leygardagur 26. august 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÁKUP MØRK
Tað vóru fegnir gøtumenn,
sum vóru at hoyra í tele-
fonini, tá vit seint hóskvøld-
ið fingu fatur á teimum.
Teir vóru tá lidnir at tak-
ast at við svenska IFK Norr-
køping, og hóast talan aftur
hesu ferð gjørdist um tap,
so er einki at ivast í, at sam-
anlagt varð tað GÍ, sum stóð
seg best av teimum før-
oysku liðunum hetta summ-
arið.
Byrjaðu væl
Henning Jarnskor, sum eins
og vanligt taldist millum
teir 11 gøtumenninar á lið-
num, greiddi frá, at teir
høvdu sett sær fyri, at teir
komu til Svøríki fyri at vera
við til at skapa ein góðan
fótbóltsdyst.
Í útgangsstøði høvdu teir
eisini tveir áleyparar, og tað
eydnaðist eisini sera væl at
fáa flutt spælið nakað niðan
á vøllin, so talan ikki alla
tíðina gjørdist um gúpparí
niðaneftir.
Tá GÍ fyri fjúrtan døgum
síðani vóru vertir fyri Norr-
køping, nýttu teir fyrsta
hálva tíman til at koma fyri
seg. Ein hálvur tími, har
svenskarar lættliga kundu
fingið okkurt málið, um
neyvleikin var til staðar.
Seinni komu gøtumenn tó
væl við, men tað var kanska
væntandi, at ógvusliga byrj-
anin frá fyrra dystinum
skuldi endurtakast.
Hetta hendi tó ongantíð,
og sambært Henning komst
hetta av, at teir beinanvegin
fingu tak á síðunum, so
svenskararnir ikki sluppu at
spæla sítt vongspæl, við
vandamiklum innleggum
frá baklinjuni.
Ístaðin noyddust teir at
royna seg upp eftir mið-
ásini, og tá talan tá ofta
gjørdist um høgar bóltar
mitt fyri, so var lag á manni
hjá Bartali og Poul at skalla
hesar burtur.
Fyrstu 40. minnuttirnar
eydnaðist tað so gøtumonn-
um at halda vertunum full-
komuliga burtur frá málmøgu-
leikum, men so hendi tað, sum
absolut ikki skuldi henda.
Ein svii slapp at halda beina
leið móti málinum, og tá
Sunnvard kendi seg noyddan
at taka beinini undan honum,
var dómarin eirindaleysur.
Brotsspark til Norrkøping
og reytt kort til Sunnvard.
Óneyðugt tap
Gøtumenn høvdu roknað
við, at svenskararnir fóru at
koma sum eitt óløgi í seinna
hálvleiki, nú teir høvdu ein
mann í yvirtal.
Hetta hendi tó als ikk, og
ístaðin var tað GÍ, sum
hevði fleri góðar royndir
beinanvegin eftir steðgin.
Ein av hesum royndum
kastaði eitt fríspark av sær,
og hesum tilboði tók Súni
Olsen sær av. Bólturin varð
sendir beina leið upp í mál-
hornið, og fyrsta (og ein-
asta) føroyska UEFA málið
í ár varð veruleiki.
Hóast teir framvegis vóru
í undirtali, so megnaði GÍ
eisini eftir hetta at halda fast
um skilagóða verjuspælið,
soleiðis at vertirnir ikki
sluppu fram at teimum góðu
málmøguleikunum.
Tað
kundi kanska eisini eydnast
teimum at fingið javnleikin
til høldar, men eitt heldur
óneyðugt mál til Norrkøp-
ing forðaði fyri hesum.
Eitt kiksað útspæl frá
málverjanum datt fyri føt-
urnar á Pär Andersson, og
einsamallur móti málinum
kundi hann aftur leggja
heimaliðið framum.
Flott avrik
Hóast tað sostatt aftur
gjørdist til eitt tap hjá GÍ,
so er einki at taka seg aftur
í, at teir kunnu vera ernir av
sínum avriki í europeisku
dystinum í summar.
Samanlagt vóru teir tað
føroyska liðið, sum stóð seg
best, og hetta er ikki bert
galdandi, tá talan er um
samlaða úrslitið av báðum
dystunum.
Ikki minst tann sann-
roynd, at teir í 50 minuttir
hildu mótstøðumonnunum,
hóast ein leikara í undirtal,
boðar frá eini væl eydnaðari
luttøku, og eftir dystin tókt-
ust teir eisini at vera sera
væl nøgdir um avrikið:
- Hetta er so avgjørt nak-
að, sum vit læra av og taka
við okkum til komandi
landskappingardystirnar,
helt Henning Jarnskor eftir
dystin. - Serliga var tað av-
rikið í verjupartinum, sum
var sannførandi, men vit
mugu royna at vera eins væl
konsentreraðir, tá talan er
um dystir í heimligu kapp-
ingini. Har haldi eg, at vit
hava givið alt ov nógvar
møguleikar frá okkum, og
tað hevur eisini kostað nógv.
Hvat GÍ so megnar at av-
rika tað, sum eftir er av
kappingarárinum, er so ein
onnur søga, sum ikki er
liðug enn.
Eftir stendur tó, at teir í
ár framdu klárt tað avrikið
hjá føroyskum liðum í
europeiskum høpi, og hetta
kunnu bæði leikarar og
venjari vera ernir av.
IFK Norkkøping-GÍ
2-1 (1-0)
IFK Norrkøping víðari við
samanlagt 4-1
1-0: Mattias Flodstrøm 40.
(br.)
1-1: Súni Olsen
2-1: Pär Andersson 56.
Reytt kort: Sunnvard Joen-
sen, GÍ 40.
Dómarabólkur
úr Luksemburg:
Henri Diederich, Arsene
Lallemang, Francis Crelo –
Luc Wilmes
IFK: Norrkøping:
Eddie Gustafsson – Mikael
Strøm, Stefan Alvén, Fred-
rik Bild, Mathias Florén –
Pär Andersson, Mattias Öst-
berg, Klebér Saarenpää
(Jonas Wallerstedt 64.),
Jonas Bjurstrøm – Mattias
Flodstrøm, Mathias Grav-
em (Patrik Jønsson 64.)
Flott avrik frá GÍ
GÍ framdi eitt lítið
bragd, tá teir máttu
lúta 2-1 fyri IFK
Norrkøping í seinna
dystinum liðanna
millum. Seinastu 50
minuttirnar spældu
gøtumenn nevnliga
10 móti 11
GÍ:
Sunnvard Joensen – Poul
Ennigarð, Bartal Eliasen,
Leivur Hansen – Áslakur R.
Petersen, Súni Olsen (Poul
Henning Jacobsen 65.),
Jóan P. Olsen, Magni Jarn-
skor, Henning Jarnskor –
Helgi L. Petersen (Óli Han-
sen 82.), Hans Pauli Peter-
sen (Hallur Hansen 40.)
Sunnvard Joensen fekk reytt kort stutt fyri hálvleik, men kortini stóð GÍ seg sera væl við 10 monnum móti 11
KKKKKKKKKMynd: Mikael Strand
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 163 - 26. august 2000
Nr. 163 - 26. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Í sambandi við at
Farodane 1. september 2000
fyllir 50 ár bjóða vit til móttøku
í virkisbygningi okkara
í Brekkutúni 4
Brekkutún 4 - FO-100 Tórshavn - Tlf. 311414 - Fax 317534
www.farodane.fo
fríggjadagin 1. september
kl. 15.00 - 18.00
JÁKUP MØRK
Tá B36 leikararnir fyri 14
døgum síðani fóru av váta
grasinum
í
Gladsaxe,
høvdu teir ivaleyst bestan
hug at krógva seg einhvørja
staðni.
Teir høvdu tá júst verið
offur fyri næst størsta tapin-
um í stuttu søguni hjá før-
oyskum felagsfótbólti í al-
tjóða høpi, so einki var at
siga til, um lagið ikki var
av tí besta. Tað átti tað held-
ur ikki at verið.
Ressaðust
Hóskvøldið fóru B36 leik-
ararnir av váta grasinum á
Tórsvølli, men hesu ferð
bóru teir høvdið nakað væl
hægri enn í Gladsaxe.
Undan dystinum varð
mest tosað um, at nú skuldu
leikararnir reisa seg og
prógva, at stórtapið á úti-
vølli var niðri á lágmark-
inum fyri, hvat liðið veru-
liga megnaði.
Hetta eydnaðist eisini í
stóran mun, tí hóast AB
mest av øllum stillaði upp
við einum at kalla eykaliði,
megnaði B36 veruliga at
seta sín dám á dystin.
Frá fyrsta bríksli var líkt
til, at B36 leikararnir ætl-
aðu sær at vera við í dystin-
um, og ikki gingu nógvir
minuttir, áðrenn hetta kast-
aði ein góðan málmøgu-
leika av sær. Magni gav sær
tó ov góðar stundir, og so
var góði møguleikin burtur.
