Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2005 9 Løgtingið fundaðist til langt út á miku- kvøldið, og tingið varð tíðliga til arbeið- is aftur hósmorgunin. Løgtingsmenn hava úr at gera við við- gerðum av øllum teimum mongu ting- málunum, sum komu inn seinastu fram- løgudagarnar LØGTINGIÐ Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo – Tað er strævið. Soleiðis plagar ævigtles- andi Esmar Eysturoy at taka til, tá einki stendur til. Og kanska freistast okk- urt tingfólk í hesum døgum til at siga tað sama. Í øllum førum hava ting- fólk nógv meira at gera í løtuni, enn tey vanliga hava. Orsøkin er fyrst og fremst, at ein rúgva av upp- skotum vóru løgd fyri løg- tingið seinastu framløgu- dagarnar, sum vóru fyrst í mars, og nú skulu øll hesi uppskot hava fyrstu viðgerð í løgtinginum. Mikudagin fóru løgtings- fólk til arbeiðis klokkan 10 á morgni, og tingfundurin var ikki lokin fyrr enn eftir klokkan 9 á kvøldi. Tingið viðgjørdi hendan langa dagin alt frá eykajáttanar- lóg fyri mars, til fiskapakk- an, ferðslu og loftmiðlar. Eina tíma fyrr Vanligt er, at tingfundir fyrrapart byrja klokkan 10, men hósmorgunin kallaði løgtingsformaðurin tingið saman longu klokkan 9, tí so nógv er at fara um. Hósdagin vóru nógv og ymisk mál til 1. viðgerð í løgtinginum. Dagurin byrjaði við upp- skoti um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, og síðani varð farið til landsskúlalæknaskipan, reiðarívirksemi, nýggjan fiskivinnuskúla, skatt og sølu av rúsdrekka. Tað hevur verið vanligt, at tingfólk hava úr at gera hesa tíðina, tí so nógv upp- skot verða løgd fyri tingið beint áðrenn evstamark, og tey skulu øll viðgerast, áðr- enn tey vera beind í nevnd. – Vandin fyri at gera feilir er nógv størri, tá ið so stórt tíðarpress er á viðgerðini í løg- tinginum, sigur Kári P. Højgaard, sum er einsamallur tingmað- ur fyri Sjálvstýris- flokkin, nú løgtingið viðger eina ørgrynnu av uppskotum – summi fleiri hundrað síður til longdar TINGARBEIÐI Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Tað er mest sum ógjørligt hjá løgtingsfólkum at fylgja við í tinginum í hes- um døgum. Øll tey mongu uppskotini, sum vórðu løgd fyri tingið seinastu fram- løgudagarnar í mars, skulu nú viðgerast, og tað er næstan vónleyst at seta seg inn í øll mál. Trupulleikin er størstu hjá Kára P. Højgaard, sum er einsamallur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. – Sjálvt teir stóru flokk- arnir hava trupuleikar at fylgja við, so tað sigur seg sjálvt, at tað er øgiliga strævið hjá mær, sigur Kári P. Højgaard. – Men vandin við øllum hesum uppskotunum er ikki, at tingmenn skulu arb- eiða yvir og hava langar dagar. Tann stóri vandin er, at møgulekin at gera feilir er nógv størri, tá ið so stórt tíðarpress er á viðgerðini í løgtinginum, og tað er ikki nøktandi, sigur hann. Støðan versnar Mikudagin og hósdagin hevði løgtingið fleiri enn 20 uppskot til viðgerðar, og næstu tríggjar arbeiðsdag- arnar í tinginum koma 17 nýggj uppskot til viðgerðar. – Hóast formansskapurin í løgtinginum hevur roynt at gera nakað við hendan trupulleika, so er støðan helst verri enn nakrantíð, sigur Kári P. Højgaard. – Formansskapurin hevði tíðliga í ár fund við allar flokkarnar, har tað varð heitt á øll um at virka fyri, at tingarbeiðið gjørdist meira støðugt, og at so nógv uppskot ikki vóru løgd fyri tingið í síðstu løtu. Men hetta hevur so at siga onga ávirkan havt. Kári P. Højgaard heldur, at hetta er ein stórur trupul- leiki fyri løgtingið, og við- gerðin í løgtinginum – bæði í tingsalinum og í nevndun- um – verður merkt av órímiliga stóru arbeiðs- byrðuni. 