Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2005 5 -Kommunan metti, at innistandandi í Phoe- nix var í tryggum hondum og at meta við innlán í peninga- stovni, tí stovnurin er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, ið er sama eftirlit, sum føroyskir peninga- stovnar eru lagdir undir, og harafturat er ein garantiord- ningur tengdur at innláninum sigur Klaksvíkar Kommuna í skrivi, nú hon hevur mist eina mió. kr. FÍGGJARSVIK Jan Müller, jan@sosialurin.fo Klaksvíkar kommuna hev- ur mist eina millión krónur í týska íløgufelagnum Phoenix, sum fór á húsa- gang nú um dagarnar. Í hes- um sambandi var fundur í Fíggjarnevndini í Klaksvík mikukvøldið. Eftir fundin var tíðindaskriv sent út um málið. Har verður sagt frá, at kommunan eftir øllum at døma hevur mist megin- partin av pengunum, sum vóru settir á innlánskontu í donsku Fondsmeklarafyri- tøkuni Phoenix. Tað var 29. mai 2002, at fyrsta innskotið, áljóðandi Kr 160.000,- varð sett á kontu hjá Phoenix, og 25. august 2003 varð upphædd- in hækkað til Kr 1.000.000,- Í skrivinum frá kommun- uni verður staðfest, at inn- lán upp til umleið 160.000 kr. eru tryggjað. Men eftir hvat skilst á fjølmiðlunum er talan um svik og skjala- falsan í hesum sambandi gjøgnum fleiri ár, sum hvørki grannskoðarafyri- tøkan ella danska ella týska fíggjareftirlitið eru komin eftir. Tí stendur tað ógreitt, hvussu er við umrøddu trygd. Kommunan metir seg annars í hesum máli at hava gjørt alt neyðuga for- arbeiðið, sum skal til fyri at tryggja, at pengarnir vóru í tryggum hondum. Váttan er fingin til vega frá Finanstil- synet um, at felagið er skrá- sett og hevur loyvi at reka fondsmeklaravirksemi í Danmark. Somuleiðis er felagið grannskoðað av al- tjóða grannskoðarafelag- num KPMG, ið er sama samtak, sum grannskoðar eitt nú Klaksvíkar Komm- unu og Føroya Banka sigur borgarstjórin í skrivinum. Greitt verður annars frá, at tað seinnapartin av 1990´unum byrjaði at ganga betur hjá kommun- uni, og tað sást aftur á lik- viditets-síðuni. Sum úrslit av hesum setti kommunan í 1999 gjøgnum Føroya banka ca. 10 mió. kr. í virðisbrøv, ið vóru útgivin av Føroya Landsstýri, Danska Statinum, Nykredit og Realkredit Danmark, og hetta gav kommununi eina hægri rentu enn fyri vanligt innlán. Inntøkurnar hjá komm- ununi hildu á at hækka, og likviditeturin batnaði al- samt. Tilboð vórðu útvegað frá Norðoya Sparikassa, Føroya Banka, Føroya Sparikassa og Kaupthing Føroyar, og tann stovnur, sum kom við frægasta til- boði, fekk innlánið. Ein av fyritøkunum, sum eisini bjóðaði seg fram, var danska fyritøkan Phoenix, og teir vístu m. a. yvirlit yvir rentur, sum teir hava givið innlánum seinastu ár- ini. Kommunan var varin, stendur víðari í skrivinum, og vildi ikki taka støðu til tilboðið beinanvegin. Eftir at hava hugt tilfarið ígjøgn- um og fingið staðfest, at felagið var undir Fíggjareftirlitinum eins og føroysku peningastovn- arnir, og at roknskapurin var grannskoðaður av al- tjóða grannskoðarafyri- tøku, og at innskot upp til kr. 160.000 var tryggjað, varð málið lagt fyri fíggj- arnevndina sum ein munn- lig kunning um, at kr. 160.000 blivu fluttar til Phoenix. Tá innskotið til Phoenix verður hækkað til 1 mió. kr., eru innlánini í Føroya Banka og Norðoya Spari- kassa ávikavist 14,0 mió. kr. og 8,8 mió. kr. og 0,9 mió. kr. í virðisbrøvum. 14 dagar seinni verða 3 mió. kr. fluttar frá kassakreditti- num til Kaupthing, og so- statt hevði kommunan áleið 25 mió. kr. í likviditeti, tá innskotið í Phoenix varð hækkað til 1 mió. kr. Áðr- enn peningur varð fluttur vórðu fleiri kanningar gjørdar um felagið, og nið- urstøðan var, at hon hevði gott orð á sær, og at nógvar fyritøkur í Føroyum høvdu innlán har. Grannskoðari kommun- unnar hevði heldur ikki nakað at viðmerkja – hvørki í samband við minna innlánið í 2002 ella tá upphæddin varð hækkað í 2003. Í hesum førinum varð fíggjarnevndin eftir- fylgjandi kunnað um málið. Klaksvíkar kommuna upplýsast eisini, at saml- aða innistandandi við árs- lok 2002 og 2003 var upp á ávikavist 48,2 mió. kr. og 41,8 mió. kr., og tá er kommunali kreppuláns- grunnurin íroknaður. Víst verður so eisini til komm- unustýrislógna. Grein 42 í kommunu- stýrislógini sigur, at: • "Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll pen- ingaogn hjá kommun- uni er goymd á tryggan hátt. • Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peninga- stovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær. • Stk 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommun- uni, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt kommunustýri- sins. Um til ber, skal átekningin verða skriv- að í bók hjá viðkomandi stovni". Her verður sagt, at kommunan