fríggjadagur 18. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2005
11
Ingrid Holm
Sjúkrarøktarfrøðingur
Heilsan hjá okkara
sjófólki átti at verið
høgt politiskt raðfest.
Ikki kann sigast, at so
er.
Enn eru vit í slupp-
tíðini - præ-penicillin-
tíðini - við reglum frá
1922.
Tilvildin ræður, kost-
ar tað mannalív ?
Kann tað elva til var-
andi mein ?
Í 1967 byrjar tosið um
nýggja, tíðarhóskandi
medisinkistukunngerð.
Danir
høvdu
fingið
nýggja skipan í 1996,
ætlanin var at sama
skipan skuldi hava gildi
í Føroyum - sjálvandi
tillaga føroyskum um-
støðum, fyri at økja um
trygdina hjá okkara sjó-
og fiskimonnum.
Síðani hevur uppskot
til føroyska kunngerð
sirkulera í “systemin-
um”, hjá øllum teimum,
sum vara av Trygd á
Sjónum, fyrst á donsk-
um, síðani umsett orða-
rætt til føroyskt. Før-
oyskir heilsumyndug-
leikar, sjó- og fiski-
vinnumynduleikar,
skúla- og mentamálaráð,
samstarvsráð, løgmála-
ráð og helst onnur við,
hava sagt og skriva við-
merkingar, eru komin
við smærri og størri
broytingum, ella hava
viðmælt uppskotinum til
Føroyska Kunngerð um
Skipsheiluvág.
Løgtingslóg
nr.165
um Trygd á Sjónum er
lýst 21.december 2001.
Føroysk Kunngerð um
Skipsheiluvág, sum skal
seta lógina í gildi, er klár
í september 2002.
Síðani tá er kunngerð-
in horvin !
Ótaldir fyrispurningar
eru sendir uttan úrslit.
Løgmenn eru komnir
og farnir - landsstýris-
menn eru komnir og
farnir - løgtingsmenn
eru komnir og farnir. Vit
hava fingið ráð og ráð-
harrar og skipaeftirlitið
er yvirtikið.
Hvat kann vera hent ?
Eg síggi tveir møgu-
leikar :
1. Sama skil sum í
sendingini
“Ja,
Harra Ráðharri”, har
ymisk uppskot og
kunngerðir ferðast
millum inn- og út-
bakkar uttan at nakar
hyggur at teimum.
2. Onkur
fráfarðandi
hevur (av óvart?)
stungið kunngerðina
í svarta plastikposan,
sum vit javnan síggja
í sjónvarpinum, tá
skrivstovan
skal
tømast.
Í dag - 2005 - verður ar-
beitt eftir einari kunn-
gerð frá 1922, við onkr-
um hissini broytingum
av og á, seinast í 1989.
Ja, so gomul er kunn-
gerðin, at penicillini hjá
Alexander
Flemming
var ikki uppfunnið tá
hon varð sett í gildi.
Sjóvinna og fiski-
vinna eru okkara høv-
uðsvinnur.
Sjómenn og fiski-
menn okkara hava hava
strævið og vandamikið
arbeiði.
Vit reypa av at hava
heimsins best útgjørda
fiskiflota.
Um skaði ella sjúka er
umborð, eigur man at
kunna nýta nútímans út-
gerð við dagførdari vit-
an.
Eigur
trygdin
hjá
okkara sjómonnum og
fiskimonnum
ongan
góðan, sum kann finna,
avgreiða ivamál og bera
so í bandi, at Kunngerð
um Skipsheiluvág verð-
ur lýst, so vit fáa greiðar
reglur á hesum tíðandi
øki, við tíðarhóskandi
heiligvágsgoymslum og
skipaðari útbúgving til
navigatørarnar.
Avvarðandi myndug-
leikar skulu ikki nýta
orku at svara mínum
lesarabrævi - eg havi
hoyrt allar undanførsl-
urnar fleiri ferðir - bert
syrgja fyri at tryggja
okkara siglandi fólki ta
heilsuskipan, ið neyðug
er í einum nútímans
samfelagi.
Slupptíðin á heilsu-
økinum eigur at verða
sigld afturum einaferð
med alla.
Hvørvisjón?
Medisinkistukunngerðin, sum hvarv !
Jákup Sverri Kass
sjálvstýrismaður
Tað er ongin loyna, at
Sjálvstýrisflokkurin hevur
tað strævi fyri tíðina.
Flokkurin hevur ein tinglim
og situr í anstøðu. Men sum
formaðurin í Unga Sjálv-
stýrinum eisini vísir á, so er
tíðin avgjørt ikki farin frá
Sjálvstýrisflokkinum.
Eg haldi, at føroyskur
politikkur hevur brúk fyri
einum flokki, sum ikki sær
alt í svørtum og hvítum.
Einum flokki, sum rúmar
bæði socialum og liberalum
sjónarmiðum;
einum
flokki, sum torir og vil
kjakast um tingini.
Eg haldi, at ein tann
størsti
trupulleikin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum sein-
astu árini hevur verið, at
flokkurin hevur roynt at
kappast við teir stóru flokk-
arnir um populistisk mál
sum t.d. skattalætta, hægri
eftirløn og undirsjóvar-
tunnlar.
Politikkur er so nógv
annað enn skattalætti, eftir-
løn og undirsjóvartunnlar.
Politikkur er eisini at tosað
um tey málini, sum ikki
fylla so nógv á populistiska
skálanum.
Umheimurin ein møgu-
leiki - ikki ein hóttan
Framstandandi
løgtings-
limir hava ta uppfatan, at
Føroyar eiga at standa
uttanfyri allar handilssam-
gongur, sum krevja, at vit
lata rættindi fyri at fáa
rættindi. Onkur vil enntá
vera við, at ES er verkið hjá
tí grábeinta sjálvum.
Eg meini, at vit eiga at
raðfesta internationaliser-
ing sera frammliga á poli-
tisku dagsskránnið. Vit
mugu
vera
fyrireikaði
uppá, at bæði Noreg og Ís-
land helst fara uppí ES
einaferð í framtíðini. Ístað-
in fyri at hugsa, at vit nokk
skulu finna útav tí seinni,
so eiga vit at taka spurn-
ingin upp so skjótt sum
gjørligt. Ístaðin fyri at sita
hendur í favn, so eiga vit,
eins og Sambandsflokkurin
í síðstu tingsetu vísti á, at
kanna
møguleikar
og
vansar við tættari samstarvi
ella møguligum limaskapi.
Sjálvstýrið
Tað má ikki vera nakar ivi
um, at Sjálvstýrisflokkurin,
nú sum altíð, arbeiðir ímóti
at føroyingar sita við evsta
valdinum í Føroyum - vit
sjálvstýrismenn kalla leið-
ina fram ímóti einum sjálv-
stýrandi Føroyum "Stig fyri
Stig". Eg haldi ikki, at
spurningurin er, um vit
vilja hava evsta vald í Før-
oyum, men heldur, hvat vit
gera aftaná, vit hava tikið
tað seinasta fetið á sjálv-
stýrisleið?
Kunnu vit hugsað okk-
um, at vit gera eina skipan,
lík henni sum Stórabretland
hevur við síni fyrrverandi
hjálond. Kunnu vit hugsað
okkum, at vit framhaldandi
kunnu fáa marknaðarat-
gongd, atgongd til hægri
lærustovnar, sjúkrahús og
aðrar tænastur frá Danmark
ígjøgum ein Commonwelth
líknandi felagsskap?
Europa er tann gamli
heimsparturin
Fólk í vesturheiminum liva
longri og longri - tey gerast
eldri og eldri. Rákið á
meginlandinum er eisini
tað, at barnafamiljurnar
ikki fáa meira enn eitt ella
tvey børn. Hetta rákið er tó
ikki komið til Føroyar enn -
men føroysku burðartølini
hava verið fallandi seinastu
árini.
Spurningurin um eftir-
lønina átti tískil at verið
settur á dagsskránna. Fara
vit at hava ráð til at geva
øllum føroyingum eina
virðiliga eftirløn um 30 ár?
Ella skulu vit geva teimum
borgarum, sum eru undir
40 ár boð um, at tey ikki
skulu væntað at fáa eftir-
løn?
Um man gjørdi tað, so
kundi man givið teimum,
sum ikki hava havt høvið til
at spara upp til ellisárini
eina virðiliga eftirløn. Eg
haldi, at man kundi havt
tvungna kapitalpensión og
býtt eftirlønina upp eftir
inntøkugrundarlagnum.
Tað vildi givið landinum
møguleika at geva teimum,
sum av ymsum orsøkum
ikki hava havt møguleikan
at spara upp, eina efturløn,
sum veruliga munar.
Mentan og gransking
Ein hugburðsbroyting er
neyðug innan mentan og
gransking. Tað er neyðugt
at upplýsa um, at íløgur í
mentan og gransking ikki
bert eru útreiðslur út í tóma
luft, men íløgur í framtíð-
ina. Íløgur í framtíðina hjá
bæði tjóðini og fólkunum,
sum skulu støðast í Føroy-
um í komandi ættarliðum.
Málrættaðar
íløgur
í
mentan okkara vildi givið
samfelagnum ein tiltrongd-
an íblástur - ein íblástur
sum vildi gjørt lívsgóðsku
okkara enn betur.
Málrættaðar íløgur innan
gransking kundu tryggja
okkum fleiri bein at standa
á. Hvussu kann sitandi
samgonga tosað um at
raðfesta gransking høgt til
tess at geva føroyingum eitt
alternativt bein at standa á -
og síðan fremja skerjingar á
økinum? Tað vísir bara, at
sitandi samgonga ongar
ætlanir hevur á langtíðar
økinum. Tað virkar, sum
um alt sum eitur visiónir og
langtíðarraðfestingar er út-
skift við løtuvinning.
Ein fólkakirkja fyri øll
Føroyingar hava verið eitt
kristi fólk í 1000 ár, men
framtíðin setur eisini síni
krøv til kirkjuna. Hvussu
tryggja vit fólkakirkjuna
best? Skal hon framhald-
andi verða fólksins kirkja,
so er neyðugt at kirkjan
fylgir fólkinum, og tulkar
bíbliuna í trá við samtíðina.
Tað nyttar lítið, at kirkjan
boðar ein boðskap, sum er
fremmandur fyri fólkinum
- ella hvat? Hetta er enn eitt
dømi uppá eitt kjak sum
tann politiski mynduleikin
má taka støðu til? Skulu vit
framhaldandi hava eina
fólkakirkju fyri øll ella skal
kirkjan fáa fríar teymar og
harvið gerast fríð av landin-
um?
Hvussu vit best varðveita
kirkjuna er enn eitt evni,
sum eg avgjørt haldi, at
Sjálvstýrisflokkurin eigur
at seta á dagsskránna.
Eitt valdømi
Sjálvstýrisflokkurin hevur
mangan ført fram, at flokk-
urin ynskir at skipa Føroyar
sum eitt valdømi. Um Før-
oyar var eitt valdømi, so
fingu vit eitt løgting, sum
arbeiddi fyri øllum land-
inum - og ikki einstakar
løgtingslimir, sum hvør í
sínum lag arbeiddu fyri
sínum valdømi.
Sjálvstýrisflokkurin - eitt
gott alternativ til teir stóru
flokkarnar
Nógv av teimum málun-
um, sum eg havi nevnt í
hesi grein (sum kundi verið
nógv longri) eru mál, sum
Sjálvstýrisflokkurin kann
seta á dagsskránna.
Sjálvstýrisflokkurin kann
verða við til at føra hesi
málini fram, til tess at vit
kunnu fáa eitt upplýst og
dynamiskt samfelag. Eitt
samfelag, sum tekur ímóti
teimum avbjóðingum, sum
eitt nú internationalisering-
in setur til føroyingin. Vit
hava brúk fyri langtíðar-
ætlanum og visiónum.
VIÐMERKINGAR
Er tíðin farin frá Sjálvstýrisflokkinum –
nei, avgjørt ikki!
Terji Nielsen
Formaðurin í Hondbólts-
sambandinum, Eivind Ja-
cobsen, sigur í lesarabrævi,
at tað eru skeiv tíðindi, ið
Sosialurin ber um broyt-
ingar í Sunset-kappingini
hjá kvinnum, sum var lýst í
blaðnum í farnu viku.
Tá segði Eivind Jacobsen
við undirritaða blaðmann,
at tað var ein aðalfundar-
samtykt frá aðalfundinum
tann 29. mai 2004, at
kappingin hjá kvinnunum
skuldi víðkast til átta lið.
Undirritaði
blaðmaður
eftirkannaði hetta og fekk
fatur á fundarfrásøgnini frá
aðalfundinum, sum ein løg-
frøðingur hevur skrivað fyri
HSF. Fundarfrásøgnin er
góðkend av starvsnevndini
í HSF, og í hesi frásøgn
stendur ikki eitt orð nevnt
um víðkan av kappingini
hjá kvinnum..
Svar til Eivind Jacobsen,
formann í HSF