88.000 síður í einum máli Tað eru ikki bara smá mál, sum verða løgd fyri løg- tingið beint undan evsta- markinum. Fýra ríkislógar- tilmæli um peningalig við- urskifti, sum verða við- gjørd undir einum, eru so stór, at skuldi hvørt ting- fólk havt eitt eintak av øll- um tilfarinum, skuldu 88.000 síður prentast sam- anlagt. Og hesi fýra mál eru bara nøkur fá mál í stóru rúgvuni. – Fíggjarnevndin fær eini 13 ella 14 mál til viðgerðar næstu tíðina, og tá ið ætlan- in er, at tingið skal fara heim seinast 1. mai, so sig- ur tað seg sjálvt, at viðgerð- in verður merkt av stórum tíðarpressi, sigur Kári P. Højgaard. – Hendan støðan kann ikki halda fram, og vit mugu tryggja okkum, at tað verður meira støðugt arb- eiði í løgtinginum, og at uppskot verða løgd fram alt tingárið. Vit høvdu til døm- is lítið og einki at gera í jan- uar og februar mánaði, men nú er øgiligt trýst á, sigur tingmaðurin fyri Sjálvstýr- isflokkin. Norðoya Sparikassi ætlar sær at halda fingrarnar burtur frá alivinnuni, hóast vinnan hevur brúk fyri bæði nýggjum íleggjarum og nýggj- ari fígging. Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at alivinnan er við at gerast ov stór hjá føroyskum pen- ingastovnum at fíggja ALIVINNA Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Klaksvík: Norðoya Spari- kassi ætlar sær ikki at fara við í alivinnuna, nú vinnan í Norðoyggjum hevur brúk fyri bæði nýggjum kapitali og nýggjari fígging. – Vit eru blivnir spurdir fleiri ferðir um hetta sein- astu 12 árini, og vit fingu eisini spurningin, tá tað gekk sera væl hjá vinnuni fyri trimum árum síðani, men vit hava sagt nei til fíggja alivinnuna, og vit hava ikki broytt hugsan, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. – Vit hevldur vilja fíggja nógv í fiskivinnuni á sjógvi og á landi í Norðoyggjum, og tí kunnu vit ikki eisini fíggja eina alivinnu, sum hevur verið í kreppu fleiri ferðir. Stór óvissa um virksemi Alivinnan í Norðoyggjum hevur havt tað trupult, síð- ani vinnan varð rakt av ILA-sjúku, og marknaðurin versnaði munandi. Meginparturin av virk- seminum á sjónum er steðgaður, og á landi gong- ur eisini móti endanum. Virkið Kryvjing, sum hevur havt upp í 70 fólk til arbeið- is at virka alilaks, letur væntandi aftur um hálvan annan mánað, og tá er eing- in alilaksur eftir at taka í Norðoyggjum. Alifeløgini í Norðoyggj- um liva í óvissuni, tí tey vita ikki, hvussu tað verður við virkseminum í Norð- oyggjunum. – Bæði Faroe Salmon og East Salmon eiga smolt at seta út, men tað er trupult at fáa fígging til virksemið. Eginpeningurin í Faroe Sal- mon er burtur, og peninga- stovnarnir krevja nýggjan eginpening fyri at fíggja virksemið. Men tað er sera trupult at skaffa nýggjan eginpening, og í løtuni vita vit ikki, um tað fer at bera til at fáa gongd í alingina aftur, sigur Heini Greger- sen, sum er ein av høvuðs- monnunum í Faroe Salmon, sum hevur verið millum størstu alifeløgini í landi- num. Alivinnan ov stór Stjórin í Norðoya Spari- kassa heldur, at alivinnan í Føroyum hevur brúk fyri so stórari fígging, at tað í longdini kann gerast ein trupulleiki hjá føroyskum peningastovnum at fíggja vinnuna. – Samlaði eginpeningur- in hjá føroysku peninga- stovnunum er um 2,5 milli- ardir krónur, og skuldin í alivinnuni hevur verið um eina milliard krónur. At lána 40 prosent av eginpen- inginum út til eina einstaka vinnu, sum er merkt av so stórum váða, kann blíva ein ov stórur váði fyri føroysku peningastovnarnar í longd- ini, heldur Eyðfinn Reyð- berg. – Gongdin er tann vegin, at konsentratiónin í alivinn- uni verður størri, og tí eru upphæddirnar, sum skulu lánast, við at gerast ov stór- ar fyri føroyska fíggjar- heimin, heldur hann. Langar løtur í løgtinginum »Støðan er verri enn nakrantíð« – Hóast formansskapurin í løgtinginum hevur roynt at gera nakað við trupulleikan, so er støðan helst verri enn nakrantíð, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, um afturvendandi trupulleikan, at so nógv uppskot verða løgd fyri tingið beint áðrenn evstamark Alivinnan ov krevjandi fyri føroyskar bankar – Samlaði eginpeningurin hjá føroysku peningastovnunum er um 2,5 milliardir krónur, og skuldin í alivinnuni hevur verið um eina milliard krónur. At lána 40 prosent av eginpeningi- num út til eina einstaka vinnu, sum er merkt av so stórum váða, kann blíva ein ov stórur váði fyri føroysku peninga- stovnarnar í longdini, heldur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa