Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 54 - 18. mars 2005 - Treytin fyri, at fiski- skipaflotin verður endurnýggjaður, er, at tey nýggjaru skipini standa seg fíggjarliga, sigur Thormund Johannesen, skips- verkfrøðingur, sum í blaðnum "Trygd og Trivni" hevur áhuga- verda grein um nýggju trolbátarnar, sum Tórshavnar Skipasmiðja byggir til toftamenn og vest- menningar SKIP OG TRYGD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein av greinunum í seinastu útgávu av "Trygd og Trivna" viðger trygdina og trivnaðin umborð á okkara fiskiskipun. Tað er Thor- mund Johannesen, skips- verkfrøðingur, ið starvast á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hevur skrivað áhuga- verdu greinina. Upplýsandi greiðir hann frá nýggju trolbátunum, sum skipasmiðjan byggir til P/F Hansu Mariu, Toftir og P/F Dúgvuberg, Vest- manna. – Trygd og trivni hevur ligið frammarlaga í hugan- um, meðan skipini hava verið teknað, sigur hann. Skipsverkfrøðingurin vísir á, at trygd og trivni í dag hevur rættiliga høga raðfesting í nýggjum vinn- um, eitt nú í oljuvinnuni. Men í gomlum og sið- bundnum vinnum sum í fiskivinnuni skulu ofta stórar hugburðsbroytingar til, áðrenn trygdin fær ta raðfesting, hon í dag eigur at hava. Gevur og tekur - Hjá tí eldra ættarliðnum hevur tað verið so inn- grógvið, at fiskivinnan er ein vandamikil vinna. Tí hava vit kanska lyndi at halda, at her er ikki so nógv at gera. Thormund vísir til væl- kendu orðini, "havið gevur og havið tekur" og heldur fyri, at í hesi útsøgn liggur óbeinleiðis, at vit mugu geva okkum undir tann veruleika, at havið eisini krevur síni offur. - Tá ið føroyski báturin var álitið, og veðurvánirnar einans fingust við at hyggja upp á luftina, var kanskia nærliggjandi at hugsa so- leiðis. Hann heldur fyri, at tað ikki hevur verið stórt øðrvísi í slupptiðini – og teir mongu minnisvarðarnir vitna eisini um sjómansins vandamikla starv. - Í dag góðtaka vit ikki, at havið eisini kann taka. Ei heldur kann góðtakast, at menn ikki slíta hálvan aldur umborð á skipum og bátum vegna tungt og slítandi arbeiði. Skipsverkfrøðingurin heldur, at umstøðurnar hjá okkara sjófólki eru nógv broyttar, og umborð á nýggjastu fiskiskipunum í flotanum kann sjómaðurin bæði kenna seg tryggan og trívast í góðum umstøðum. - Altjóða konventiónir, sum okkara reglur fyri skipasmíði stórt sæð fylgja, syrgja í stóran mun fyri hesum. Men Thormund ásannar kortini, at tað minni enn so eru allir okkara fiskimenn, sum arbeiða undir tíðar- hóskandi umstøðum. Í hes- um sambandi nevnir hann serliga tey smærru og eldru skipini, eitt nú útróðrar- bátar og smærri trolarar. - Her eru umstøðurnar ikki nøktandi. Hetta kemst ikki minst av, at hesi skip eru gomul og ikki lúka somu krøv, sum sett verða teimum nýggju skipunum. Høvuðsreglan er jú tann, at eitt gamalt skip skal lúka tey krøv, sum vóru gald- andi, tá ið tað varð bygt. Nýggir trolbátar Skipsverkfrøðingurin vísir til trolbátarnar, sum Tórs- havnar Skipasmiðja í løtuni letur byggja. - Frá fyrst í áttatiárunum og inn í nítiárini smíðaði skipasmiðjan eina røð av partrolarum – úr 27 metrum upp í 36 metrar, sum vóru innrættaðir júst sum teir mest framkomnu og nógv størru verksmiðju- trolararnir – við innilokað- um arbeiðsdekki til fiska- hagreiðing og trolbanum eftir allari skipslongdini á ovara dekkinum. Hann sigur, at nú verður so ein roynd gjørd at nýta henda sama leistin til trolarar, sum eru styttri enn 20 metrar – og tað er ikiki so lítil avbjóðing at fáa hetta at bera til á so smáum skipum. - Trygd og trivni hevur sjálvandi eisini verið frammarlaga í huganum í hesi verkætlan, sigur Thor- mund. Hann vísir á, at nógv av teimum gomlu skipunum í støddini, sum smáu trol-og útróðrarbátarnir hava, eru seinastu tíðina partvís vorðin yvirdekkað. - Hetta kann vera ein falskur tryggleiki – ella kanska ein deyðsfella. Ein fylling inn á eitt sovorðið dekk kann, um illa veit við, taka bæði burðarevni og støðuleikan (stabilitetin) frá skipinum, sum tá koll- siglir. Í greinini sigur skips- verkfrøðingurin, at nevndu trolbátar, sum verða smíð- aðir á Tórshavnar Skipa- smiðju, eru heilt lokaðir upp til ovara dekkið. Hann sigur, at hetta gevur eitt stórt fríborð og harvið ein sera stóran statilitets- reserva – út um tað, ið kravt verður, sum hann tekur til. - Fyri at einki op skal verða í skipssíðuni, verður slógv og annað frá kryvj- ingini, sum fer fram undir dekkinum, malið sundur og pumpað útaftur gjøgnum tvær pumpur. Ein skakt er tó í skipssíðuni til grót og annað, sum kann koma inn við trolinum, men sum ikki kann fara í pumpurnar. Thormund vísir á, at henda skakt tó er soleiðis háttað, at tað ongantíð kann gerast opið inn í skipið og grótskaktin, sum er úr rust- Hálvyvirdekkaðir trol-og útróðrarbátar: Falskur tryggleiki – ella kanska Treytin fyri, at skipaflotin verður endurnýggjaður, er, at tey nýggju skipini standa seg fíggjarliga