leygardagur 26. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 163 - 26. august 2000
Nr. 163 - 26. august 2000
JÁKUP MØRK
Spurdur um hann eftir dyst-
in hóskvøldið hevði fingið
eina øðrvísi fatan av før-
oyskum fótbólti enn hann
hevði fyri 14 døgum síðani
segði hann, at tað hevði
Eins torført og væntað
Frá at vera ein av føstu limunum í danska dynamittinum í áttatárunum, er Per Friman í dag stjóri hjá AB.
hann sum so ikki:
- Eg hevði sæð fleiri dyst-
ir við føroyskum liðum áð-
renn 8-0 sigurin hjá okkum,
og eg varð als ikki bilsin av,
at B36 í dag sýndi nógv bet-
ri spæl enn fyri 14 døgum
síðani, helt hann fyri, tá
hann varð spurdur, um AB
kanska hevði undirmett B36
grundað á stórsigurin í fyrra
dystinum.
Rósti
mótstøðumonnunum
Heilt nøgdir um spælilð hjá
egnu leikarum sínum tóktist
Per Friman ikki at vera, og
hann vísti eisini á, at teir alt
ov ofta framdu óneyðug
mistøk, tá bólturin skuldi
spælast frameftir.
Hinvegin rósti hann eisini
føroysku mótstøðumonnu-
num, tí hann eisini, at fleiri
av AB mistøkunum stóðust
av, at B36 í nógv størri mun
megnaði at trýsta AB í hes-
um dystinum:
Eg haldi at B36 eigur
stóran heiður av dystinum,
og at teir eisini kunnu vera
ernir um avrikið. Sjálvandi
er man ikki heilt nøgdur, tá
talan er um tap, men teir
megnaðu at gera uppgávu
okkara júst so torføra, sum
eg hevði roknað við. Í verju-
partinum vóru teir væl skip-
aðir, og tá talan er um so-
mikið stórar leikarar, nyttar
tað okkum einki at senda
høgar bóltar móti brotsteig-
inum. Eisini megnaðu teir
at leggja eitt hampuligt trýst
á okkum seinastu løtuna, og
móti endanum kundu teir
eisini havt javnað til 1-1, um
ikki málverji okkara hevði
komið somikið væl út moti
B36 áleyparanum (Magna á
Lakjuni).
Týdningarmikil sigur
Undan dystinum varð í fleiri
donskum bløðum skrivað,
at hóast AB at kalla hevði
tryggjað sær víðari luttøku,
so var tað av alstórum týd-
ningi fyri danskan fótbólt,
at teir eisini vunnu dystin á
Tórsvølli. Hetta fyri at
tryggja nøkur stig til UEFA
roknskapin, sum er galdan-
di, tá avgerast skal, hvussu
nógv lið einstøku londini
fáa við í europeisku kapp-
ingarnar.
Spurdur um hetta hevði
nakað at siga, svaraði stjór-
in, at tað hevði tað so av-
gjørt:
- Hetta var eisini nakað,
sum vit royndu at siga leik-
arunum í dagarnar upp til
dystin. Frá okkara síðu varð
uppgávan tikin sera álvar-
JÁKUP MØRK
Vanliga ber svenski venjarin
hjá B36 orð fyri at vera ein
sera blíður maður, men eftir
dystin hóskvøldið tóktist
smíl hansara at vera serliga
stórt.
Orsøkin til góða lagið var
eyðsæð. Lið hansara hevði
veruliga reist seg, og hóast
tað aftur hesa ferð varð talan
um tap, so var stórur munur
á avrikinum hóskvøldið á
Tórsvølli og fyri 14 døgum
síðani í Gladsaxe.
Hildu høvdinum uppi
Í øllum førum var munurin
á máltalvunum stórur, men
Pelle Andersson helt tó ikki,
at leikligi munurin millum
dystrnar báðar var so stórur,
sum tølini vísa:
- Tann stóri munurin er,
at tá vit spældu í Gladsaxe
skoraðu teir upp á allar sínar
møguleikar, og eftir at teir
innan fáar minuttir høvdu
skotið fimm mál, fóru vit
fullkomuliga niður við
nakkanum. Tað ferðina høv-
du vit væl fatur í teimum
fyrsta hálva tíman, og hetta
megnaðu vit so at byggja
víðari á í dag, og hetta eri
eg sjálvandi nøgdur um.
