fríggjadagur 18. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
fríum stáli, hevur tríggjar
forðingar fyri, at sjógvur
kann koma inn í skipið.
- Fiskahagreiðingin fer
sostatt fram undir heilt lok-
aðum dekki – og trolarbeiði
verður gjørt uppi á høgt-
liggjandi tryggum dekki,
har sjógvur at kalla ikki
kemur at.
Lítil larmur…
Á eldri skipum kann larma
so illa, at menn við tíðini
fáa skaða á hoyrnina.
- Men fyri at minka um
larmin umborð á nýggju
trolbátunum,
eru
bæði
høvuðsmotorur og hjálpi-
motorarnir settir á gummi-
pútur. Í manningarrúmun-
um er dúrkið lagt sum so-
kallað flótandi dúrk, so-
leiðis at tann motorlarmur,
sum flytir seg gjøgnum
stálskrokkin, ikki skal gera
so nógv um seg í aptering-
ini.
Skipsverkfrøðingurin
vísir á, at tann vælbjálvaða
lastin og bjálvingin í dekk-
inum yvir maskinrúminum
kemur eisini at gera sítt til,
at motorlarmurin verður
minni frammi í kryvjirúm-
inum – og serliga í mann-
ingarrúminum.
Hann sigur, at tilfarið,
sum
manningarrúmini
verða smíðaði úr, er plátur,
klæddar við sokallaðum F-
laminati. Hetta verður gjørt
fyri, at eldur ikki skal festa
í og breiða seg.
- Uppgongin úr aptering-
ini upp á brúnna er lokað
inni í stálskakt við brand-
tryggari hurð, soleiðis at
brúgvin og harvið manøvra
og samskifti er væl tryggj-
að, um eldur skuldi fest í
niðri í manningarrúmun-
um.
Thormund vísir á, at tey
bæði fremru manningar-
kømrini eru eisini skild frá
restini av apteringini við
tvørskips
stálskotti
og
brandtryggum hurðum.
- So, um manningin ligg-
ur og svevur, meðan skipar-
in er einsamallur á brúnni,
eru teir vardir, um eldur eitt
nú skuldi fest í galluna.
Undir slíkum umstøðum
kunnu teir koma sær upp á
dekkið gjøgnum neyðút-
gongd.
Góðar umstøður
Um
arbeiðsumstøðurnar
annars
umborð,
sigur
skipsverkfrøðingurin, at í
kryvjirúminum
kemur
fiskurin úr móttøkupavnin-
um í arbeiðshædd til menn-
inar, sum standa og kryvja í
vaskipavnar, haðani fiskur-
in eftir flutningsbandi fer
víðari niður í lastina, sum
er klødd við rustfríum stáli
– bæði á banjara, skipssíð-
um og skottum.
- Garneringin í lastini er
soleiðis háttað, at kassa-
longdir og kassabreiddir
"ganga upp" allar vegir.
Hetta saman við, at ongar
stúttur eru í lastini, ger, at
arbeiðsumstøðurnar
eru
sera góðar.
Hann sigur, at á brúgva-
takinum er sokallaður rulli-
doyvitangi. Haraftrat hava
skipini eisini teir vælvirk-
andi dupultu og opnu
slengrikjølarnar
undir
botninum á skipinum. Tó
eru hesir – sum nakað nýtt
– gjørdir væl longri enn
vanligt; teir røkka nevniliga
næstan heilt aftur á reyvina
á skipunum.
Í aðrar mátar hevur eisini
verið hugsað um umhvørv-
ið umborð á nýggju trol-
bátunum.
- Øll luftrør frá oljutang-
um eru løgd til ein felags
yvirflotstanga við alarmi
og síðan niður í dagtangan,
sum – áðrenn bunkrað
verður – skal sleppast niður
í ein av botntangunum. Á
henda hátt er eingin vandi
fyri, at olja flýtur út á
dekkið og síðan á sjógv, tá
ið bunkrað verður, sigur
Thormund.
Góð ynskir
Skipsverkfrøðingurin vísir
í greinini á, at treytin fyri,
at skipaflotin verður endur-
nýggjaður, er sjálvandi, at
tey nýggjaru skipini standa
seg fíggjarliga.
- Tí er tað at vóna, at
hesir trolbátar, sum nú
verða smíðaðir á Tórshavn-
ar Skipasmiðju – og somu-
leiðis onnur nýggj skip,
sum koma inn í flotan –
fara at bera seg. Hetta vil
betra munandi um bæði
trygd og trivna hjá okkara
sjófólki, sigur Thormund
Johannesen at enda.
Felagið, Thor í
Hósvík, hevur søkt
Sunda kommunu
um loyvi at byggja
120 metrar av
atløgusíðu í Hósvík.
Í næstum verða
samráðingarnar
millum kommun-
una og reiðaríið um
treytirnar fyri hesi
verkætlan
BYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Thor í Hósvík hevur søkt
Sunda
kommunu
um
loyvi at byggja eina 120
metra
langa
atløgu-
bryggju í Hósvík. Í um-
sóknini sigur felagið seg
vilja rinda kostnaðin av
hesum arbeiði.
Fíggjarnevndin í Sunda
kommunu hevur samtykt
at
leggja
málið
fyri
bygdaráðið, og á seinasta
bygdaráðsfundi, sum var
14. mars, samtykti Sunda
kommuna einmælt, at
borgarstjórin,
sum
er
Heðin Zachariassen, tek-
ur upp samráðingar við
Thor um sáttmála millum
felagið og kommununa.
Tá ið samráðingarnar
eru lidnar, verður upp-
skotið aftur lagt fyri
bygdaráðið til endaliga
støðutakan.
Á fundinum, 14. mars,
samtykti bygdaráðið eis-
ini, at treytirnar, sum
álagdar verða reiðarínum,
prinsipielt eiga at verða
tær somu, sum kommun-
an álegði Løve Betong, tá
ið felagið fyri nøkrum
árum síðan bygdi atløgu-
bryggju á Norðskála. Tó
heldur kommunan, at av-
dráttrartíðin, sum Thor
fær, kann verða longri
enn hjá Løve Betong, tí
felagið ikki sparir nakað
serligt vørugjald, sum
sagt verður í samtyktini.
Av øðrum treytum, sum
Sunda kommuna setir, er,
at kommunan setir ein
eftirlitsmann, sum byggi-
harrin rindar. Í sáttmálan-
um skulu eisini verða aft-
urkeypstreytir,
um
kommunan ynskir at siga
sáttmálan upp – og somu-
leiðis
vil
kommunan
tryggja sær, at onnur skip
skulu
kunna
brúka
bryggjukantin, tá ið hann
er tøkur. At enda tryggjar
Sunda
kommuna
sær
eisini, at skip við asfalti
kunnu leggja til bryggju-
kantin, sum Thor ætlar
sær at byggja.
Privatar havnir
Skrivarin í Sunda komm-
unu, Jens Dalsgaard, sig-
ur, at tá ið Løve Betong
bygdi atløgubryggjuna á
Norðskála, snúði sátt-
málin við felagið seg um
5 ár, soleiðis at komm-
unan yvirtekur bryggjuna
aftur í hesum árinum, nú
5 ár verða liðin, síðan
byggingin varð framd.
- Tað er kanska ikki so
vanligt í Føroyum við
privatum havnum ella
bryggjum, men í Noregi
er hetta rættiliga vanligt.
Hann vísir á, at í
Reykjavík hevur Eimskip
eisini sína bryggju og sítt
havnaøkið, sum bert skip-
ini hjá felagnum nýta.
Hann heldur, at okkurt
dømi eisini er í Føroyum
um privatar bryggjur, eitt
nú í Fuglafirði, har Havs-
brún hevur gjørt íløgur í
havnalagið.
- Í slíkum førum rekur
felagið atløgubryggjuna,
soleingi
sáttmálin
er
galdandi, og tá ið so sátt-
málin sambært avtaluni
gongur
út,
yvirtekur
kommunan bryggjuna.
Endalig støðutakan
Kommunuskrivarin vísir
á, at enn er eingin sátt-
máli gjørdur við reiðaríið
í Hósvík, men vísir til
samtyktina, sum sigur, at
kommunustýrið einmælt
er positivt sinnað at lata
felagið byggja atløgu-
bryggjuna.
Jens Dalsgaard sigur, at
væntandi verða samráð-
ingar í næstum millum
reiðaríið í Hósvík og
borgarstjóran í Sunda
kommunu.
- Síðan verður málið
lagt aftur fyri bygdaráðið
til endaliga støðutakan,
sigur kommunuskrivarin
at enda.
Thor ætlar at byggja
privata atløgubryggju
a ein deyðsfella
- Tað er ikki so lítil avbjóðing
at byggja eitt lítið skip eftir
sama leisti, sum ein stórur
trolari, sigur Thormund
Johannesen,
skipsverkfrøðingur
Nr. 54 - 18. mars 2005
15