metti, at inni- standandi í Phoenix var í tryggum hondum og at meta við innlán í peninga- stovni, tí stovnurin er undir eftirliti av Fíggjareftirliti- num, ið er sama eftirlit, sum føroyskir peninga- stovnar eru lagdir undir, og harafturat er ein garanti- ordningur tengdur at inn- láninum. -Vert er at hava í huga, sigur kommunan víðari, at tað ikki er orsakað av tí skipaða virkseminum hjá Phoenix, at hesin missur er íkomin, men av tí at svik og skjalafalsan er framt ímóti felagnum, sum hevur ført við sær, at stórar upp- hæddur eru horvnar, og við hesum hevur kommunan mist meginpartin av inn- skotinum, og enn ber ikki til at siga, hvussu nógv verður í kommununnar part, tá endaliga búupp- gerðin fyriliggur. Klaksvíkar Kommuna harmast almikið um hesa sera óhepnu hending stend- ur í skrivinum, sum er und- irskrivað av borgarstjóra- num Steinbjørn Jacobsen. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík er sannførdur um, at teir hava einki ólógligt gjørt í sambandi við at plasera pengar í Phoenix. Klaksvíkar kommuna mist 1 mió. kr. í Phoenix Skatturin skal kortini rindast Tey, sum nú hava mist pening í Phoenix, skulu kortini rinda skatt av avkastinum. Og tað er helst ivasamt, um peningamiss- urin yvirhøvur er frádráttarloyvdur PHOENIX-SKATTUR Jákup Mørk Sum um tað ikki er nóg svárt hjá teimum, ið hava mist pening í Phoenix, skulu hesi eisini gjalda skatt av av- kastinum, sum hetta hevur givið. Kapitalvinningsskattalógin staðfestir, at ognarvøkst- ur, sum stavar frá avkasti av innistandandi, partabrøv- um, lánsbrøvum ella íløguprógvum, skal skattast í ári- num, har vinningurin er stafðestur. Tað vil við øðrum orðum siga, at um ein persónur t.d. hevur havt eina millión standandi hjá Phoenix, og at avkastið av hesum var 10% í fjør, so skal kapital- vinningsskattur rindast av 100.000 kr. fyri inntøkuárið 2004. Kapitalvinningssakatturin er 20% fyri feløg og 35% fyri persónar. Ikki altíð frádrátt Hjá teimum, sum hava sett pening í Phoenix eftir 16. november 2001, er tó galdandi, at tey fyri inntøkuárið 2005 kunnu draga missin av peningi frá í kapitalvinn- ingssjálvupgávuni. Sostatt kunnu hesi helst í drúgva tíð rokna við, at tey ikki verða skattað av rentuinntøk- um v.m., tí hallið av íløguni verður drigið frá teimum inntøkum, sum tey framyvir hava av íløgum og inni- standandi. Hinvegin er tað langt ífrá í øllum førum, at missurin gevur frádrátt. Er talan um íløgu, sum er gjørd fyri 16. november 2001, er tað allar helst so, at tapið ikki kann dragast frá sjálvuppgávuni. Sambært tá galdandi lóg- gávu var tap ella vinningur við sølu av virðisbrøvum ikki skattskyldugur eftir trý ár, treytað av, at talan ikki var um meirilutapartaeigarar. Tá nýggja lóggávan varð smíðað, vórðu ávísar yvir- gangsreglur gjørdar, og hesar staðfesta, at íløgur, gjørdir fyri skeringsdagin -t.e. 16. november – verða viðgjørdar eftir gomlu lóggávuni. Atvinnuinntøka Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, tað er væl hugsandi, at talan í framtíðini verður um trætumál um, hvørt missurin er frádráttarloyvdur ella ikki. Partvíst vil spurningurin í nøkrum førum verða, um talan er um atvinnuinntøku ella ikki. Atvinnuinntøka er merkt av, at talan ikki er um primera vinnu hjá skatt- skylduga persóninum, men kanska heldur um nakað, sum kann roknast sum hjáputl. Í slíkum førum er regl- an tann, at vinningur skal skattast, meðan tap ikki kann dragast frá. Hevur eitt partafelag t.d. viðtøkur, sum siga, at fel- agið rekur fiskivinnu, so er tað ikki endamál felagsins at gera íløgur í virðisbrøv, og tí vil skattavaldið helst í fleiri førum bólka hetta sum atvinnuinntøka. Og hóast talan er um felag, sum hevur handil av virðisbrøvum sum part av viðtøkunum, so er heldur ikki víst, at tap verða góðkend. Tað er nevnliga ikki víst, at skattavaldið vil góðkenna tap av virðisbræva- handli sum frádráttarloyv, hóas viðtøkur hjá einum fel- ag siga, at hetta er endamál felagsins. Tað eru fleiri kriteriir, sum verða nýtt, tá slík mál verða viðgjørd. Eitt nú, at tann, sum umsitur ognar- røktina, hevur neyðugu vitanina til slíkar handlar. Og um hetta veruliga er primera vinnan. T.d. kann jú hugsast, at persónurin handan eitt slíkt felag, eisini hevur aðra inntøku at liva av, og tá kann skattavaldið gera av, at talan ikki er um frádráttarloyvan miss. Áðrenn skattavaldið hevur fingið nøkur ítøkilig mál at taka støðu til, ber illa til at gera nakra niðurstøðu í hesum, og niðurstøðurnar kunnu eisini vera ymiskar í hvørjum máli sær. Júst spurningurin um atvinnuinntøku hevur ofta ver- ið atvoldin til skattamál millum borgara og skattavald- ið, og lítið er at ivast í, at Phoenix-krakkið verður at- voldin til enn fleiri av slagnum.