Hann vísti eisini á, at tá tað
í dag í nógv størri mun eyd-
naðist at halda AB leika-
sliga, og at vit góvu fleiri
av føstu monnunum frí,
komst ikki av, at vit bara
vildu taka tað róligt.
Hann vísti í hesum sam-
bandi á, at bæði Michael
Johansen og Brian Sten
Nielsen hava smávegis
skaðar at dragast við, og at
hetta var orsøkin til, at teir
ikki vóru á vøllinum í dag.
Komandi stórfelag
AB er annars eitt av teimum
feløgum, sum veruliga hev-
ur gjørt um seg í donskum
fótbólti seinastu árini.
Tað eru ikki meira enn
góð trý ár síðani, at felagið
var í stórum vanda fyri nið-
urflyting. Um ársskiftið 97/
98 settu teir so »Besta ven-
jaran í Danmark (Christian
Andersen)« í starv, og síð-
ani hevur bara gingið framá.
Felagið er í dag eitt parta-
felag, sum við at fara á
partabrævamarknaðin fekk
einar 80 mió.kr. í eginpen-
ingi. Sostatt gjørdist felagið
brádliga eitt av teimum rík-
astu í landinum, og hóast
Christian Andersen seinni
rýmdi til FCK, hevur hetta
ikki nervað ítróttarligu
gongdina í felagnum.
Per Friman hevur verið
við í stórum parti av hesari
framgongd, og hann dylur
heldur ikki fyri, at hetta
hevur verið ein spennandi
tíð.
Spurdur, hvørji mál teir
hava í framtíðini, og hvussu
langt teir eru ávegis í hes-
um, svarar hann, at mál
teirra er at vera við í topp-
inum av donskum fótbólti,
umframt at verða ein »fak-
tor« í europeiskum høpi.
- Fyrsta partinum av hes-
um hava vit longu partvíst
rokkið, tí tey bæði seinastu
árini hava vit verið millum
trý tey fremstu í Danmark.
Hvussu verður við hinum,
er ringt at seta nakað áramál
á. Eru vit hepnir við luta-
kasti og øðrum, kunnu vit
væl koma væl áleiðis í ár, tí
leikarahópurin er so avgjørt
millum teir bestu í Dan-
mark, og við fleiri lands-
liðsleikarum í hópinum,
hevur liðið eisini tær roynd-
irnar, sum eru so týdning-
armiklar í hesum sambandi.
Ein stórur partur av hes-
um veldst tó um hepni, bæði
í lutakasti og dystum. So er
bert at vóna, at vit duga nóg
væl at finna fram til hetta
hepni, varð seinasta við-
merkingin vit fingu frá fyrr-
verandi landsliðsleikara-
num, áðrenn vit ynsktu hon-
um góða eydnu í víðari ferð
teirra
móti
fótbólts-
tindunum.
Eg var als ikki bilsin av,
at talan gjørdist um ein
torføran dyst hjá okk-
um, segði Per Friman
eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
runum burtur frá málinum,
viðførdi hetta, at B36 sum
frá leið kom alt betri við í
dystin. – Vit fingu í dag
veruliga prógvað, at vit eis-
ini kunnu vera við á hesum
støði, og hetta er kanska tað
mest positiva við dystinum.
Carl var framúr
Spurdur, um tað var nakar
einstakur leikari, sum hann
var serliga væl nøgdur við,
svaraði hann, at hann sum
so var sera væl nøgdur um
liðið.
- Eg haldi tó, at Carl (H.
Høgnesen) var framúr í dag.
Hetta var heilt klárt hansara
besti dystur í ár, men eisini
aðrir leikarar skaraður fra-
múr.
