leygardagur 19. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2005
5
P/F 14 hjá
Poul Mohr
Kjartan Mohr er
nýggjur nevndar-
limur í P/F Sandoy
Seafood eftir endur-
reisingina av
felagnum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í samband við, at P/F 14,
sum er eitt partafelag hjá
Poul Mohr, hevur sett
pening í P/F Sandoy
Seafood, er sonur Poul,
Kjartan Mohr, komin í
nevnd felagsins.
P/F Sandoy Seafood er
felagið, sum eigur og
rekur fiskavirkini á Sandi
og í Skopun.
Gamalt felag
Poul Mohr sigur, at P/F
14 hevur sett nakað av
peningi í P/F Sandoy
Seafood fyri at hjálpa
virkjunum í Sandoynni í
gongd aftur, sum hann
tekur til.
Spurdur, hvaðani navnið
á partafelagnum, P/F 14,
stavar, sigur hann, at hetta
er eitt rættiliga gamalt
felag.
- Hetta er eitt felag, sum
er stovnað í 1936 – og
navnið P/F 14 stavar frá,
at hetta felag var nummar
14 í partafelagsskráset-
ingini í sínari tíð, sigur
Poul Mohr.
Nýggjur stjóri á Kollafjord Pelagic
Dánjal Jákup Andrea-
sen sleppur nú at
royna, um hann sam-
an við sínum fólki
kann megna at skapa
lønandi vinnu á
Kollafjord Pelagic
STJÓRASKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjórin á Kollafjord Pelagic
eitur ikki longur Sofus
Poulsen, sum í fleiri ár var
stjóri á Rækjuvirkinum á
Oyri, men sum í seinastuni
hevur verið stjóri á pelag-
iska virkinum í Kollafirði.
Maðurin, sum er komin í
hansara stað, er Dánjal
Jákup Andreasen, ið hevur
drúgar royndir sum fiska-
virkisstjóri, eitt nú á Fiska-
virkinum í Vestmanna.
Sosialurin royndi í gjár at
fáa fatur á fyrrverandi
stjóranum, Sofusi Poulsen,
men hann var ikki at hitta.
Vit royndu eisini at fáa
fatur á Dánjal Jákupi, men
hann var á fundi í Havn.
Nevndarformaðurin
í
Kollafjord Pelagic, Sverri
Hansen, hevur seinastu
dagarnar verið í Føroyum –
og fer ætlandi avstað aftur
til Íslands í dag, men heldur
honum fingu vit fatur á,
áðrenn
blaðið
fór
til
prentingar.
Longu byrjaður
Sum skilst, byrjaði Dánjal
Jákup Andreasen í nýggja
starvinum hósdagin, sam-
stundis sum Sofus Poulsen
gavst í hesi vikuni.
Tað hevur gingið striltið
hjá Kollafjord Pelagic, síðan
virkið varð bygt í Kollafirði
fyri nøkrum árum síðan.
Ymiskar
umbyggingar
eru framdar á virkinum, og
nýggj útgerð er sett upp,
eins og felagið er vorðið
endurskipað. Men líkt er
til, at tað er torført at fáa
lønandi virksemi innan
víðu veggirnar í stóra
bygninginum á havnalagn-
um í Kollafirði.
Sosialurin hevur skilt, at
ongar broytingar eru farnar
fram í nevndini aftanfyri
Kollafjord Pelagic.
Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður í fiski-
vinnumálum, hevur
nú givið JFK-Troli
innflutnigsloyvi til
risatrolaran, Atlantic
Navigator, sum er
fyrrverandi American
Monarch
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gongst sum ætlað, verður
risatrolarin, Atlantic Nav-
igator, sum er fyrrverandi
American Monarch, ein
partur av føroyska fiski-
skipaflotanum til heystar.