Ikki tí, tað var als ikki so-
leiðis at B36 domineraði
dystin á nakran hátt, tí
akademisku gestirnir høvdu
so avgjørt eisini sínar
møguleikar. Millum fleiri
góðar møguleikar høvdu
teir eitt skot frá málteig-
inum, sum støkk út aftur av
samankomingini.
Teir svørt hvítu fullu tó
ongantíð í fátt av hesum, og
hóast tað restina av hálv-
leikinum ikki varð talan um
teir heilt stóru møguleik-
arnar, so megnaðu teir kort-
ini at skapa nakrar vanda-
støður framman fyri AB
málið. Nærmast mundi
pólverski Maryniak vera,
eftir at Darius Magdisaus-
kas hevði stútað frísparks-
innlegg niður.
Allir komu við
Í fyrra hálvleiki var tað ser-
liga mitt á miðvøllinum og
í verjupartinum, at B36
leikararnir stóðu seg væl.
Serliga var tað Mikkjal ein
legði til merkis á miðvøll-
inum, har hann, líkamikið
hvussu trongd støðan var,
altíð sá út til at hava góða
tíð. Við liðini av honum
stríddist ungi Klæminst
Matras óført, og hóast hann,
sum dysturin leið, mundi
fáa nakrar álbogar framm-
aná, helt hann alla tíðina á
við sama lag.
Teir tríggir í miðverjuni
vóru eisini sera sjónligir all-
an dystin, og teir tóktust als
ikki at hava somu trupul-
leikar av mótstøðumonn-
unum, sum teir høvdu í úti-
dystinum. Egil tók kanska
ikki so nógv lut í uppspæl-
inum, men hann fekk fatur
á sera nógvum. Jens Kristi-
an var í samfullar 90 mi-
nuttir ein teirra, sum skapti
frið yvir B36 spælið, hóast
tað í summum førum sá
heldur sløsut út, og so var
tað eisini Darius, sum so
avgjørt var besti verju-
spælarin hendan dystin. At
hann er vanur við at spæla
á grasi var sjónligt, og í
flestu førum slapp hann sær
skilagott av við bóltin.
Stødd hansara viðførir eis-
ini, at hann vinnur so at siga
alt í luftrúminum, og tað var
ikki fyrr enn at AB í seinna
hálvleiki skifti Abdul Sule
inn, at talið av vunnum luft-
vóltum mundi fara niður
um 95%.
Í síðunum báðum var
uppgávan hjá Jan Guttesen
og Carl Høgnesen í stóran
mun at verja fyri, so AB
ikki fekk spælt seg ígjøg-
num, og hetta eydnaðist
eisini sera væl. Serliga Carl
kom væl frá hesum, og
hóast hann fyrst og fremst
skuldi ansa eftir verjupart-
inum, kom hann í fleiri før-
um sera væl við frameftir
vøllinum.
Jan tóktist fyrstu trý
korterini rættuliga óvandur
á bakkplássinum, har hann
bert hevur fáar dystir á baki,
men sum altíð var hann
raskur í verjupartinum. Í
seinna hálvleiki kom hann
nógv betur við í spælið,
eisini frameftir vøllinum.
Fyri at gera miðvøllin
meira kompaktan, hevði
svenski Pelle Andersson
valt bert at hava ein mann
heilt frammi, Maciej Mary-
niak, meðan Magni á Lakj-
uni og Dánjal Petur Johan-
sen so skuldu stuðla upp
undir.
Av hesum trimum var tað
serliga Magna, sum tú legði
til merkis. Hann bjóðaði
seg væl til, tá takast skuldi
ímóti bóltinum, og tordi
eisini væl at bjóða av ein
móti einum. At teknikkurin
er í einnum flokki fyri seg,
er eingin ivi um, men hin-
vegin er tað ov sjáldan, at
hann veruliga roynir at seta
seg ígjøgnum, og ov ofta
verður talan um ov nógv
pilkarí frá hansara síðu.
Piddi arbeiddi, eins og
hann altíð ger, sera nógv,
og var hann tann av áleyp-
arunum, sum í størstan mun
var við til at leggja trýst á
mótstøðuliðið. Maciej tókt-
ist ofta vera í so einsa-
mallur, men hann royndi tó
kortini tað hann kundi at
arbeiða fyri liðið. Trupul-
leikin tykist tó at vera, at
hann enn ikki er follin
rættuliga inn á liðið, og at
tað tískil ikki fæst nóg nógv
burtur úr evnum hansara.