Eisini helt nógv um av-
rikið hjá Mikkjali Thomas-
sen á miðvøllinum, eins og
miðverjan stóð seg sera væl,
men sum hann segði, so
kundi hann hildi áfram, til
allir leikararnir vórðu nevn-
dir, og metti hann tí fyrst
og fremst, at talan var um
eitt liðavrik.
Spæla fyri at vinna
Hann vísti eisini í hesum
sambandi á, at teir nú eru
um at hava flestu leikarar
tøkar aftur, og at hetta sjálv-
andi eisini hevur sína á-
virkan. Ikki bara í hesum
dystinum, men eisini í
heimligu kappingini, har
B36 framvegis hevur eitt
orð at skula sagt.
- Málið fyri komandi
dystirnar er sjálvandi at
vinna, hvørja ferð farið
verður á vøllin, og so mugu
vit síggja, hvussu langt hetta
røkkur, var svarið, tá hann
varð spurdur um, hvørjar
vónir teir hava fyri írestandi
dystirnar
í
kappingar-
Pelle var nøgdur
Venjarin hjá B36 var væl nøgdur um avrikið hjá sínum leikarum eftir dystin
móti AB
árinum.
Her helt sviin annars, at
B36 hevði lært nógv av
dystunum móti AB. Lær-
dómur, sum teir eisini ætla
at gera nýtslu av komandi
dystirnar. Í øllum førum
tykist vist, at um teir megna
at varveita støðið frá dyst-
inum hóskvøldið, verða teir
tungir at syfta hjá teimum
mótstøðuliðum, sum teir
enn hava eftir á skránni
B36 venjarin duldi ikki fyri, at hann var fegin um avrikið
hjá sínum leikarum
Mynd: Álvur Haraldsen
Ferðin er høg
Størsti munurin er leikferðin, held-
ur Klæmint Matras um tað at
spæla í europeiskum høpi
JÁKUP MØRK
Ein av ungu B36 leikaru-
num, sum fyri fyrstu ferð
slapp at royna seg í Eu-
ropa-Cup hóskvøldið, var
miðvallarin,
Klæmint
Matras.
Harðliga viðferð
Mest merkisverda við av-
rikið hansara var, hvussu
ósmæðin hann fót inn í
nærdystirnar við mót-
støðumenninar, og hóast
hetta kostaði nakrar ord-
iliga frammaná, so tóktist
hetta ikki at nerva unga
leikaran.
Hann helt tó, at fyri
hansara viðkomandi hev-
ði talan verið um ein sera
harðan dyst, men kortini
var tað ikki, sum hann
beit mest merki í.
Munurin á ferðini er
øgiliga stórur, tá tú spælir
her, og so í landskapp-
ingini.
Hinvegin heldur Klæ-
mint, sum júst er um at
verða fastur fúsur á B36
liðnum, at B36 kann brú-
ka dystin til nógv positivt
framyvir:‘
- Sjálvsálitið er nógv
betri nú, og mál okkara
eigur nú at vera at vinna
teir dystir, sum eru eftir
at spæla. Fer man ikki eft-
ir tí, kann man akkurát tað
sama lata vera við at
spæla fótbólt, helt hann
um komandi uppgáv-
urnar.
Uppgávur, har hann so
avgjørt ætlar sær at verða
ein partur av loysnini.
Hóast talan var um ein
sera strævnan dyst, so
tóktist Klæmint Matras
tó fegin eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
STEFAN Í SKORINI
Um B36 skal spæla eu-
ropeiskan fótbólt næsta
ár, so er neyðugt, at teir
eru millum trý tey frem-
stu, tá landskappingin er
at enda komin. Í løtuni
eru trý stig upp til VB og
B68, so møguleikin er av-
gjørt til staðar.
Tveir teir seinastu dyst-
irnir hava verið ímóti
tveimum teimum niðastu
liðunum, og nú møta teir
sandoyingum, sum eru á
triðniðasta plássi. B36
hevur fingið fulla úrtøku
móti teimum niðastu lið-
unum í ár, og einki talar
fyri, at teir ikki fara vinna
sunnudagin á B71.
B36 spældi hóskvøldið
ímóti AB í UEFA Cup, og
kanska situr tann dysturin
enn í beinunum, men ein-
gin ivi er um, at venjarin
Pelle Anderson heldur
hugsar um eitt gott úrslit
í landskappingini enn
dystin ímóti AB.