Sambært Norðlýsinum,
sum er lokalblaðið hjá
norðoyingum, hevur lands-
stýrismaðurin,
Bjørn
Kalsø, í vikuni givið JFK-
Troli innflutningsloyvi til
risatrolaran, sum ætlandi
kemur í flotan í staðin fyri
hin risatrolaran, Næraberg.
Til heystar
Í samrøðu við Norðlýsið,
sigur reiðarin hjá JFK-
Troli, Hanus Hansen, at
gongst sum ætlað, kemur
Atlantic Nagivator higar til
lands einaferð í heyst.
- Nú verður arbeitt við at
fáa fíggingina upp á pláss,
og gongur alt sum ætlað,
vænta vit, at trolarin verður
klárur at fara til fiskiskap
fyri Næraberg einaferð í
heyst, sigur Hanus Hansen.
Manningin
umborð
á
Nærabergi telir eini 80
fólk, men Atlantic Naviga-
tor er eitt munandi størri
skip, og tí er væntandi, at
manningartalið við hesum
skipinum
verður
væl
omanfyri 100.
Líkt er til, at torført er at fáa
lønandi vinnu innan víðu
veggirnar á pelagiska virkin-
um í Kollafirði, Kollafjord
Pelagic. Nú fær so Dánjal
Jákup Andreasen høvi at
royna seg eftir Sofus Poulsen,
ið er farin frá sum stjóri
Mynd: Jens Kr. Vang
Helena landar
mánadagin
- Tað hevur bara ver-
ið heilt fitt av fiska-
arbeiði í vár, sigur
Jason Johannesen,
virkisleiðari á Fiska-
virking í Miðvági
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eini 60-70 fólk eru til ar-
beiðis á virkinum hjá
Fiskavirking í Miðvági, tá
ið fullmannað er. Tey ar-
beiða hýsu, sum verður
virkað til portiónir. Ein
minni partur av fram-
leiðsluni fer í blokk,
kanska ein triðingur ella
so.
Størsti parturin av rá-
vøruni kemur frá línu-
bátunum.
Jason
Johannesen,
virkisleiðari, sigur, at væl
av arbeiði hevur verið á
virkinum í vár.
- Tær fyrstu tvær vikur-
nar í januar var lítið og
einki at gera, men síðan
hevur bara verið heilt fitt
av arbeiði.
Hann vísir á, at á mid-
degi mikudagin var aftur
turt gólv á virkinum, og
síðan hevur einki verið at
gjørt í gjár og í dag.
Men mánadagin fara
tey aftur til arbeiðis í
Miðvági. Tá kemur línu-
báturin, Helena, sum er
heimahoyrandi í Klaks-
vík, á Miðvág at landa.
Smáur fiskur
Jason Johannesen vísir á,
at hýsan hjá línubátunum
hevur verið smáfallandi,
men tað hevur gingið
hampiliga væl at fingið
fatur á henni. Ein fittur
partur av veiðini hjá bát-
unum er hýsa, sum vigar
minni enn eitt kilo.
- Tað vísir seg, at allur
fiskur er smáur. Hýsan er
smá, upsin er smáur, og
toskurin er eisini smáur.
Jason hevur heft seg við
tað, sum ein skipari segði
í Sosialinum herfyri. Hes-
in vísti á, at gýtingarupsin
er nógv smærri nú enn
fyri nøkrum árum síðan.
Tað verður helst soleið-
is, sigur Jason, at tá ið
myndugleikarnir í fram-
tíðini skulu friða gýting-
arfisk, so verður tað tann
smái fiskurin, sum verður
friðaður!
- Alt er so undarligt
vorðið, heldur virkisleið-
arin fyri.
Atlantic Navigator
kemur fyri Næraberg
Atlantic Nagivator er nógv størri enn Næraberg, sum vit síggja á hesi myndini. Væntandi verða
væl omanfyri 100 fólk við skipinum, sum ætlandi verður ein partur av føroyska
fiskiskipaflotanum til heystar