Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 55 - 19. mars 2005 DØMI UM TYSSI Tá ið magni Laksáfoss og Jógvan Mørkøre vóru í Suðuroy herfyri og greiddi frá eini v a k s t r a r a v t a l u , nevndu teir eisini nøkur dømi um, hvørja mennugreinar, ella tyssi, sum tað kann umhugsast at leggja dent á í Suðuroy. Teir nevndu eisini nakrir trupulleikar, sum gera um seg í Suðuroy Í tí sambandi nevndu teir millum annað: Møgulig tyssi Fiskivinnu Alivinnu Sjóvinnutænastur Ferðavinnu KT-vinnu (sum partur av øðrum vinnum) Ferðavinnan - kampagna Kampagna rættað móti føroyingum "Upplivi Suðuroynna" Fáa "norðoyingar" til at senda fólk suður Ferðavinnan - menning Gastronomiskt institut Fleiri tilboð Hestaríðing rógva við árabáti, kano ella kajak GPS-renningar Gistingarmøguleikar Tjald, Ból og Biti, tjalding, hús Aðrir trupulleikar Ov fáar og lítlar avleiddar vinnur handilsvinna bilverkstøð elektrikkarar timburmenn málarar Orsøkin til trupulleikarnar Ov stór sveiggj eru í inntøkunum í Suðuroy Ringt at fáa støðugar inntøkur Møguligar loysnir Fjølbroytt vinnulív fleiri tyssi fleiri almenn størv Møgulig almenn størv Ellisheim Eftirskúli Gastronomiskt institut Fongsul ? Útbúgving og gransking Heilsuarbeiði Ferðavinna Matframleiðsla Allar sjey kommun- urnar eru samdar um at lata serfrøðingar gera eina umfatandi vakstraravtalu fyri Suðuroynna. Men tað er ein treyt at Lands- stýrið betalir ein part av tí, sum ætlanin kostar at gera VAKSTRARAVTALA FYRI SUÐUROY Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er líkt til at farast kann undir eina umfatandi menningarætlan fyri alla Suðuroynna. Allar kommunurnar í oynni eru samdar um at biðja búskaparfrøðingin, Magna Laksáfoss og samfelagsfrøðingin, Jógvan Mørkøre, um at standa fyri arbeiðnum at fyrireika eini slíkari ætlan. At kalla tað menningar- ætlan er kanska ikki heilt rætt, tí tað, sum ætlanin er at gera, er ein vakstrar- avtala fyri Suðuroynna, har allir partar gera eina avtalu um, hvussu oyggin skal mennast. Teir báðir serfrøðingarnir vóru í Suðuroy herfyri, har teir greiddu kommununum frá, hvat ein slík vakstrar- avtala snyr seg um, hvussu farast kann fram hereftir. Teir boðaðu eisini frá, at semjast kommunurnar um at fara undir arbeiðið, eru teir eisini sinnaðir til at standa fyri arbeiðnum at fyrireika eina slíka vakst- raravtalu og at gera eitt uppskot til eina slíka av- talu. – Hesar seinastu dagar- nar hava sjey kommunurnar í oynni viðgera málið fyri at vita um hetta er nakað at fara víðari við, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, sum er talsmaður hjá kommununum í hesum máli. Hann sigur, at nú eru boð komin frá øllum kommun- unum um, at tær eru sinnaðar at vera við í arbeiðnum. Kostar eina hálva millión Ein slík vakstraravtala er mett at kosta 500.000 krón- ur og tað er lagt upp til at kommunurnar skulu betala helvtina og landskassin hina helvtina, tí kommun- urnar megna ikki at gera tað einsamallar. Nú kommunurnar hava tikið avgerð um at vera við í ætlanini og at betala sína helvt, verður farið til Landsstýrið við eini um- sókn um at betala hina helvtina. – Sostatt liggur bólturin nú í Tinganesi og støðan hjá landsstýrinum verður av- gerandi fyri um hendan ætlanin kann setast í verk. Men Eli Frederiksen væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí tá ið kommunurnar hava víst ein vilja, heldur hann at tað er sjálvsagt, at Lansstýrið eisini er við. Hann er fegin um at kommunurnar samdust um at gera eina slíka vakstrar- avtalu – Hetta kann vera byrjan- in til eitt ávíst samstarv ímillum kommunurnar. Hinvegin vil eg siga, at kundu kommunurnar ikki samstarva um hetta, kundu tær ikki samstarva um nakað, tú hetta er eitt rættil- iga grundleggjandi tiltak fyri alla Suðuroy. Nú eru vágbingar eisini í ferð við eina menningar- ætlan fyri Vág. Koma hesar báðar ætlanirnar at vera í vegin fyri hvørjum øðrum? Tað meti eg heilt avgjørt ikki. Eg meti tvørturímóti, at tað er bara positivt at ein menningarætlan eisini verður gjørd fyri Vág, tí tað er onki sum forðar fyri, at ein menningarætlan fyri Vág og ein vakstraravtala fyri alla Suðuroy kunnu ganga hond í hond og kunnu samansjóðast, sigur Eli Frederiksen. Ì Eyafjarðarætlanini í Íslandi hava tey lagt dent á at menna seg á fýra økjum VAKSTRARAVTALA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vakstraravtalan, sum nú er í umbúna at gera fyri Suður- oy, verður gjørd við fyri- mynd í Eyafjarðaravtaluni, sum fevnir um ein part av Norðurlandinum í Íslandi. Har eru Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eya- fjarða Ídnaðarmenningar- felag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovn- urin, Eyafjarðar Sam- starvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutningsráð Íslands, gingin saman um avtalu fyri fýra ár um at menna økið. Menna seg í fýra tyssum Í Eyafjarðarætlanini er avrátt, at savna orkuna um at menna seg í fýra tyssum, útbúgving og gransking, heilsuarbeiði, ferðavinnu og matframleiðslu. – Endamálið við eini slíkari ætlan er, at økið skal aftur gerast eitt áhugavert búsetingaralternativ til høvuðsstaðarøkið og íbúgvatalið skal fáast at vaksa aftur. Samstundis skal kappingarførið betrast, so vøkstur aftur fæst í búskapin, arbeiðsmegin skal mennast og økjast skal um virki og størv í kapp- ingargreinum, dentur skal leggjast á altjóða verk- ætlanir og at fáa útlendskar íløgur og vitan til økið, søgdu Magni Laksáfoss og Jógvan Mørkøre, táið teir løgdu ætlanina fram fyri kommununum í Suðuroy Og teir mæla til, at miðja verður beinleiðis fram ímóti at gera eina líknandi avtalu fyri Suðuroy. Uppgávan verður, saman við pørtunum í ætlaðu avtaluni, at finna fram til tey tyssi, ið skulu verða hornasteinar undir fram- tíðar menning í Suðuroy. Teir siga, at tað fer at krevja eitt kanningarar- beiði, ið fevnir um møgu- leikar, royndir aðrastaðni, rákið í vinnugreinum glo- balt og útbúgvingartørv og tað verður eisini neyðugt at fáa altjóða og heimliga serfrøði uppí hetta arbeiði. Meiri fæst at vita um Eyafjarðarætlanina á alnet- inum á www.calculus.is Ein avtala ímillum allar partar um at menna Suðuroy Suðuroyingar samdir um stórfingna menningarætlan – Eg eri fegin um, at kommunurnar tóku undir við ætlanini, tí hetta er rættiliga grundleggjandi fyri Suðuroy, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri