Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2005 23 Frítíðarløn 2. mai 2005 Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2005. Eigur tú frítíðarløn, fært tú eina fráboðan. Býrt tú í Føroyum Ert tú flutt/-ur, síðani tú boðaði fólkayvirlitinum frá, fer fráboðanin retur til Frítíðargrunnin. Fyri at sleppa undan hesum skalt tú boða fólkayvirlitinum frá nýggja bústaðnum. Býrt tú uttanlands Býrt tú uttanlands, og ert tú flutt/-ur, síðani tú boðaði fólkayvirlitinum frá, fer peningurin eisini retur til frítíðargrunnin. Fyri at sleppa undan hesum skalt tú boða Toll- og Skattstovuni frá nýggja bústaðnum. Kontunummar Frítíðarlønin fyri 2005 fer á somu kontu sum í fjør. Vilt tú broyta kontunummarið, verður tú biðin um at boða okkum frá nýggja kontunummarinum. Hetta kanst tú gera við at útfylla fráboðanina niðanfyri og senda okkum hana áðrenn 20. apríl 2005. Ella tú kanst útfylla fráboðanina á heimasíðuni www.tollskatt.fo. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til okkum á telefon 37 10 51. Vit svara mán. - hós. kl. 9.00 - 15.30, og frí. kl. 9.00 – 15.00 P-tal: Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Peningastovnur: (bert føroyskur) Kontunummar: _____________ , / 2005 ______________________ Undirskrift Fráboðanin skal sendast: Toll- og Skattstovu Føroya Suðuroyar Øki Postsmoga 69 FO-800 Tvøroyri Í Kelduni, Skálafirði. Á skránni verða møtir, bíbliutímar, syngið við, konsert, AWAKE XL og barnatiltøk. Kom og verð við! TALARAR: Pauli og Jastrid Høj, Hjørdis H. Petersen, Tummas Jacobsen, Dánjal á Dul Jacobsen, Jóni Jóhannesen, Poli Jacobsen, Einar Joensen, Símun Jacobsen, Andre Matras, Símun Absalonsen. FESTMØTIR verða allar dagarnar kl 18.00, tó 2. páskadag kl. 17.00. MORGUNMØTIR verða langa fríggjadag og1. & 2. páskadag kl. 10.30. BARNAMØTIR verða hvønn dag undir festmøtunum. Ymsar samkomur luttaka við leiki, dansi og sangi. FAMILJUMØTI verður leygardagin kl. 15.30. SYNGIÐ VIÐ verður sunnukvøldið kl. 21.30, har vit njóta teir góðu gomlu slagararnar, sum vit minnast "frá fyrr av". Húsaorkestur saman við m.a. Finnur Hansen, Petur Hans Hansen, Lisu Frederiskberg o.ø. MATUR: Undir stevnuni ber til at keypa okkurt til matnað í matarhøllini. KONSERT: Fríggjakvøldið kl. 21.30. Luttakarar eru Heine Lützen, Torkil Mørkøre og Credo. AWAKE XL: Leygarkvøldið kl. 21.30. MEGA ungdómskvøld við lovsangi, dansframførslum, sangframførslum og Direct Level. Les meir á www.keldan.fo -streymar av livandi vatni PÁSKASTEVNAN 2005 TEMA: AT LIVA Á EGGINI