað ónda
er umboðað av gívrini
Jadis. Hurðin til heimin er
ígjøgnum eitt skáp. Narnia
hevur sína egnu tíðarrokn-
ing og alheim, men lands-
lagið líkist tí, vit kenna.
Fyrsta bókin av teimum
sjey er um tey bæði Polly
og Digory, sum verða tveitt
inn í ein annan og sera
øðrvísi heim, tá tey ein
dagin eru inni í arbeiðs-
rúminum
hjá
Andrew
morbróðuri. Í hesum heimi
verða tey vavd inn í mangar
trupulleikar, men tá tey
hitta leyvuna Aslan fáa tey
greiði á mongum, tey ikki
áður hava skilt.
C.S. Lewis, ið var pro-
fessari í bókmentum og
sera gudrøkin, livdi í
árunum 1898-1963; um-
framt bøkurnar um Narn-
ia, ið hann skrivaði í árun-
um 1949-1956, skrivaði
hann hópin av bókum tilk
vaksin um bókmentir og
heimsspeki.
Frammanundan
er
»Leyvan,
gívurin
og
klædnaskápið« í føroyskari
týðing. Bókin kemur út í
nýggjari útgávu seinni í ár.
»Narnia 1 - Systursonur
gandakallsins«, sum er
vælegnað til tey 10-12 ára
gomlu, er 20 bls., inn-
bundin og kostar 180 kr. í
bókabúðunum.
Færøernes
Kommando
boðar í tíðindaskrivi frá, at
manningin á Vædderen um
vikuskifti
fer
at
hava
bjargingarvenjing á vágni í
Klaksvík.
Skipið hevur hesa sein-
astu tíðina havt eftirlit við
fiskiskapinum undir Føroy-
um, og um vikuskiftið
verður lagt at bryggju í
Klaksvík.
Í hesum sambandi verður
ein bjargingarframsýning á
vágni, har tyrlan millum
annað fer at taka fólk upp
av einum gummibáti.
Hetta verður kl. 13.15
leygardagin, og frá 14.00 til
16.00 verður so møguleiki
hjá áhugaðum at koma
umborð á skipið.
-jm
Gandaheimurin
Narnia á føroyskum
Opið skip á Veðrinum
Danmarks Radios
Bigband og Eivør
Pálsdóttir fara á pall í
Copenhagen Jazz-
house í næstu viku
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir og Dan-
marks Radios Bigband
hava givið fløgu út, sum
fær rós. Nú fara tey á pall
við útvaldum tónum av
fløguni, ið nevnist Trølla-
bundin.
Mikudagin tann 23. mars
og hósdagin tann 24. mars
fara tey á pall í Copen-
hagen Jazzhouse. Báðar
konsertirnar eru kl. 20:30.
Politiken hevur rósandi
orð at bera samstarvinum
millum Eivør og viður-
kenda danska bigbandið.
Eivør verður rópt nýggj
stjørna á norðurhválvinum.
Ummælarin á blaðnum,
Erik Jensen, hevur áður
givið fløgu hjá Eivør 5
hjørtu og segði tá m.a., at
songkvinnan úr Gøtu hevur
rødd, karisma og er egin
(original) í so stóran mun,
at hon kann gerast eitt
heimsnavn. Sambært blað-
num kunnu danir gleða seg
til at uppliva samstarvið
millum Eivær og DR Big-
band á palli í næstu viku.
Eivør á pall í Danmark