Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 54 - 18. mars 2005 Dansifrøi í Havn er felagið fyri tey, ið frøast um dans og fyri tey sum frøðast um dans DANSUR Snorri Brend Havn: Henda seinasta veturin hevur Dansifrøi enn einaferð verið karm- urin um virksemið hjá teimum, ið dáma væl at dansa. Og felagið er samstundis karmurin um virksemið hjá teim- um, sum ynskja at læra seg at dansa. Seinasta leygarkvøld varð tí skipað fyri eini avdansiveitslu á Føroya Studentaskúla í Hoydøl- um, har danskeiðið í vetur endaði. Her vóru dansaðir teir dansirnir, sum næmingarnir í sam- anlagt fimm liðum høvdu lært henda sein- asta veturin. Lærarar teirra hava verið Ruth og Jógvan Martin Mørk, Annelisa og Mads Winther, og Sharon Weiss við sínum tónleikarum. Tað er eisini í Hoydøl- um, at Dansifrøi hevur hildið til tey seinastu mongu árini. Men vónað verður, at felagið í fram- tíðini kann fáa onnur og betri høli til virksemið. Næsta tiltakið hjá Dansifrøi verður í Hoy- dølum tann 5. apríl, tá felagið fær vitjan av dansarum úr Hetlandi. Tá verður eisini skipað fyri felagsdansi og hugnakvøldi. Felagshús Dansifrøi kann aftur í ár fegnast um ein vaksandi áhuga fyri dansiskeið- unum og teim tiltøkum, sum felagið annars skip- ar fyri gjøgnum árið. Felagið hevur tó havt ein trupulleika, og tað eru hølisviðurskiftini. Men nú fer okkurt skjótt at henda, soleiðis at ein loysn kann finnast á hesum málinum. Fyri tveimum árum síðani fór felagið í sam- starv við Fimleikarfe- lagið Ljósið um bygging av einum felagshúsum í Gundadali. Skipast skuldi soleiðis fyri, at Ljósið kom at halda til í kjallaranum og Dansi- frøi í ovaru hæddini. Í samband við hetta málið hava bygginevnd- irnar hjá feløgunum fingið stóra hjálp, bæði frá starvsfólkum og býráðslimum í Havn. Og tey hava eisini fingið játtað bæði øki og stuðul til húsini fyri einum ári síðani. Feløgini hava síðani søkt Mentamálaráðið um stuðul. Umsókn um stuðul varð send í mei mánaði í fjør, og tí bíða feløgini enn við spenn- ingi eftir svarinum úr Mentamálaráðnum. Í nevndini í felagnum sita nú: Formaðurin Er- ling Jørgensen, Sonja Mikkelsen, Andreas M. Andreasen, Sigrun Ru- beksen og Sjúrður Ras- mussen. Vaksandi áhugi fyri dansi Fleiri og fleiri vitja café’ina á Norðskála, usm nú økir um tilboðið til tey vitj- andi MATSTOVUR Snorri Brend Norðskáli: Tað hevur verið langt til nærmastu matstovu í Sundalagnum. Men fyri tveimum árum síðani lat Café-IN upp á Norðskála við mattilboðum til allar aldursbólkar. Í eina tíð hevur bert verið opið frá middagsleitinum og til kl. 23, men í hesi vikuni broyttist upplating- artíðin eitt sindur. Nú er opið frá kl. 10 á morgni til 23 á kvøldi. Tey gera hetta fyri at kunna bjóða fólki inn at fáa sær ein kaffimunn um morgunin, har tey sam- stundis hava møguleika at keypa sær fransbreyð ella okkurt líknandi afturvið. Hóast hesa øktu upp- latingartíðina so fer Café- IN framvegis at bjóða fólki dagsins rætt og ein hóp av skundverðum. Ítróttur og føðingardagar Henda café’in liggur á mangar mátar sera væl fyri og miðskeiðis í landslag- num. Framvið Norðskála koyra í túsundatali av bilum hvønn einasta dag, og nógvir teirra leggja leiðina inn í matvøruhandilin í grannalagnum. Nógv fólk leggja somu- leiðis leiðina inn á café’ina til at keypa sær okkurt til matna ella okkurt drekk- andi. Ein stórur partur av hesum eru havnarfólk, skilst. Fleiri brúka hølini, tá konfirmatión, dópur, føð- ingardagur og aðrar há- tíðarløtur eru á skránni. Og møguleiki er haraftrat fyri at fáa matin út av húsinum. Tað er tó ein bólkur av fólki, sum hava fingið eyguni meiri og meiri upp fyri hesum staðnum. Tað eru ítróttarfólkini. Tá tey eru afturkomin av dysti, m.a. í ítróttarhøllini á Eiði, leggja fleiri teirra leiðina inn higar fyri at fáa sær okkurt leskiligt at drekka, eitt gott prát, með- an tey lurta eftir ítróttar- tíðindunum í Útvarpinum. Tá hesi eru liðug fara tey víðari til heimbygdina. Í løtuni fara fram ávegis umbygginginar inni í café’ini, og tá hesar eru lidnar, verður enn betri høvi at skipa café’ina í ymsar deildir. Eitt ynski, sum nú eisini verður eftirlíkað, er ein stórskíggi. Nógv hava stóran áhuga í fótbólti, og í næsta mánaði fáa hesi eitt gott høvi til at síggja sítt lið spæla á stórskýggja, tá ein slíkur skýggi verður settur upp inni í matstovuni. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Vilja hava fleiri IN til kaffi Prógv Símun Person Jacobsen, Tórshavn, hevur við Århus Universitet lokið guðfrøðiligt embætisprógv. Dagurin 18. mars. Aleksander, deyður umleið 250. Úr Aleksandriu og endaði sum biskupur í Jerúsalem. Fleiri ferðir varð hann atsøktur fyri trúgv sína, men komst undan og doyði ein natúrligan deyða, og varð blóðvitni uttan blóð, sum tikið varð til. Tey sita og hugna sær í hugnaligu café’ini við Norðskála, sum Fríða Midjord rekur Mynd: Jens Kr. Vang Heimamissiónin skipar enn einaferð fyri Sangdegi Barn- anna Dagurin 19. mars er dag- urin, har øll barnakórini í Føroyum fáa møguleika at framføra og syngja saman við øðrum børnum um Jesus. Dagurin byrjar í missi- ónshúsinum Thabor, og sum ein góður endabrestur verður konsert síðani hildin í Mentanarhúsinum. Kon- sertin byrjar kl 15.00, har øll eru hjartaliga vælkom- in. Í samband við dagin er løgd ein spennandi, men kortini strævin skrá fyri børnini. Tey koma fyrra- partin, og eftir at tey hava fingið ein drekkamunn verður andakt og felags- sangur. Tá klokkan er vorðin 10:30 skal felagskórið venja, og tað gera tey tann næsta tíman. Tá munnu nógv av børnunum vera svang aftur, tí tá skal mat- pakkin etast, áðrenn felags- kórið aftur fer til venjingar kl. 12:30. Eftir enn ein góðan drekkamunn byrjar so konsertin í Mentanar-hús- inum, og varir hon í góðar tveir tímar, tá øll børnini fara hvør til sína bygd og bý. Sangglað børn møtast í Fuglafirði Sangdagur Barn- anna er vorðið eitt afturvendandi tiltak. Í ár verður Fuglafjørður karmur um til- takið. Myndin er tikin frá Sang- degnum í fjør