Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 1. apríl verður ein merkis- dagur fyri myndamannin Rógva Johansen úr Vági. Dagurin er nevniliga 75 ára dagurin fyri at omma Rógva, Ellen Dahl byrjaði at starvast sum fotografur í Vági. Ellen Dahl lærdi til foto- graf í Danmark. Læru- meistarin var fotograf Kaiser í Køge. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hon eina tíð í Danmark, fyri síðani at venda heim til Føroyar. Har byrjaði Ellen sítt virksemi sum foto- grafur í Vági. Handilin "Fa. Ellen Dahl" er í dag ein handil sum dóttir Ellen og mamma Rógva, Solveig Johansen eigur. Umframt at forrætningin hevur kiosk, selur handilin m.a. postalínsvørur, souve- nir, tógv, bløð, myndatól og myndir. Forrætningin hevur eisini fotoatelier. 1. apríl er eisini ein merkisdagur hjá Rógva Johansen sjálvum, tí tá tekur hann við starvi sum leiðari á Moesgaard Foto/ Medielab. Institut fyri Antropologi, Arkæologi og Lingvistik. Rógvi Johansen er út- búgvin fotografur á Moes- gaard Museum, Århus Universitet, og har hevur hann starvast síðani 1999. Tann fráfarandi fotograf- urin og leiðarin á Moes- gaard Foto/Medielab eitur Preben Dehlholm. Hann gevst tann 31. mars 05, og hevur tá starvast á Moes- gaard Museum í meira enn 30 ár. Arbeiðið hjá Rógva er sera fjøllbroytt og áhuga- vert. Rógvi er eisini læru- meistari og hevur ábyrdina av trimum fotografnæm- ingum. Umframt at vera dagligur leiðari, er arbeiðsøkið hjá Rógva eisini at geva Arkæologum og Etnograf- um skeið í myndatøku, digitalisering og arkivering av myndum. Moesgaard Foto/Medie- lab er útgjørt við nógvari nýmótans útgerð, so sum teldur, Imacon scannarum, prentútgerð til stórformat, tekniskum myndatólum, digitalum bagstykkum og tól innan farvustýring o.s.fr. Við hesari framkomnu útgerðini, ber til stórt sæð sjálvt at frammleiða alt tilfarið til tær framsýning- arnar, sum eru á Moesgaard Museum. Umframt hetta verður eisini frammleit myndatilfar og plakatir til m.a. tað stóra nýggja lista- savnið "Aros" sum liggur í Århus. Útyvir fotodeildina, hev- ur deildin eisini brúkara- rúm til lesandi, t.d. innan etnografi og arkæologi. Hesi hava ofta tørv á at hava atgongd til video og videoredigering, teldurúm og skannara útgerð. Hesa útgerðina og brúk- ararúmið stendur Rógvi eisini fyri. Merkisdagur fyri myndamann Tøkk Hjartaliga vilja vit takka øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Tóraldur Hallstein Kollsker doyði og varð jarðaður. Hjartans tøkk til øll tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk øll somul. Fyri tey avvarðandi Elinborg og synirnir við familju Handlar, heilsølur og goymsla lið um lið í nýggjum bygningi á Hálsi Havn: Nú byrjar av álvara at nærkast degnum, tá tann nýggi bygningurin á Smyrilsvegi verður liðugur. Tað er Tummas Hanus Dam í Havn sum eigur nýggja bygningin, sum enn er í gerð. Hann eigur frammanundan fyritøkur- nar Damfar og Ítróttur, og verður miðað eftir, at Dam- far skal flyta hagar um ein góðan mánað. Ætlanin er somuleiðis, at Ítróttur skal flyta goymsl- una hjá handlinum í bygn- ingin, hóast bygningurin tá ikki verður heilt liðugur. Tað verður hann ikki fyrr- enn seinni í summar. Umframt hesar báðar fyritøkurnar er eisini gjørd avtala um, at Farpack fer at leiga einar 600 fermetrar av bygninginum. Hóast hesar tríggjar fyritøkurnar skulu flyta inn, er kortini pláss fyri enn meiri virksemi í bygninginum. Tumma Hanus Dam sig- ur, at pláss er framvegis fyri tveimum handilshølum aftrat. Men hann vil ikki upplýsa, hvørjir handlar fara at verða í tí nýggja bygninginum í framtíðini. Samlaða gólvvíddin í bygninginum, sum er í tveimum hæddum, er 2500 fermetrar. Uttan grundøkið er kostnaðurin mettur til einar 14 mió. kr. sb. Flyta inn 1. mai Nú er møguligt at læra seg hundamál, soleiðis at ein kann betri samskifti við besta vinin hjá menniskjum Hundar: Nú hevur ein amerikanskur kannað, hvønn intelligens hund- arnir hava og hvussu teir samskifta. Í bókini "How to Speak Dog" – Hvussu tosa hundamál – sum kemur út í næstum greiðir hann frá hesum kanningum sínum. Endamálið er at gera tað lættari hjá menniskj- um at skilja hundamálið "Doggish", sum hann kallar tað. Hann sigur, at hundar kunnu læra heilt uppí 200 ymisk orð, og tá er talan um onnur orð enn tey vanligu, sum t.d. sit, statt og far uppá pláss. Hundarnir hava sítt serstaka ljóð, men hava eisini kroppsmál og mimikk fyri at siga frá tí, teir hava uppá hjartað. - Goyr hundurin við ljósari rødd er hetta eitt tekin um, at hann ikki hevur tað so gott. Goyr hann hinvegin við eini myrkari rødd, er hann á varðhaldi og tá skal ein ansa eftir, verður sagt. Dømi um hundamál: • Trý-fýra stutt goyggj: Her er okkurt, ið vit eiga at kanna nærri • Knurrar í bylgjum: Kemur tú nærri, so leypi eg á teg, ella eg flýggi • Knarr: Eg hoyri tað tú sigur, men hetta er mítt øki • Knurr við goyggi: Kom higar gentur/ dreingir. Eg havi brúk fyri hjálp! • Oyruni venda fram- eftir: Ansa tær. Eg eri til reiðar til eina bar- daga • Oyruni venda aftur- eftir: Eg eri eitt sindur bangin, men eg ætli mær at verja meg, um tú skaðar meg • Beinleiðis eygnasam- band í longri tíð: Kom bara at berjast við meg, um tú heldur at tú hevur nakran møguleika • Sleikir út í luftina: Eg góðtaki at tú tekur av- gerðina, men eg vóni, at tú ikki skaðar meg. • Blunkar við eygunum: Ver bara róligur. Eg hati ikki teg. Tí goyr hundurin