Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 7 UTTAN ÚR HEIMI Gevst ikki Svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, vísir aftur øllum gitingum um, at hann umhugsar at fara úr forsætisráðharraembætinum. Í seinastuni hava fleiri svensk bløð gitt, at Persson umhugsar sína politisku framtíð, tí meiningakanningar hava víst, at hann er ikki so væl umtóktur longur. Eitt nú skrivaði blaðið Expressen fyri nøkrum døgum síð- ani, at Persson umhugsaði at leggja frá sær longu seinni í ár. Men tað avsannar forsætisráðharrin. Hann sigur, at tað gongur altíð upp og niður í meiningakann- ingum, og at hann gevur sær ikki stórvegis far um slíkar kanningar. – Tað er bara ein kanning, sum er avgerandi, og hon verður tann triðja sunnudagin í september næsta ár, sigur Gøran Persson og sipar til, at tá verður ríkisdags- val í Svøríki. Gøran Persson hevur verið svenskur forsætisráðhari síðani 1996. Vendist ikki aftur Sjálvt um allur heimurin gavst at brúka olju og kol í morgin, hevði hitavøksturin á Jørðini hildið fram í minst hundrað ár afturat. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum stendur í tíðarritinum Science hesa vikuna. Granskararnir, sum hava skrivað frágreiðingina, hava kannað, hvørja ávirk- an møgulig tiltøk kunnu fáa á hitaviðurskiftini á Jørð- ini. Ein teirra, amerikanarin Gerald Meehl, sigur við AP, at hitavøksturin fer at halda fram, og at vatnsstøðan í heimshøvunum fer eisini at hækka tey næstu hundrað árini, sjálvt um vit góvust at brúka olju og kol nú. Gerald Meehl sigur, at tað tekur longri tíð at broyta hitan í sjónum enn hitan í luftini, og tá tað eru heims- høvini, sum stýra veðurlagnum, tekur tað langa tíð at broyta hitalagið á Jørðini. Minni skattur skal hjálpa Týska stjórnin er nú komin við einum uppskoti, sum hevur til endamáls at seta meiri ferð á vinnulívið fyri at útvega fleiri arbeiðspláss. Eftir uppskotinum skal partafelagsskatturin minka úr 25 í 19 prosent, sam- stundis sum tað almenna skal brúka einar 15 milliardir krónur til ymsar íløgur. Skattalættin skal millum annað eggja fyritøkum til at gera íløgur í Týsklandi heldur enn at gera íløgur uttanlands. Gerhard Schrøder, kanslari, sigur, at uppskotið fer at gera góðan mun, men andstøðan er als ikki samd við honum. Hon vil tvørturímóti vera við, at politikkurin hjá stjórnini fer at koyra Týskland út av eggini. Fyrr í vikuni mælti Horst Køhler, forseti, stjórnini og andstøðuni til at arbeiða saman fyri at fáa týska búskapin aftur á føtur, og hann eggjaði teimum til at taka avgerðir, sum røkka fleiri ár fram í tíðina. Partar- nir høvdu ein fund hósdagin, og hóast lítið og einki kom burturúr, samdust teir um at hitast aftur. Summi sleppa undan Tað atfinningarsama franska blaðið Le Canard En- chainé visti fyrradagin at siga, at útlendskir diplomatar í Fraklandi og almennir franskir embætismenn kunnu koyra so skjótt teimum lystir, tí teir fáa ikki bót kortini. Blaðið hevði fingið fatur á innihaldinum í einum loyniligum skjali hjá innanríkisráðnum í París. Har stóð millum anað, at í 2.590 førum hevði løgreglan steðgað útlendskum diplomatum, tí teir høvdu koyrt ov skjótt, men at eingin teira fekk bót. Tølini vístu, at ser- liga kinesiskir og russiskir diplomatar hava ilt við at halda hámarksferðina. Teir kinesisku diplomatarnir høvdu brotið ferðslulógina 155 ferðir og teir russisku 124 ferðir. Teir brasilsku og teir amerikonsku diplo- matarnir vóru teir skikkiligastu, tí teir høvdu bara brotið hámarksferðina ávikavist 16 og 12 ferðir. Eisini visti Le Canard Enchainé at siga, at í 4.400 førum hevði løgreglan