fríggjadagur 18. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 54 - 18. mars 2005
Gera enn eina roynd
at samstarva í Suðuroy
Tvøroyrar Býráð tekur enn einaferð stig til
at fáa allar kommunur í Suðuroy at sam-
starva
SAMSTARV
Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo
Nú tekur Tvøroyrar Kommuna enn einaferð stig til at
fáa kommunurnar í Suðuroynni at samstarva.
Býráðið hevur meiri enn einaferð roynt at fáa gongd á
arbeiðið at leggja alla Suðuroy í eina kommunu, men
tað hevur higartil verið til fánýtis.
Men nú roynir Býráðið á Tvøroyri so at fáa eitt tættari
samstarv ímillum kommunurnar, uttan at leggja sam-
an.
Í tí sambandi hevur býráðið á Tvøroyri boðsent øllum
hinum seks kommununum í oynni á fund um mánað-
arskiftið.
Á tí fundinum skulu kommunurnar vita um tað er
grundarlag fyri at endurskipa felagskommunala sam-
starvið í Suðuroynni.
Síðst í áttatiárunum ella fyrst nítiárunum høvdu
kommunurnar í Suðuroy eina felagskommunu, men
tað var heilt skjótt, at ósemja tók seg upp, so tað sam-
starvið datt niðurfyri aftur eftir heilt fáum árum.
Fyri nøkrum árum síðani royndi Tvøroyrar Býráð at
endurskipa hetta felagskommunala samstarvið, men tá
vildu vágbingar ikki.
Og nú roynir Tvøroyrar Býráð so enn einaferð.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at hann hevur
fingið áheitanir frá øðrum kommunum um at royna at
endurskipa felagskommununa og teimum áheitanun-
um ætlar hann at fylgja.
Hendan royndin hjá Tvøroyrar Býráð kemur beint í
hølunum á eini roynd hjá Vágs Býráð at skipa ein Suð-
uroyarbólk, sum fer at hava áleið sama endamál sum
ein felagskommuna.
Býráðið í Vági hevur samtykt at taka stig til at setovna
ein slíkan bólk og í løtuni situr ein víðkað fíggjar-
nevnd hjábýráðnum og ger uppskot til arbeiðssetning
og reglugerð hjá einum slíkum bólki.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági vónar, at ætl-
anirnar hjáVágs Býráð og Tvøroyrar Býráð, kunnu
samansjóðast.
Eftir fundin í Suður-
oy týsdagin er løg-
maður enn meiri
sannførdur um, at tað
rætta er at byggja ein
skúladepil í Hovi og
at byggja røktarheim
í Vági ístaðin
SUÐUROYARPAKKIN
Áki Bertholdsen,
aki@sosialurin.fo
– Eg eri meiri sannførdur
enn nakrantíð um, at tað er
rætt at gera ein skúladepil í
Hovi og at byggja eitt røkt-
arheim í Vági ístaðin.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, er rættiliga væl-
nøgdur við fundin, sum
landsstýrið
hevði
við
kommunurnar í Suðuroy
týsdagin.
Á tí fundinum kunnaðu
løgmaður,
Hans
Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
heilsumálum og Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í
skúlamálum, øll bý- og
bygdaráðini í Suðuroy um
Suðuroyarpakkan
hjá
Landsstýrinum
Suðuroyarpakkin ber í
sær, at ætlaði miðnáms-
skúlin í Vági og heilsuskúl-
in á Tvøroyri verða bygdir í
ein skúladepil í Hovi og at
eitt røktarheim verður bygt
í Vági á stykkinum, sum er
grivið út til miðnámsskúl-
an.
– Eg eri rættiliga væl
nøgdur við fundin, tí tað er
mín greiða uppfatan at sum
heild taka bý- og bygdaráð-
ini í Suðuroy undir við ætl-
anini.
– Tað er bara ein meiriluti
í Vágs Býráði, sum fram-
vegis er ímóti ætlanini og
sum tvíheldur um, at mið-
námsskúlin skal vera í
Vági.
– Tvøroyrar Kommuna
hevði setir nøkur spurnar-
tekin, men eg meti ikki at
tey eru størri enn so, enn at
tey kunnu fáast av vegnum,
so at eisini Tvøroyrar Bý-
ráð kann taka undir við ætl-
anini.
– Allar hinar kommunur-
nar tóku sera væl undir ætl-
anini og onkur var enntá
reiðiliga eldhugað at fáa
hana setta í verk.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at samanumtikið fekk
hann váttað á fundinum, at
Landsstýrið er á rættari leið
og at hetta avgjørt er eitt
mál, sum Landsstýrið eigur
at arbeiða víðari við.
– Í sambandi við skúlan
hevur spurningurin eisini
verið umrøddur um at fáa
skúlan til eisini at húsa
musikkskúlanum í Suðuroy
og kanska øðrum við.
Sleppa ikki undan
Kommunurnar skulu betala
helvtina av tí, sum eitt røkt-
arheim kostar at byggja.
Løgmaður staðfestir, at
summar kommunur í Suð-
uroy er illa fyri fíggjarliga
og at tað tískil er eitt ódnar-
tak hjá teimum at fíggja eitt
slík røktarheim.
– Uppgávan verður so at
finna ein fíggingarleist,
sum kommunurnar kunnu
klára og tað verður rættiliga
avgerðandi fyri ætlanina.
Tí er landsstýrið sinnað
at samráðast við kommun-
urnar um at finna ein fígg-
ingarleist, sum tær klára at
bera.
Jóannes Eidesgaard vísur
á, at tað at er bara eitt, sum
er heilt vist og tað er spurn-
ingurin um røktarheim er
eitt mál, sum kommunur-
nar ikki sleppa undan.
– Trupulleikin er stórur
og hetta er ein útreiðsla,
sum kommunurnar ikki
sleppa undan.
Spurningur
um fólkaræði
Eftir fundin er løgmaður
sostatt komin til ta niður-
støðu, at tær fimm smærru
kommunurnar eru fyri ætl-
anini og at ivin hjá Tvør-
oyrar Býráð er ikki størri
enn so, enn at tann trupul-
leikin kann beinast av veg-
num, so at eisini Tvøroyrar
Býráð kann taka undir við
ætlanini.
Gongst sum Løgmaður
spáar, stendur tað eftir, at
ein meirluti í Vágs Býráð er
ímóti ætlanini,samstundis
sum ein minniluti í Býráð-
num er fyri henni.
Meirilutin í Vágs Býráð
ímóti ætlanini er ikki størri
enn so, enn at tað eru bara
tveir býráðslimir í yvirvág.
Broyta tveir býráðslimir
støðu, er sostatt eisini meir-
luti í Vágs býráð fyri ætlan-
ina.
Jóannes Eidesgaard er
samdur við teimum sum
meta hetta sum eitt mál fyri
alla Suðuroynna og ikki
bara eitt mál fyri Vág.
– Tað er ein ótrúliga stór-
ur spurningur um ein ein
meiriluti í Vágs Býráð skal
vera avgerandi fyri, hvussu
útbyggingar í allari Suður-
oy skulu vera, sigur Løg-
maður.
Hann heldur, at tá kunnu
vit veruliga seta spurningin
við fólkaræðið, tí gongur
tað sum hann væntar, er ein
stórur meiriluti av øllum
suðuroyingum fyri ætlan-
ini. Tí er tað ein spurningur,
um ein meiriluti uppá tveir
býráðslimir í Vági skal
koppa allari lastini.
– Hetta eru eisini viður-
skifti, sum Landsstýrið má
taka við í samlaðu meting-
unum, sigur løgmaður.
Sjálvur heldur løgmaður
heilt avgjørt ikki, at tað er
rímiligt!
–Serliga ikki tá ið næstan
allir hinir bý- og bygda-
ráðslimirnar duga at síggja,
at Suðuroyarpakkin kann
fáa stóran týdning í roynd-
unum at seta gongd á eina
menning í Suðuroy, sum
stórur saknur hevur verið í.
– Allir serfrøðingar, sum
hava viðgjørt við Suður-
oynna, eru samdir um, at
tað er heilt stórt trot á
størvum til konufólk í Suð-
uroy.
Hann sigur at á einum
røktarheimi í Vági verða
upp til 65 ársverk, um eitt
heim verður bygt, sum
nøktar allan tørvin, tvs hev-
ur 49 pláss.
– Tað er næstan alt konu-
fólkastørv og eitt slíkt heim
fer at betala upp til 20
milliónir út í lønum um
árið.
Tilsamans er talan um
bygging fyri yvir 100 milli-
ónir og tað átti at komið
sera væl við hjá vinnuni í
Suðuroy
Men akkurát hvussu stórt
eitt røktarheim kann vera,
veldst eisini um fíggjar-
orkuna hjá kommununum,
tí tær skulu betala helvtina
og hóast Landsstýrið er
sinnað at gera serligar av-
talur um fíggingina, er ikki
vist, at tað ber til at byggja
eitt heim, sum nøktar allan
tørvin.
– Landsstýrið er fram-
haldandi av teirri áskoðan,
at tað er rætt at byggja ein
skúladepil í Hovi og eitt
røktarheim í Vági.
– Uttan iva fara onkrir
vágbingar, sum arbeiða á
Tvøroyri, at flyta til Vágs at
arbeiða. Men tað skerst ikki
burtur, at talan er um nógv,
nýggj kvinnustørv til Suð-
uroyar og tað er harðliga
tiltrongt, sigur Løgmaður.
Styrktur í trúnni á skúladepil
í Hovi og røktarheim í Vági
Tað er ikki hvønn dag at Suðuroyingar fáa vitjan av Løgmanni og trimum landsstýrismonnum.
Men tað hendi týsdagin táið Landsstýrið var í Suðuroy og greiddi frá Suðuroyarpakkanum. Frá
vinstru sita Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum,
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, Páll Holm Lave, arkitektur hjá Árna
Winther og Eyðfinn Mørk, býráðslimur í Vági
– Vit hava fingið áheitanir um at royna at fáa samstarv
í lag og tað ætla vit at royna, sigur Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri