fríggjadagur 18. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 54 - 18. mars 2005
Claus er komin fyri seg
Føroyski landsliðs-
spælarin eigur stóran
lut í, at Coventry
síðstu vikurnar hevur
styrkt eitt sindur um
sína støðu í kapp-ing-
ini um at sleppa und-
an niðurflyting
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað stendur um lív hjá Cov-
entry í næstbestu eingilsku
deildini. Felagið hjá før-
oyska landsliðsspælaranum
er dygst omanfyri niður-
flytingarstrikuna.
Bara
málmunurin er á muni
millum Coventry og felag-
ið, sum er á triði niðasta
plássinum og harvið á
niðurflytingarplássi,
og
felagið, sum er fimti niðast
og harvið á plássinum om-
anfyri Coventry.
Hesar seinastu ferðirnar
hava ábendingar verið um,
at Coventry er um at fóta
sær, og at teir kanska fara at
hóra undan, men enn er
nógv at kappast um og
stríðast fyri. Átta umfør eru
eftir at spæla, og onkur av
feløgunum, sum eru niðan-
fyri Coventry á støðutalv-
uni hava seinastu vikurnar
fingið eitt sindur av luft
undir veingirnar. Tí hevur
tað verið rættuliga avger-
andi fyri Coventry, at teir í
fýra teimum síðstu upp-
gerðunum ikki hava tapt.
Tríggjar ferðir hava teir
fingið eitt stig burturúr, og
eina ferð hava teir vunnið.
Í fleiri av uppgerðunum,
tá ið Coventry hevur fingið
stig, hevur føroyski lands-
liðsspælarin Claus Bech
Jørgensen verið eyðsýndur.
Hóast hann framvegis hev-
ur ilt við at vinna fast pláss
á liðnum, so tykist tað sum
um, at hann rættuliga er
komin fyri seg eftir skaðan,
sum hann fekk, tá ið hann
var í Nicosia í oktober og
skoraði annað málið í 2-2
uppgerðini hjá Føroyum
ímóti Kypros.
Týskvøldið var Coventry
í Millwall. Úrslitið var 1-1.
Millwall, sum er nummar
átta, og sum fyrrverandi
Chelsea kempan Dennis
Wiese er oddamaður fyri,
legði seg framum við brots-
sparki eftir steðgin.
Tá ið tólv minuttir vóru
eftir, varð Claus Bech Jørg-
ensen settur á vøllin, og tá
ið ein minuttur var eftir,
syrgdi føroyski landsliðs-
spælarin við einmansavriki
fyri, at Coventry fekk eitt
stig við sær til hús.
Claus Bech Jørgensen
sneiddi framvið fleiri mót-
støðumonnum, og hann var
um at fara um koll, tá ið
hann sendi bóltin í málið.
Bæði Coventry venjarin,
Micky Adams, og Dennis
Wiese søgdu eftir dystar-
enda seg hava hildið, at
dómarin
bríkslaði
fyri
brotssparki, og at teir vóru
ovfarnir, tá ið teir sóu, at
dómarin peikaði á miðjuna.
Næstsíðsta
leygardag
vann Coventry 3-2 á heima-
vølli ímóti Watford. Ta
ferðina var Claus Bech
Jørgensen á miðvøllinum
allar 90 minuttirnar, og
hann javnaði til 2-2.
Claus Bech Jørgensen
boðaði um ársskiftið frá, at
hann var so mikið ónøgdur
við, at hann ikki slapp
framat á besta Coventry
liðnum, at hann hevði tikið
avgerð um, at hann fór at
royna at finna sær annað
felag, tá ið sáttmálaskeiðið
hjá honum í Coventry verð-
ur runnið í summar. Higar-
til hevur einki verið at frætt
um, um nakað felag hevur
verið framvið. Tað kann
væl hugsast, at bæði Cov-
entry og onnur feløg nú
fara at fáa eyguni upp fyri,
at tað er dugur í føroyska
landsliðsspælaranum, sum
altíð hevur havt gott máltev
- tá ið hann er sloppin
framat at spæla.
Í morgin verður avbjóð-
ingin hjá Coventry stór. Tá
skulu Claus Bech Jørgen-
sen og liðfelagarnir spæla á
útivølli ímóti Sunderland,
sum er greitt oddalið í
næstbestu deildini.
Claus Bech Jørgensen hevur gjørt sítt til, at Coventry er við at berja seg upp úr niðurflytingarvandanum í næstbestu deildini í
Onglandi.
savnsmynd
Við einum 3-1 sigri
á SÍ mikukvøldið
tók Mjølnir seg enn
nærri meistaraheit-
inum, sum verður
endaliga avgreitt
leygardagin
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tveir dystir í meistara-
deildini hjá kvinnum í
flogbólti
vóru
leiktir
mikukvøldið.
Mjølnir
hevði í Klaksvík vitjan av
botnliðnum SÍ, og hevði
Mjølnir
snávað,
vóru
meistaravónirnar
óivað
køvdar.
Misjavnt avrik
Mjølnir vann dystin móti
sørvágskvinnum 3-1, og
sum skilst var avrikið hjá
heimaliðnum ikki serliga
sannførandi, men tó nóg
gott til at vinna dystin.
Heimaliðið vann tvey
tey fyrstu settini, men
triðja settið gjørdist sera
spennandi, og tað eydn-
aðist SÍ at vinna settið 26-
24, áðrenn Mjølnir vann
fjórða settið og harvið
dystin.
Hin dysturin í meistara-
deildini
hjá
kvinnum
mikukvøldið var leiktur í
Hoyvíkshøllini, har KÍF
hevði vitjan av Drátti.
Bronsuvinnararnir úr Vág-
um vunnu ein tryggan 3-0
sigur. Settúrslitini vóru:
21-25, 11-25 og 23-25.
Komandi
leygardag
verða teir báðir seinastu
dystirnir í meistaradeild-
ini hjá kvinnum leiktir, og
tá fær Mjølnir vitjan av ÍF
í Klaksvík, meðan hitt
oddaliðið TB fær vitjan av
SÍ í Trongisvági. Mjølnir
og TB eru jøvn í stigum í
løtuni, men klaksvíks-
kvinnur hava betur sett-
mun, og tí hava tær betur
kort á hondini undan
dystunum leygardagin.
Mjølnir nærkast
gullinum
Árliga fimleika-
framsýningin
hjá Støkk
TÍÐINDASKRIV
Vikuskiftið 19. og 20.
mars hevur Støkk sína ár-
ligu fimleikaframsýning í
ítróttarhøllini í Runavík.
Framsýningarnar byrja kl
15 báðar dagarnar.
Øll liðini hjá felagnum
eru við til framsýningin-
arnar báðar dagarnar, tó
verða merkir og íðnis-
prógv handað sunnudag-
in. Framsýningarnar eru
mettar at vara umleið 2
tímar fyrra dagin og 3
tímar seinna dagin.
Eins og undanfarin ár
hevur
felagið
nógvan
fjølbroyttan fimleik at
vísa fram, m.a. móðir og
barn, børn 5-6 ár, vanligu
liðini frá 1-10 flokk, ung-
ar kvinnur, aerobic, reið-
skapslið, stórkappingarlið
og blandað lið við kvinn-
um og monnum.
Felagið
skipar
fyri
páskareggatombola
og
kaffisølu í gongini í
ítróttarhøllini báðar dag-
arnar.
Atgongumerkjasølan
byrjar 1 tíma áðrenn
framsýningina. Kostnað-
urin er 70 kr. fyri vaksin
og 20 kr. fyri børn.
Ikki
óvæntað
vunnu
kvinnurnar hjá VÍF ein
greiðan sigur, tá ið tær
mikukvøldið
vóru
í
Runavík og spældu útsetta
dystin móti Tjaldrinum,
sum eftir ætlan skuldi verið
leiktur seinasta sunnudag.
Tá bleiv dysturin útsettur
fyri
veður,
men
mikukvøldið var hann so
avgreiddur, og VÍF vann
ein greiðan sigur 33-13 á
botnliðnum úr Runavík.
Vit
hava
ongan
dómaraseðil
fingið
sendandi úr Runavík, og tí
ber ikki til at gera eitt
yvirlit yvir málskjúttar v.m.
tn
Tjaldur-VÍF 13-33
Greiður sigur til VÍF
Lesið
-so eru tit við!