Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2005 7 Vøksturin í bóking- unum hjá Smyril Line er stórur í mun til í fjør, sigur marknað- arstjórin FERÐAVINNA Edvard Joensen Bókingarnar hjá Smyril Line eru í miðal øktar við umleið 15 prosentum í mun til hesa tíðina í fjør. Taka vit einstaklinganar burturúr, er vøksturin hjá hesum bólk- inum heili 35 prosent, sigur Hendrik Egholm, marknað- arstjóri hjá Smyril Line. Talan er um vøkstur yvir alla linjuna, sigur hann. Íslandsrutan er tann stóra inntøkan um summarið, men tá tað regnar á prestin, plagar sum kunnugt eiinni onkur dropi at loypa av til deknin eisini, sigur markn- aðarstjróin. Og soleiðis er eisini her, sigur hann. Tey, sum fara til Íslands, plaga at steðga á í Føroyum og soleiðis eisini geva sín part her. Hesi, sum fara við Norr- önu til Íslands eru nógv fólk, sum ferðast við hús- vognum. Og tey eru fleiri í ár enn í fjør. Eisini úr Føroyum økjast bíleggingarnar, sigur marknaðarstjórin á Smyril Line. Føroyingar fara ser- liga eftir pakkaferðunum, sigur hann. Og tað tykist, sum feriusentrini í Dan- mark eru nógv umhildin ferðamál hjá føroyskum familjum. Eisini hetlendingar fegn- ast um framgongdina í bókingunum hjá Smyril Line, sum tey siga seg merkja í hetlendsku ferða- vinnuni. Har tosa tey beinleiðis um innrás av skandinaviskum ferða- fólkum í summar. Um orsøkina til øktu bókingarnar, sigur Hendrik Egholm, at tað millum annað kemst av meira ágangandi marknaðarfør- ing. Og so tí stóra upplandinum, sum Smyril Line hevur bygt upp, sum hann tekur til. Her sipar hann til, a t felagið hevur nógvar skrivstovur og aðal- umboð kring í Europa og eisini longri burtur í heiminum. So langt burturi sum í Australia, sita fólk og selja ferðir við Norrönu, vísir hann á. Gistingarhúseigarar siga frá ov fáum gist- ingum í juli mána, sum annars skuldi verið tann heilt stóri feriumánin yvirhøv- ur. Grundina halda teir vera, at útlend- ingar sleppa ikki til Føroya fyri føroying- um, sum leggja hald á flutningstólini hesa tíðina FERÐAVINNA Edvard Joensen Føroyingar leggja hald á setrini í flogførunum og koyggjurnar umborð á Norrönu ta tíðina, tá flest fólk um okkara leiðir hava summarfrí. Tískil standa føroysku gistingarhúsini við alt ov nógvum tómum seingjarplássum í juli mána, halda føroyskir gist- ingarhúseigarar. Hóast gistingarnar á før- oyskum gistingarhúsum er øktar við góðum 12.000 í tali seinastu fýra árini, siga tey, sum reka gistingarhús- ini at, at tey kundu saktans hýst væl fleiri gestum. Eitt nu siga stóru hot- ellini í høvuðsstaðnum frá, at tey hava umleið 70 pro- sent »belegning« í juli mána. Og tað er alt ov lítið. Tí juli skuldi verið tann heilt stóri mánin til ferða- fólk, sigur Uni Danielsen, sum er formaður í Gisting- arhús- og Matstovufelag Føroya. Tað vísir seg, siga før- oyskir gistingarhúseigarar, sum Sosialurin hevur tosað við, at juli máni er ein svíkur í tí annars sera stuttu »sesongini«, sum fatar um juni, juli og august, tá flest ferðafólk væntandi skuldu verið í Føroyum. Onkur hotelstjóri tók til at tey kundu tað sama bara stongt og farið í feriu i juli. Tí so lítið av gestum sóu tey tá. Og tað er jú fullkomuliga burturvið, a háarstíðin skal ver tann slakasta til gisit- ingar, halda teir. Føroyingar taka pláss Í frágreiðing síni frá aðal- fundinum hjá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, sum nýliga hevur verið, sigur formaðurin, at ein grund