Skilagott
Í seinna hálvleiki royndu
AB at seta meira ferð á
dystin, og partvíst eydnað-
ist hetta eisini. B36 leik-
ararnir tóktust tó eisini at
koma alsamt betri við, og
tað tóktist sera skilagott, tá
teir í flestu førum royndu
at taka ferðina av spælin-
um, tá teir sjálvir høvdu
bóltin.
Møguleikarnir hjá AB
vórðu í flestu førum av-
markaðir til skot útifrá, og
hóast okkurt av hesum
hevði kós móti málinum, so
var leingi líkt til, at javn-
leikur skuldi gerast enda-
liga støðan. Ikki minst eftir
at Tróndur hevði havt eina
frálíka bjarging heilt uppi í
málhorninum. Tróndur tyk-
ist annars rættuliga at hava
sett seg fastan á málverja-
sessin í felagnum. Hóast
hann bert hevur verið mál-
verji í fá ár, eru evnini eyð-
sýnd, og harumframt ger
fortíð hansara sum útileikai,
at hann er tryggur, tá bólt-
urin verður spældur aftur til
hansara.
Tá málið kom, var mál-
verjin tó prísgivin. Eftir
hornaspark og stútara eitt
sindur úteftir, kom Alex
Nielsen við fullari ferð og
heilfluktaði bóltin móti
málinum. Tróndur hevði
hondina á skotinum, men
fekk kortini ikki vart fyri,
og so gekk tað, sum tað so
oftani fyrr hevur gingist
føroyskum liðum. Eitt heið-
urligt tap.
Royndu at javna
B36 leikararnir tóktust tó
als ikki at vera nøgdir um
hetta, og eftir leiðslumálið
hjá gestunum, hevði heima-
liðið sína bestu løtu.
Teir royndu alsamt at
koma longur niðan á vøllin,
og í fleiri førum eydnaðist
tað at seta AB verjuna undir
trýst, soleiðis at vit nú brád-
liga eisini sóu mistøk frá
teirra síðu. Tríggjar útskift-
ingar vórðu framdar, og ser-
liga ein av hesum, ta Håkan
Lundholm kom á vøllin,
Munandi
betri
Hóast tað aftur hesu ferð gjørdist
til eitt tap til B36, so var stórur
munur á fyrra og seinna Europa-
Cup dystinum móti AB
tóktist at muna. Håkan
hevur higartil í ár ikki verið
tann fongur, sum viðhalds-
fólkini hjá B36 høvdu vóna,
men tað korterið, sum hann
var á vøllinum, sýndi hann
tað besta spælið, hann
higartil hevur víst fyri B36.
Hann var eisini maðurin
aftan fyri størsta málmøgu-
leikan, sum B36 hevði í
dystinum, tá hann í 92.
minutti dribblaði og takkl-
aði seg ígjøgnum miðverj-
una hjá AB. Endin varð, at
Magni gjørdist púra leysur,
men tá hann royndi at lobba
upp um málverjan, skrúv-
aði bólturin út um handara
stólpa, og nærri enn hesum
sama kom B36 ongantíð.
Samanlagt hevði havnar-
liðið tó stóran heiður av
dystinum, og teir fingu eis-
ini í stóran mun ta uppreisn,
sum teir søgdu seg vilja
hava undan dystinum.
UEFA Cup
B36-AB 0-1 (0-0)
AB víðari við samanlagt 9-0
0-1: Alex Nielsen 70.
Dómarar úr Belgia:
Eric Romain, Henri Kums,
Marc Engelen – Johan Ver-
bist
UEFA umboð: Kaj Natri
B36:
Tróndur Vatnhamar – Jan
Guttesen, Darius Magdi-
sauskas, Egil Zachariassen,
Jens Kristian Hansen (lið-
formaður), Carl Herup
Høgnesen – Mikkjal Thom-
assen (Rógvi Róin 81.),
Dánjal Petur Johansen
(Håkan Lundholm 75.),
Klæmint Matras, Magni á
Lakjuni – Maciej Mayniak
(Jørgen Meitilberg 56.)
AB:
Brian Flies – Jan Bjur, Peter
Frank, Alex Nielsen– Niko-
laj Stokholm (Jan Michael-
sen 5.), Nikolaj Hust, Lars
Bo Larsen (Rasmus Gren
Jørgensen), Peter Knudsen,
Jesper Sørensen – Kaan
Metin, Rasmus Daugaard
(Abdul Sule 60.)
Serliga í fyrra hálvleiki var Mikkjal Thomassen millum teir mest sjónligu á B36-liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Magni á Lakjuni hevði ein
risa møguleika móti
endanum, men nærri kom
B36 ikki einum máli
Mynd: Álvur Haraldsen