Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. august 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 163 - 26. august 2000 Nr. 163 - 26. august 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Tað er toppdystur á skránni á Vágs eiði í morgin. VB er nærri FM heitinum, enn teir nakrantíð áður hava verið, og um teir vinna í morgin hava teir framvegis sjálvir møguleikan at avgera. HB er oddalið, og í felag- num tevja tey væl kenda deymin av gulli. HB stuð- larnir skipa fyri útferð til Vágs í morgin. Um tað ikki eydnast í hvussu so er at fáa eitt stig, so verður talan sjálvandi um vónbrot, men í felagnum undirstrika tey staðiliga, at teirra lið longu hevur nátt tí, sum tað undan kappingarbyrjan varð vónað: – Tað er sera hugaligt at vera HBari. Frá teimum minstu og upp til 1. deild er lagið gott. Í 1. deild saðlaðu vit um í vetur. Vit hava nógvar ungar spælarar, og teir nýtast ikki at fara til Vágs tyngdir av nervum. Vit hava sagt teimum, at vit vóna at vinna FM innanfyri tey bæði næstu árini. Í ár høvdu vit vónað at fáa heið- ursmerkir. Tað rokni eg av- gjørt við, at vit fara at gera. Um tey verða av gulli, so verður tað frálíkt. Um tey ikki vera so fín, so verða vit eitt sindur vónbrotnir, tí vit liggja so væl fyri, men í tí stóra og heila eru vit sera væl nøgdir, og tað vita spæl- ararnir. Tað er Gunnar Mohr, for- maður í HB, sum vit hava í telefonini. Hann ætlar sær til Vágs í morgin: – Tað er onga staðni í Før- oyum so torført at spæla sum í Vági. VBararnir eru altíð raskir á heimavølli, men umstøðurnar eru ikki góðar. Undirlendið er ikki gott, og serliga tá tað regnar, er tað torført at spæla. Allir, sum hava spælt har suðuri, vita, at tað er sjáldan stilli, og at tað hjá vitjandi yvir- høvur kennist fremmant og torført. Eg havi sjáldan ver- ið við til at vinna í Vági, men eg havi heldur ikki tapt so ofta. Mest vanliga úr- slitið hjá HB plagar at vera javnleikur, heldur Gunnar Mohr. Hjá HB er liðformaðurin, Rúni Nolsøe, sum var leik- bannaður seinast, við aftur. Florin var eisini leikbann- aður, men tað man vera ivasamt, um hann kemur beinleiðis á liðið. Gigi er farin heim til Craiowa. Hann skal leggjast undir skurð, og undan fráferðini segði 38 ára gamli maðurin seg rokna við, at hann hevði spælt fyri síðstu ferð á høg- um støði. Síðsti sigurin í 1991 Nú eru tað longu tvey ár síðani, at Gunnar Mohr gavst í 1. deild. Men hag- tølini siga, at tað altíð hevur verið rár hending, at HB hevur vunnið í Vági. Síðsti HB sigurin í Vági var í 1991. Tá vunnu teir 2–1, og tað gjørdu teir eisini í 1988. Av teimum ellivu dyst- unum síðani 1988 eru fýra endaðir við javnleiki, og VB hevur vunnið fýra ferðir. Bara eina ferð hevur mun- urin verið meiri enn eitt mál. Tað var fyri tíggju ár- um síðani. HB vann FM, men í Vági taptu teir 3–1. Í fjør vann VB 1–0. Ikki nóg støðugir Óli Holm er nevndarlimur í Fótbóltssambandinum. Hann býr í Vági, og hann spældi í mong ár við VB. Besta árið hjá honum og VB var í 1974. Ta ferðina vunnu teir bæði ísafjarðarsúluna og felags steypakappingina, og tá var tað, at teir eftir 2– 0 sigur á HB á Vágs eiði eitt stutt skifti royndu at vera fremstir í landskapp- ingini. Óli Holm er, sum flestu vágbingareru tað, spentur um gongdina, men hann heldur, at VB longu hevur megnað so nógv, sum tað frammanundan kundi rok- nast við. – Sjálvandi droyma vit í verandi støðu um at vinna FM. Men tað er langt á mál. Um VB vinnur í morgin, haldi eg avgjørt, at møgu- leikin at fáa heiðursmerkir er sera realistiskur, og so kunnu tey eisini verða av gulli. Um VB tapir, so er møguleikin væl hugsandi, at VB ikki fær heiðurs- merkir. VB hevur fleiri tor- førar dystir eftir, B68 er un- dir liðini, B36 er bara trý stig aftanfyri, og NSÍ, sum so dyggiliga gav eina á- minning um, at einki kemur av sær sjálvum, kemur við nógvari ferð. Hvat er tín meting av lið- num? – Teir hava verið sera drúgvir, serliga á heima- vølli. Men sjálvt um úrslit- ini fyri tað mesta hava verið góð, so haldi eg, at teir leik- liga ikki hava verið so støð- ugir, sum oddalið eiga at vera. Frá dysti og til dyst og eisini í einstøku dyst- unum hava teir viðhvørt spælt væl, og so hava teir aðrar tíðir verið alt annað enn sannførandi. Men ven- jingarstøðan hevur ongantíð áður verið so góð í Vági, sum hon er akkurát nú. Óli Holm vísir á, at hjá VB kunnu onnur viðurskifti enn sjálvt fótbóltsspæli hav- a stóran týdning fyri enda- støðuna: FM møguleikin er komin óvart á vágbingar og HB Bæði í Vági og í HB vóna teir at vinna FM, men teir undirstrika samstundis, at teirra lið longu hava útinnt tað, sum tað varð roknað við frammanundan – Eg hugsi um møguligar skaðar og um kortini. Ro- bert er leikbannaður hesa ferð. Hann hevur verið sera raskur. Hans Pauli Dahl og Petur Óli Samuelsen eru til skips, so hópurin er ikki so breiður. Fýra spælarar verða leikbannaðir næstu ferð, teir fáa gult kort. Sovorðið hev- ur stóran týdning, heldur fyrrverandi VB spælarin og núverandi FSF nevndarlim- urin, Óli Holm. JH Dysturin millum VB og HB sunnudagin kann væl gerast avgerandi fyri, hvat FM-heitið endar í ár Solbakken til FCK Høvuðsstaðarfelagið heldur á fram við at styrkja sær um hópin, og fríggjadagin varð triðja keypið í 14 dagar veruleiki JÁKUP MØRK Hóast FCK ikki higartil hevur livað upp til heitið sum ein av heitastu bið- lunum til DM-gullið, so er hetta so avgjørt ikki or- sakað av, at leiðslan ikki roynir at gera nakað munagott. _Seinastu tvær vikur- nar hevur felagið styrkt seg við málverja, verju- leikara og áleypara, og fríggjadagin kom so ein nýggjur miðvallari til felagið. Besti í Danmark Talan er um norska lands- liðsleikaran, Staale Sol- bakken, sum av mongum verður roknaður sum besti miðvallarleikari í Danmark. Hann hevur tey bæði seinastu árini leikt við AaB, har hann varð danskur meistari í 1999, men í ár hevur hann fleiri ferð tosað um at sleppa úr felagnum. Umframt at hava leikt við AaB, hevur Staale eisini roynt seg í esnkum fótbólti, har hann eitt skifti var á miðvøllinum hjá Wim- bledon. Í 1999 varð hann kosin besti leikari í Donsku kapp- ingini, og eisini í fjør varð hann mettir millum teir bestu. Seinast vit frættu, á mið- degi fríggjadagin, væntaði bert ein kanning av heilsu- støðuni hjá norska miðvall- aranum. Við fyrivarni fyri úrslitinum av hesi, verður tí roknað við, at FCK hevur norskt stál á miðvøllinum, tá teir sunnudagin fara í holt við stórdystin móti Brønd- by. Ein dystur sum hesu ferð hevur størri týdning enn nakran tið fyri Toda & Co. Ársins leikari í Danmark, 1999, verður væntandi við liðnum hjá FCK sunnudagin ÚTSØLA Í "MÁLING & GÓLV" sí okkara lýsing á síðu 11 Sosialurin - 311820 Hallarheygur 2, FO 100 Tórshavn • Tlf. 31 60 28 31 19 83 • e-mail:hjck@post.olivant.fo http://kort.olivant.fo/ hjck/ Barnasjónleikarfelagið • Dramaverkstaðið Á Dramaverkstaðnum á Hálsi í Havn, Hallarheygur 2, verða fleiri skeið í drama og sjónleiki fyri ung og vaksin. Byrjað verður miðskeiðis í sept. og hildið fram til mai 2001.Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: • Ymiskar venjingar í konsentratión • Javnvágsvenjingar • Kensluvenjingar • Spøl • Avspenning • Andadráttsvenjingar • Røddvenjingar og annað • Improvisatión, tað er at gera ófyrireikaðar framførslur antin frítt ella við bundnum uppgávum • Venjing í at leika sjónleik, t.d. venja ymisk stutt brot úr sjónleikum • Teatersport • Forumleik Gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum, og har kunnu øll fáa okkurt burturúr. Ein kann siga hetta arbeiði er bæði til gaman og álvara. Børn: Fyri alt skeiðið 1500,- Tey yvir 14 ár eru undir Kvøld- og Ungdómsskúlanum. NB:Tey yngstu skulu vera fylt 9 ár áðrenn 01.09.00 Byrjarir: 9 til 12 ár (1989 – 1991 ) Týsdag kl. 15.00 til 16.45. Byrjarir/ Eitt sindur roynd: 9 til 12 ár (1989 – 1991 ) Mánadag kl. 15.00 til 16.45. 