Klaksvíkingar fara í morgin
á Svangaskarð. Hagtølini
siga, at tað verður torført hjá
heimaliðnum. B68 og KÍ,
sum í fyrradagin fylti 96 ár,
hava verið saman í 1. deild
síðani 1981. Í 1988 varð
besta deildin víðkað til
tíggju lið, og síðani tá hava
B68 og KÍ spælt tólv lands-
kappingardystir á Toftum.
KÍ hevur vunnið seks ferðir,
tríggjar ferðir hevur verið
javnt, og B68 hevur vunnið
tríggjar ferðir. KÍ hevur
vunnið fýra tey síðstu árini.
Síðsti B68 sigurin móti KÍ
á Svangaskarði var í 1995.
Tá var úrslitið 2–1. Samlaði
málmunurin hjá B68 hevur
verið 13–23.
Stórir bitar
Síðani nakað fyri summar-
steðgin hevur B68 spælt
heimadystirnar á grasvøll-
inum. Men ímóti KÍ verður
spælt á graslíkinum. KÍ
plagar at standa seg væl á
grasinum, og teimum líkar
væl at spæla har. Men tofta-
menn bedýra, at tað er ikki
tí, at teir halda tað vera sær
sjálvum til fyrimunar, at teir
flyta av grasinum og á gras-
líki.
Stórt trýst hevur verið á
STEFAN Í SKORINI
Hetta er triðja árið, at Sum-
ba er í bestu føroysku deild-
ini, og tað er eitt gott avrik
í sær sjálvum, men í ár tyk-
ist tað, sum at sumbingar
ikki hava ta neyðuga yvir-
skotið at yvirliva. Teir hava
fyrr megnað at gera fót-
bóltsskrivarar bilsnar av
teirra avrikum, og tað er
heilt vist, at sumbingar ikki
gevast at stríðast fyrr enn
seinasti dystur er spældur.
Teir hava bæði í hesum
og í undanfarnum kapping-
um víst, at teir plaga at seta
seg upp til teir týdningar-
miklastu dystirnar. Í ár hava
teir vunnið tveir dystir, og
tað hevur verið ímóti FS
Vágum og B71, sum bæði
eru botnlið.
FS Vágar hevur hinvegin
prógvað, at teir kunnu klára
seg ímóti teimum betru lið-
unum, tí teir hava vunnið
bæði á B68 og GÍ á heima-
vølli, og tað er har, teir eru
serliga vandamiklir. Øll átta
stigini eru fingin til vega á
heimavølli, meðan allir
dystirnir eru taptir á útivølli.
Sumba hevur heldur ikki
gjørt nakrar skreytir norð-
Lagnudystur í Vágunum
Sumbingar fara sunnudagin vestur í Vágarnar at møta FS Vágum, og hetta
kann gerast teirra lagnudystur
anfyri Krossin, og FS Vágar
er avgjørt favorittur at liggja
omaná í lagnudystinum
móti Sumba.
Sumba eru betri mannaðir
nú enn í fyrru hálvu, tá tað
var heldur tunnligt við fólki,
og ofta vóru trupulleikar at
fáa ellivu mans til vega.
Dánjal Jóhan Joensen, sum
hevur verið við alt árið, er
farin til Danmarkar í ar-
beiðsørindum, so hann
verður ikki tøkur. Hinvegin
eru tveir aðrir leikarar kom-
nir fyri seg aftur eftir skaða.
Talan er um Eirik Joensen,
sum hevur verið skaddur
seinastu tvær vikurnar, og
Páll Magnar Kjærbæk. Páll
Magnar varð skurðvið-
gjørdur í knænum fyri
summarsteðgin, og hann er
nú til dystin fús aftur. Páll
Magnar hevur verið ein av
høvuðsstuðlunum á liðnum,
síðan teir komu í 1. deild á
fyrsta sinni.
