Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 54 - 18. mars 2005 Nú um dagarnar gjørdi landsins elsta ávís av at skifta format, stødd. Eftir at hava verið prentað í stóra for- matinum í skjótt 100 ár gjørdi leiðslan á blaðnum av at taka tað heldur kollveltandi og djarva stigið at geva blaðnum eina aðra og nýggja útsjónd. Hetta merkir, at øll føroysku bløðini nú eru í somu stødd, ja onkur vil siga, at øll nú eru í Sosialstødd. Fyri føroyska blaðmarknaðin hevur hetta neyvan tær stóru broytingarnar við sær. Uttan iva fara Sosialurin og Dimmalætting at halda fram við at vera landsins størstu ávísir. Men nú bæði bløðini eru í somu stødd er greitt, at kappingin verður harðari og kanska eisini meira jøvn. Fyri summi, sum síggja nakað stórt í at varðveita eina virkna blaðmentan í landinum, kann broytingin á Dimmu kennast sum eitt afturstig. Tá hugsað verður um týdningin av fjølbroytni, so er tað spell, at øll bløðinini nú líkjast, um ikki endiliga í innihaldi og uppseting, so í stødd. Tað hevði sína sjarmu, at tað eisini vóru bløð í stóru støddini, sum vit jú eisini kenna tað so væl frá blaðmarknaðunum í útlandinum. Hóast alsamt fleiri bløð fara burtur frá stóru støddini ikki minst av handilsligum orsøkum, so eru kortini mong eftir í stóru støddini. Nú er føroyski blað- marknaðurin ikki so stórur, men hyggja vit í bak- speglið, so høvdu vit í farna ári, ikki færri enn tvey bløð í stóru støddini. Umframt Dimmu so eisini Fregnir, sum var fyri blaðdeyðanum. Well, hetta er so gongdin og hana mugu vit so liva við. Harða kappingin á okkara lutvíst lítla blaðmark- naði ger, at neyvan hava vit sæð seinastu broyting- arnar. Eitt er stødd. Annað er innihald og so tað, sum á fjølmiðlamáli verður nevnt konvergensur. Hyggja vit rundan um okkum, so er tað alt meira vanligt, at blaðfyritøkur gerast til fjølmiðlafyritøkur, har tað verður arbeitt á fleiri plattformum. Hetta hava vit eisini longu sæð í Føroyum, har eitt nú Sosialurin nú í fleiri ár hevur lagt seg eftir at framleiða tíðindi burturav til internetið, eitt nú til landsins størsta portal, av mongum kendur sum rætt og slætt Portal- urin. Í hvønn mun vit fara at síggja eina menning á konvergensøkinum vil tíðin vísa. Sosialurin flytur í næstum inn í nýtt umhvørvi í Vágsbotni, har tað koma at vera nógv betri og meira avbjóðandi um- støður fyri framtíðar fjølmiðlavirksemi. Tá fara broytingar og tillagingar eisini at síggja dagsins ljós. Neyvan verður støddin á blaðnum broytt. Hon verður tann sama. Men møguleikarnir og krøvini til skilagóðar og sunnar broytingar eru tilstaðar í nýggja umhvørvinum, í hjartanum á Føroyum. Hetta fara vit at siga eitt sindur meira um, tá almenn móttøka verð- ur í nýggja fjølmiðlahúsinum í Vágsbotni fríggja- dagin 15. apríl. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Broytingar á blað- marknaðinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eivind Jacobsen Form. Honbóltssamband Føroya Undirritaði var uppringdur av Sosialinum og spurdur um viðmerkingar til tað, sum venjarin hjá Kyndil hevði sagt. Tí var eg ikki sørt bilsin av, at eg í blað- num fríggjadagin 18. mars, verði lagdur undir at lúgva. Tað er ikki serliga pent. Minsta krav átti at verið, at tit seta tykkum inn í mál, áðrenn tit skriva. Tað ber ikki til at brúka keldur, sum ikki vita hvat hendur á fundi, hóast tey hava lut- tikið á fundi. Og tað ber als ikki til at brúka keldur, sum ikki hava verið á fundi. Og tað ber ikki til at brúka keldur, sum ikki hava skil fyri, hvat lóg er galdandi og hvat ikki er galdandi. Annars átti Sosialurin at duga at rokna út, at tá Starvsnevndin hevur fulla heimild til, við harraboðum til kappingarnevndina, at áseta talið av liðum, so høvdu vit, um vit høvdu av- gjørt hetta, uttan um fe- løgini aftaná aðalfundin, so høvdu vit sagt tað. Kenni einki til at teir í manna starvsnevndina eru bangnir fyri at siga sína meining. At Sosialurin ikki kennir lógirnar hjá HSF og tí ikki veit, at uppskotið hjá Tjald- ur var aftur tikið, skal skrivast soleiðis, sum tað er í fundarfrágreiðinini, kundu teir fingið at vita, um teir spurdu á rætta stað. Nýggju viðtøkurnar sum vóru samtyktar nakrar minuttir áðrenn hetta málið siga at tað er Starvsvendin gjøgnum kappingarnevnd- ina sum avgerð alt viðvíkj- andi kappingini. Áðrenn var tað kappingarnevndin sum avgjørdi alt. Eftir regl- unum kann aðalfundurin bert samtykkja eina áheit- an, sum Starvsnevndin ikki er bundin at fylgja. Tað hevur altso ongantíð í nýggjari tíð verið aðalfund- urin sum avgerð nakað sum helst viðvíkjandi kapping- ini. Einasta broytingin í hesum er sostatt at "konga- ríkið" kappingarnevndin er fallið. Viðmerkjast skal, at van- liga hava mál verið umrødd á aðalfundi og niðurstøðan brúkt sum grundarlag fyri avgerðum í kappingar- nevndini. Men einki er skriva og kappingarnevndin hevur einki niðurskriva og næstan alt verður gjørt eftir minninum og bestu sann- føring so rætt sum tilber. Men tað er altso ikki stutt- ligt tá ósemjur taka seg upp um kappingina. Avgerðin um at tað skuldu verða 8 lið í Sunset kappingini var altso tikin á aðalfundinum 29. mai. Tjaldur hevði uppskot (til áheitan á starvsnevndina) um at kvinnudeildin eins og mansdeildin skuldi hava 6 lið. Men teir bjóðaðu sær til at taka uppskotið um áheit- an aftur treyta av at teir fingu møguleika at spæla í 1. deild ella ein uppflyting- ardyst. Tá segði formaðurin í Starvsnevndini at hann dugdi ikki at síggja nakra forðing fyri at Starvs- nevndin kundi ganga hesari áheitan á møti. Eingin annar segði nakað. Eingin mótmælti. So tók Tjaldur uppskotið aftur. Vit í starvsnevndini halda sjálvandi munnligar avtal- ur. Vit høvdu fulla heimild at avgerða um tað skuldu verða 7 ella 8 lið í Sunset kappingini. Vit noyddust at krevja, at kappingarnevnd- in legði kappingina um- aftur við 8 liðum. Men um kappingarnevndin onkuntíð hevði havt fund hevði tað ikki verið neyðugt. (For- maðurin í Tjaldur er limur í kappingarnevndini!!) Til forsvar hjá Sosialin- um skal sigast at teir helst hava tosa við keldur sum teir mettu verða álítandi. Men kanska tit næstu ferð kanna málið enn betri og ansa eftir hvørjar keldur tit brúka. Tíverri má eg vegna hondbóltin ásanna at í okkara húsið er nógv óskil og tað at rudda upp og fáa reglur ger at vit traðka nógv fólk á tærnar. Tað sum er hent er hent. Um tað er soleiðis at viljin hjá feløgunum var at Tjald- ur ikki var í Sunset kapp- ingini kunnu vit bert harm- ast um, at tey ikki boðaðu frá hesum á aðalfundinum 29. mai 2004. Vit í Starvs- nevndini tóku støðu út frá tí vit hoyrdu og søgdu á hes- um fundi. Men vit vita hvat bleiv sagt og hvat ikki bleiv sagt. Viðmerking til grein í Sosialinum Eivind Jacobsen Form., Hondbóltssamband Føroya Tað er ikki frítt at tað er stuttligt at verða formaður í HSF. Tað byrjaði í mai 2003 við at feløgini á aðal- fundi høvdu givið grønt ljós til eina ætlan við nógv- um útreiðslum og lítlum inntøkum. Nýggja nevndin tók við í juni og fekk bjarga HSF undan húsagangi í fyrsta umfari. Í oktober 2003 vitjaði útlendskt lið og undirritaði mátti í skundi finna eina bankabók at gjalda flogferðina, so- leiðis at liðið slapp við flúgvaranum. Og síðan í bankan at lána kr. 300.000 til HSF. Í januar/februar 2004 var aftur galið. Tá var lands- liðsvenjari v.m. var á skránni. Tá mátti undirrit- aði leggja rygg til mangt og hvat og uppsøgnin var send HSF. Men eftir umbøn frá góðum fólki var boða til limafund og enn einaferð bjargaðu vit HSF undan konkursi. Um uppsøgnin ikki var tikin aftur hevði HSF 100% sikkurt verið konkurs. Um støðan ikki var so kritisk hevði upp- søgnin ikki verið tikin aftur. Á einum limafundi var undirritaði av felagsfor- manni, vegna alla nevnd- ina, skuldsettur fyri at melda hann/teir fyri stórt skattasvik og lagt var upp til at formaðurin í HSF mátti fara frá. Men tað tóku hini feløgini ikki undir við. Persónliga havi eg mist uml. Hálva millión av hes- um. Men tað sum verri er, er at tvey púra ósek starvs- fólk hava mist sítt starv. Nógv rok var eisini tá undirritaði noktaði at krevja kr. 5.000 fyri at amatør-leikarar flyta mill- um feløg. Tað finst eingin fundarfrágreiðing um nær hetta er sett í gildi og hvat gjaldast skal fyri. HSF hev- ur eisini skriv frá advokati, sum sigur at talan er um "slavuhandil". Men feløg- ini eru óð við formannin. Men tað má bíða inntil kanningar staðfesta hvat vit kunnu og vit ikki kunnu. Seinasta nýggja er at blíva lagdur undir at lúgva av Sosialinum. Men sjálv- andi hevur Sosialurin sínar keldur sum tíverri eru skeivar. Nakað av hesum kenni eg aftur. Men eg hevði vænta at fjølmiðl-ar- nir kanna betur eftir áðrenn teir prenta eina søgu. Men tað er ikki vist at tað blívur við at verða stutt- ligt!? Stuttligar løtur í HSF