fríggjadagur 18. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 54 - 18. mars 2005
Óli Hammer leggur frá sær
Smyril Line skal hava
nýggjan stjóra. Óli
Hammer leggur frá
sær, og samráðingar
eru í gongd við eitt
nýtt stjóraevni, sigur
nevndarformaðurin
STJÓRASKIFTI
Edvard Joensen
Óli Hammer leggur frá sær
eftir góð 22 ár sum stjóri í
Smyril Line. Samráðingar
eru millum nevndina og eitt
nýtt
stjóraevni,
sigur
nevndaformaðurin í Smyril
Line, Klæmint Weihe.
– Stundin er komin at lata
yngri kreftir sleppa framat.
Eg havi verið stjóri í Smyril
Line í meira enn 22 spenn-
andi ár. Tá vit telja árini
sum skipari á Smyrli við, so
havi eg tikist við ferða-
fólka- og farmaflutning á
Norðuratlantshavinum
í
meira enn 30 ár, og nú er tíð
at fara, sigur Óli Hammer í
tíðindaskrivi, sum hann
saman
við
nevndarfor-
manninum í Smyril Line
sendi fjølmiðlunum hós-
morgunin.
Spurdur um stjórin er
trýstur úr starvinum orsak-
að av støðuni, Smyril Line í
seinastuni hvur verið í,
svarar nevndarformaðurin,
Klæmint Weihe, at tað, sum
stendur í tíðindaskrivinum
er tað, sum partarnir eru
komnir á samt um, og einki
annað verður sagt um tað.
Óli Hammer hevur verið
ímyndin av Smyril Line,
síðan hann í 1982 saman
við øðrum tók stig til at
stovna felagið. Smyril Line
varð stovnað 1. november
1982 við Óla Hammer sum
stjóra. Undan tí var Óli
Hammer skipari á Smyrli,
sum var byrjanin til ta
ferðafólkarutuna, ið Norr-
öna, síðan hon kom, hevur
røkt.
Óli Hammer leggur fá
sær, samstundis, sum vissa
er fingin fyri, at tað fram-
vegis fer at standa Tórs-
havn, og at Merkið fer at
veitra á reyvini á Norrönu.
Nevndin í Smyril Line og
Óli Hammer, fráfarandi
stjóri, siga, at tey eru samd
um, at løtan nú er tann rætta
til stjóraskiftið.
Hóast Óli Hammer nú
leggur frá sær sum stjóri,
fer hann framhaldandi at
virka sum ráðgevi hjá fel-
agnum, tað, sum eftir er av
hesum árinum.
So er tað avgjørt. Før-
oyingar eiga fram-
haldandi partabræva-
meirilutan í Smyril
Line, og ætlaða av-
talan við Fjord Line
um at stovna nýtt
ferjufelag, er slept
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Framtaksgrunnurin
er
størsti partaeigarin í Smyril
Line. Tað er greitt, eftir at
íslendskia Austfar, føroyski
Framtakgrunnurin
og
Tryggingarfelagið Føroyar
hava játtað at seta tilsamans
60
milliónir
krónur
í
nýggjum partapeningin í
Smyril Line.
Samstundis boðar nevnd-
in í Smyril Line, frá, at
ætlaða avtalan við Fjord
Line um at stovna ferju-
felagið North Atlantic Line
verður av ongum. Tó fara
feløgini framhaldandi at
samstarva á ymsum økjum,
sum hava við vinnuna at
gera, sigur Klæmint Weihe,
nevndarformaður í Smyril
Line.
Í staðin er Smyril Line í
samráðingum við stóra
flutningsfelagið Blue Wat-
er, sum arbeiðir rættiliga
víða um í Europa, um at
stovna eitt felags farma-
felag. Tann avtalan við at
koma undir land og verður
væntandi klár tann fyrsta
apríl, sigur Klæmint Weihe,
nevndarformaður í Smyril
Line.
Smyril Line fer at hava
Norrönum sum siglandi
partin av flutningskervin-
um hjá nýggja felagnum.
Blue Water hevur rættiliga
væl útbygt flutningskervi á
landi. Feløgini fara at eiga
hvør sína helvt av partapen-
inginum í nýggja flutnings-
felagnum.
Við nýggju avtaluni um
partapening tykist avgerða-
rætturin enn tryggari heima
aftur í Føroyum. Framtaks-
grunnurin, sum nú er størsti
einstaki partaeigarin, eigur
nú saman við Tryggingar-
felagnum Føroyar og ís-
lendska Austfar 62 prosent
av samlaða partapening-
inum í felagnum. Het-
lendski menningargrunnur-
in, sum undan hesi avtaluni
var størsti einstaki partaeig-
arin við góðum 30 pros-
entum av partapeninginum,
eigur nú 20 prosent av
partapeninginum. Hini 18
prosentini eiga aðrir smæri
partaeigarar.
Óli Hammer leggur frá sær
eftir at hava verið stjóri á
Smyril Line í góð 22 ár
Norröna verður verandi føroysk
Tað man lætta hjá nógvum at frætta, at Norröna framhaldandi fer at sigla við Merkinum á reyvini