til fáu gistingarnar í juli mána kann vera, at útlendsk ferðafólk ikki sleppa fram at flutningstól- unum fyri føroyingum, sum fara uttanlands júst hesa tíðina. – Hetta er so bara ein teori, vit hava, sigur Uni Danielsen, formaður í fel- agnum hjá gistarhús- og matstovueigarum. Men vit halda kortini, at hon er ikki heilt av leið. Og hann heldur eisini, at samstundis, sum eitt nú flúgvarasetrini eru fækkað, er tann høgi ferðaseðlaprís- urin eitt tungtvigandi argument hjá fólki fyri at halda seg burtur úr Før- oyum. Stjórin á Hotel Føroyum, Johannus Jensen, er heldur ikki í iva um, at prísirnir hava ein stóran part av skuldini fyri, at ferðafólka- talið ikki er tað, sum ynskiligt kundi verið mitt um summarið. Hann heldur, at tað kundi gott verið brúk fyri einum lágprísflogfelag at flogið millum Føroyar og útheim- in um summarið. Tað hevði heilt avgjørt fingið fleiri fremmandafólk at komið hendanveg, sigur hann. Og tað hevði ikki verið nakar trupulleiki at hýst teimum, sigur stjórin á Hotel Før- oyum. Hann vísir, eins og Uni Danielsen, aftur tí, sum Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, herfyri segði um, at tað eru og fáir gistingar- møguleikar í Føroyum. Hotelmenninir halda báðir í sínum lagi, at tað hinvegin eru ov fáir ferðamøguleikar at koma til Føroya. Kappingin burtur Hóast hetta við ov fáum gestum á gistingarhúsunum um summarið ikki er nakað nýtt, ger manglandi kapp- ingin á flutningsøkinum ikki støðuna betri, sigur hotelmennirnir, Sosialurin hevur tosað við. Teir vísa á, at tað er vorð- ið munandi dýrari hjá bólk- um at ferðast til Føroya, síðan Maersk Air gavst við síni Føroyaflúgving. Gaman í, sigur stjórin á Atlantic Airways, at ferða- seðlaprísirnir eru ikki hækkaðir. Og tað er eisni partvís rætt. Men bara partvís. Tí her verður tosað um ferðaseðlar fyri fullan prís, APEX og vikuskiftis- ferðir. Men tey tilboðini, sum størri bólkar fyrr kundu fáa frá flogfeløgun- um, eru ikki at finna meira, siga hotelmenninir. Stóra minkingin í tali av setrum loyvir stutt sagt ikki nøkr- um tilboðum. Tí har er alt fultsett í flogførunum, vísa teir á. Alternativ vinna Gistingarhús- og Matstovu- felag Føroya vísir á, at ferðavinnan er eitt sera gott alternativ til føroyskan útflutning. Men vit mangla hagtøl her sum í so mongum øðr- um førum, sigur Uni Dani- elsen, formaður í Gistingar- hús- og Matstovufelag Før- oya. Hann sigur, at tað vís- ir, seg, at ferðavinnan stend- ur fyri meira enn 200 milli- ónum krónum, áðrenn flutn- ingsvinnan er tikin við. Og tað er ein rímiliga góður prosentpartur av útflutn- ingsvirði okkara, sigur hann. Tí er tað serliga harmi- ligt, um nú darvandi flutn- ingsmøguleikar skulu gera, at vit ikki fáa gagnnýtt tað tilfeingi, sum veruliga er í hesi vinnuni, sigur hann. Og aftur kemur hann til svíkin í gistingum í juli. Av teimum reiðiliga 100.000 gistingunum á føroyskum gistingarhúsum í fjør, vóru tær 48.000 í juni, juli og august. Men nógv fleiri í juni og august enn í juli. Stórur vøkstur i bókingunum Útlendsk ferðafólk trokað burtur Ein av grundunum til øktu bókingarnar hjá Smyril Line er meira ágangandi marknaðarføring, sigur marknaðarstrjórin hjá felagnum, Hendrik Egholm Uni Danielsen, formaður í Gistingarhús- og Matstovu- felag Føroya, sigur, at tey, sum reka gistingarhús í Føroyum halda, at flutnings- møguleikarnir millum Føroyar og útheimin eru ov fáir og ov dýrir Mynd: Jens Kristian Vang