Vesturi í Vágunum eru
allir menn tøkir uttan Tór-
Ingar Akselsen, sum enn
ikki er sloppin av við skað-
an, hann fekk móti B36 fyri
tveimum vikum síðani. Tað
er ein dyggur smeitur ikki
at hava Tór-Ingar við í hes-
um dystinum, tí hann er ein
av teimum vágamonnunum,
sum hevur víst mest í ár, og
hann er eisini eitt av lands-
liðsevnunum hjá Allani Si-
monsen.
Um Sumba tapir sunnu-
dagin, sær tað sera svart út
hjá teimum, men so hava
teir B71 vikuna eftir, og har
er aftur ein týðandi botn-
uppgerð. Lagnan hjá sum-
bingum verður kanska av-
gjørd í tveimum næstu dyst-
unum.
- Sumba er eitt lið av
stríðsmonnum, og vit fara
at berjast heilt til síðsta
bríksl, sigur venjarin hjá
sumbingum, Milan Cimbur-
ovic.
Hetta skulu vágamenn
eisini hava í huga, tá teir
fara á vøllin sunnudagin.
Í fyrra dystinum millum liðini bæði eydnaðist
sumbingum at vinna 1-0, og megna teir eina endurtøku í
morgin, eru teir væl ávegis at tryggja sær enn eitt ár í
bestu deildini
Hjá B36 er Egil Zacha-
riassen ivasamur, men
hann verður væntandi
klárur. Jákup á Borg er
farin niður til Danmarkar
í skúla, men hann kemur
heimaftur til dystin móti
B71.
Hjá B71 eru eingi leik-
bann ella skaðar, so allir
menn eru tøkir hjá sand-
oyingum, og tað er eisini
alneyðugt, um eitt gott úr-
slit skal fáast í Havn
sunnudagin.
Seinast hesi bæði liðini
møttust, vunnu havnar-
menn 2-1, men tað var ein
tepur sigur í einum tøttum
dysti, har B36 als ikki var
sannførandi. Tað er tó
stórur munur á at spæla á
Sandi og í Gundadali, og
fyri B36 eigur hetta at
vera ein avgreiðsluspur-
ningur og trý stig fleiri í
teirra jagstran av HB, VB
og B68. Í B36 trúgva teir
enn uppá meistaraheitið.
B68 basir sjáldan
KÍ á Svangaskarði
Toftamenn, sum stríðast fyri at vera við í stríðnum um
rætt til altjóða luttøku, hava næstu vikurnar sera torførar
uppgávur á skránni
grasvøllinum í summar, og
tað verður stórt trýst kom-
andi vikuna. Landsdystur
verður annan sunnudag.
Føroyska liðið ætlast at
hava fyrstu venjingina hós-
kvøldið, og teir fara ivaleyst
at venja tvær ferðir fríggja-
dagin og leygardagin, um-
framt at slovenarnir fara at
venja har leygardagin. Tí
hevur B68 í vikuni vant á
graslíkinum.
Á Toftum droyma teir um
altjóða fótbólt komandi ár.
Um atgongumerki skal
vinnast til í hvussu so er
UEFA, so er treytin í minsta
lagið næstfremsta plássið.
B68 er næstfremst, men
skulu teir varðveita hetta
plássið og kanska lyfta seg
upp á fremsta plássið, so
skulu stórar uppgávur loys-
ast til fullnar. Aftaná at KÍ
hevur verið á Svangaskarði,
skal B68 til Runavíkar, so
fáa teir vitjan av HB, áðrenn
teir fara til Vágs og runda
av móti GÍ á Svangaskarði.
Jan Petersen fær fáar min-
uttir ímóti KÍ í ár. Í Klaksvík
fekk hann reyða kortið, og
nú er hann leikbannaður.
Arnbjørn Danielsen var
leikbannaður á Sandi. Hann
er tøkur aftur. So fæst at
síggja, hvat vandamiklasta
álopsparið í landinum fer at
megna ímóti KÍ málinum.
Allir eru tøkir
Í Klaksvík hava teir í ven-
jingini í síðstu viku og í hesi
vikuni spælt nógv til tvey
stór mál. Tað hevur líkað
spælarunum sera væl.
Tomislav Sivic hevur all-
ar spælararnar tøkar, tá teir
koma á Svangaskarð. Ímóti
GÍ var liðformaðurn Jan Jo-
ensen burturstaddur, Nú er
hann tøkur aftur. Spurning-
urin er so, hvat venjarin fer
at gera við avloysaran síðsta
sunnudag. Símun Waag
Høgnesen stóð serliga í 1.
hálvleiki sterkur í myndini.
JH
Avgreiðsluspur-
ningur hjá B36
B36 eltir í løtuni oddaliðini, og
ein sigur móti B71 í Havn tekur
teir enn nærri toppinum
STEFAN Í SKORINI
NSÍ hevur vunnið fimm
av teimum seinastu seks
dystunum, meðan hin
endaði við javnleiki. Fýra
tær seinastu ferðirnar NSÍ
hevur verið á vøllinum,
eru teir farnir av aftur við
trimum stigum. Tað hava
heldur ikki verið tey veik-
aru liðini, sum NSÍ hevur
blást av vøllinum. KÍ, HB
og VB eru millum liðini,
sum seinastu tíðina hava
verið við undirlutan móti
NSÍ.
Spurningurin er so, um
GÍ kann steðga teimum.
Fyrra dystin millum lið-
ini, vunnu gøtumenn 4-3
í Runavík við góðari hjálp
frá gomlum NSÍarum. Óli
Hansen og Helgi L. Pe-
tersen vóru millum mál-
skjúttarnar ta ferðina.
Hetta er ein grannaupp-
gerð, og tá er alt púra opið
frammanundan. GÍ hevur
einki at spæla fyri uttan
æruna, men henni fara teir
óivað at berjast við hond
og fót fyri, kanska serliga
tá mótstøðuliðið eitur
NSÍ.
GÍ
hevur
longu
tryggjað sær luttøku í
europeiskum fótbólti næsta
kappingarár, og teir hava
ongan møguleika at vinna
heiðursmerki.
NSÍ er tó favorittur, av tí
at teir hava víst sera gott
spæl og skotið nógv mál í
seinastu dystunum. Ein sig-
ur er eisini neyðugur, tí enn
eru hóast alt seks stig upp
til heiðursmerkjaplássini.
Hjá NSÍ eru allir mans
tøkir, so ikki er væntandi at
Trúgvi Mortensen fer at ger-
a nakrar stórvegis broyting-
ar á liðnum. Christian Høg-
ni Jacobsen hevur staðið
fyri teimum flestu málunum
eftir summarsteðgin, og
hann eigur sín stóra lut í
teimum góðu úrslitunum.
Hansara leiklutur verður av-
gerandi fyri útfallið í Gøtu
sunnudagin.
GÍ er júst komið aftur úr
Svøríki, har teir hava spælt
UEFA Cup móti Norrkøp-
ing. Hesin dysturin er kan-
ska ikki heilt farin úr bein-
unum
enn,
meðan
NSÍararnir eru betri hvíldir.
Dysturin
sunnudagin
móti NSÍ verður sam-
stundis seinasti dystur
hjá málverjanum Sun-
vardi Joensen í GÍ mál-
inum á hesum sinni.
Hann leggur nú leiðina
til Danmarkar. Hallur
Hansen, sum stóð í mál-
inum í Svøríki, eftir at
Sunvard varð rikin av
vølli, fer nú at verja mál-
ið hjá gøtumonnum. Hel-
gi L. Petersen, Bartal Eli-
assen og Súni Olsen fin-
gu allir smásnuddir í
Svøríki, men teir vera
væntandi klárir aftur.
Spurningurin er so, um
Jóhan Nielsen kann seta
sínar menn upp til henda
dystin, sum ikki er av
stórum týdningi fyri teir,
meðan NSÍ ikki kann
brúka nakað annað enn
ein sigur.
Kann NSÍ halda
dampinum uppi?
Runavíkingar hava verið flúgvandi seinastu vikurnar,
og teir stevna beint móti heiðursmerkjunum. Tað sær
heldur ikki út til, at GÍ kann steðga teimum í løtuni