12 til 14 ár (1986 – 1989 ) Hósdag kl. 15.30 til 17.15. 14 ár og eldri (1986 og eldri ) Fríggjadag kl. 16.00 til 18.00. Byrjarir/Roynd: 16 ár og eldri (1983 og eldri ) Hósdag kl. 17.30 til 20.30. Nógv roynd (framhaldsbólkar): 11 til 13 ár (1987 – 1989 ) Mánadag kl. 17.00 til 19.00. 11 til 13 ár (1987 – 1989 ) Týsdag kl. 17.00 til 19.00. 14 til 18 ár (1982 – 1986 ) Mikudag kl. 17.00 til 19.30. Tilmelding: Tlf. 31 60 28 millum 16.00 og 18.00. Drama/sjónleikarskeið fyri ung og vaksin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 2696, Sp/f Nor›con, 100 Tórshavn. Vi›tøkur broyttar: 03.06.2000. N‡tt hjánavn: Sp/f Zenit (Sp/f Nor›con) Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. P/F 2853, P/F Atlantic Seafarm, 900 Vágur. Vi›tøkur broyttar: 08.06.2000. Kapitalur: Hækking vi› kr. 88.000,00 til kr. 588.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 88.000,00 til kurs 36.363,6 Nevnd: Farin úr nevndini: Atli Gregersen, 360 Sandavágur (forma›ur). Innkomin sum forma›ur: Amy Bech, 926 Lopra. Innkomin í nevndina: Gudmund Strømsnes, 6900 Florø, Norge. Grannsko›ari: Farin frá sum grannsko›ari: Sp/f ADS- grannsko›an, 826 Trongisvágur. Innkomin sum grannsko›ari: P/F Rasmussen & Weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. P/F 1794, P/F Salmon River, 900 Vágur. Nevnd: Farin úr nevndini: Atli Gregersen, 360 Sandavágur (forma›ur). Innkomin sum forma›ur: Amy Bech, 926 Lopra. Innkomin í nevndina: Gudmund Strømsnes, 6900 Florø, Norge. Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 2801, Sp/f Bo›aberg, 240 Skopun. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jónleif Láberg, 240 Skopun. Felagi› er fari› í likvidatión vi› Niels Winther Poulsen, advokati, Fr. Petersensgøta 9, Box 6, 110 Tórshavn sum likvidator. Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. P/F 2997, P/F Kaupthing Føroyar Vir›isbrævameklarafelag , 100 Tórshavn. Vi›tøkur broyttar: 16.06.2000. N‡ggj hjánøvn: P/F Keypting Føroya (P/F Kaupthing Føroyar Vir›isbrævameklarafelag) og P/F Keypting (P/F Kaupthing Føroyar Vir›isbrævameklarafelag) Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 2274, Sp/f Í Króki, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin frá sum forma›ur: Katrin Ólfrí› Johansen, Láarvegur 7, 100 Tórshavn. Innkomin sum forma›ur: Jón Johansen, Láarvegur 7, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jón Johansen, Láarvegur 7, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Katrin Ólfrí› Johansen, Láarvegur 7, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 2226, Sp/f Farybak Ventures, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Ove Lyhne, Høneborgvej 11, DK-9340 Asaa. Felagi› er fari› í likvidatión vi› Annfinni V. Hansen, advokati, Gongin, Box 106, 110 Tórshavn sum likvidator. Skráseting Føroya tann 24. august 2000 Kristin Balle _____________________ Sig okkum frá Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Trygdarútgerð til øll endamál! Sosialurin - 311820 • Verndarhjálmar og húgvur • Hoyrivernd v/FM radio • Brillur • Maskur • Trygdarskógvar • Fallsikringar • Handskar • Hondreins • Vit útvega skiltir til øll endamál! Vit taka okkum av øllum uppgávum innan arbeiðaravernd Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Robustar blandimaskinur Sosialurin - 311820 •Tvangsblandarir 38–800 ltr. • Blandimaskinur 130 – 180 ltr. • Breitt úrval av stav og bjálka-vibratorum Fáast við el, bensin ella dieselmotori