steðgað almennum embætis- monnum, tí teir koyrdu ov skjótt, men at teir sluppu undan at gjalda bót. Talan var um embætismenn hjá stjórnini og forsetanum. Fullan stuðul frá Bush Sambúgvin hjá Rob- ert McCartney og systrar hansara fingu fullan stuðul frá Ge- orge W. Bush, forseta DRÁPSMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað sjáldsama málið um tær seks kvinnurnar, sum hava sett sær fyri at fáa greiði á, hvør myrdi Robert McCartney á einum verts- húsi í Belfast tann 30. janu- ar, kom í hæddina, tá kvinnurnar hittu amerik- anska forsetan, George W. Bush, í Hvítu Húsunum. Tað vóru nakrir limir í IRA, sum myrdu Robert McCartney, men hóast umleið 70 fólk sóu tað, sum hendi, hevur løgreglan ikki fingið eitt einasta teirra at siga, hvørjir drápsmenninir vóru. Sambúgvin hjá tí myrda og systrar hansara halda uppá, at vitnini ræðast IRA, og tær fýlast á, at tann politiski vongurin hjá IRA, Sinn Fein, hevur einki gjørt fyri at avdúka teir seku. Aftan á fundin við amer- ikanska forsetan segði ein av systrunum, Paula McCartney, at fundurin eydnaðist sera væl, og at tær fingu fullan stuðul frá Bush. Morðið á vertshúsinum í Belfast hevur fingið nógva umrøðu í Bretlandi, og har fáa tær seks kvinnurnar full- an stuðul. Eygleiðarar siga, at stuðulin frá amerikanska forsetanum kann fáa fáa stóran týdning fyri málið. Amerikanska umsitingin hevur stóra ávirkan á írsk viðurskifti. Harafturat kem- ur, at umleið 40 milliónir amerikanarar eru av írskum uppruna, og nógvir teirra hava stóra ávirkan á IRA og Sinn Fein. Tey seinastu árini hevur tað verið siður, at amerik- anski forsetin hevur boðið leiðaranum í Sinn Fein inn á gólvið í Hvítu Húsunum St. Patricks day, sum er 17. mars, men í ár var Gery Adams ikki boðin. Senator- urin Robert Kennedy skuldi eftir ætlanini eisini hitta Gerry Adams, men heldur ikki haðani kom nøkur inn- bjóðing hesaferð. Eygleið- arar halda kortini ikki, at Sinn Fein hevur mist allan sín stuðul í USA, og at fleiri amerikanarar av írskari rætt framvegis halda Gerry Ad- ams vera tann rætta mannin. Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, hitti Bush í Hvítu Húsunum hósdagin. Hann hitti eisini Gerry Adams, og eygleiðarar siga, at tað kann vera eitt tekin um, at okkurt er í ferð við at henda í teirri norður- írsku friðartilgongdini. Aft- an á fundin við Bush søgdu McCartney-kvinnurnar eisini, at tær høvdu fingið at vita frá forsetanum, at hann hevur upplýsingar, sum benda á, at gongd er í friðartilgongdini. Summir jarðfrøðing- ar vænta eina flóð- aldu afturat í Suður- asia innan eitt ár FLÓÐALDUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Jarðfrøðingar, sum hava kannað undirgrundina vest- an fyri Sumatra, siga, at trýstið í jarðløgunum har er vaksið nógv síðani tann harða jarðskjálvtan annan jóladag. Teir bera tí ótta fyri einum hørðum jarðskjálvta afturat. Jarðfrøðingarnir siga, at tað er ein søguligur veru- leiki, at vanliga eru tveir ella fleiri harðir jarð- skjálvtar innan fyri eitt stutt tíðarskeið. Soleiðis hevur tað verið í Japan fleiri ferð- ir, og í tí eina førinum vóru tríggir harðir jarðskjálvtar í sama ári. Tað sama kann henda í Suðurasia, siga teir og vísa á, at í 1833 og 1861 vóru tveir sera harðir og oyðandi jarðskjálvtar í økinum. Aðrir jarðfrøðingar halda ikki, at vandin fyri einum hørðum jarðskjálvta í Suð- urasia er so stórur. Teir ásanna tó, at tað, sum hendi í 1833 og 1861 kann henda aftur. Jarðfrøðingar ósamdir um flóðalduvandan Sambúgvin hjá Robert McCatney og hansara fimm systrar á veg úr Hvítu Húsunum aftan á fundin við Bush, forseta