Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 55 - 19. mars 2005 So stendur sjónvarpssendarin fyri tørni Sjónvarpssendarin á Húsareyni er farin væl um pensiónsald- ur. Hann hevur longu verið í brúki longri, enn mælt verður til, og kann sløkna nær sum helst SENDINETIÐ Edvard Joensen Sjónvarpssendarin á Húsa- reyni livir eina »kummer- lia« tilveru. Hann er gamal og hevur avgjørt sæð sínar bestu dagar. Hann er farin væl um tann aldur, sum mett varð, at hann fór at klára. So tað er í grundini bara ein spurningur um tíð, til hann ikki orkar meira, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sum umsitir sendinetið. Andras Róin sigur, at Føroya Tele hevur søkt um stórar upphæddir til sendi- netið, men einki er komið burturúr. Nú vil landsstýrismaður- in ganga ígjøgnum alt økið, sigur Andras Róin. Men tað gongur nakað seint, heldur hann. Landsstyrismaðurin setti í 2002 eina nevnd at kanna sendineti, men hon er ikki liðug enn. Men sambært grágreiðingini, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur við vinnumálum, lat løg- manni í vikuni, væntar hann at nevndin fer at koma til eina niðurstøðu og handa landsstýrismanninum eitt tilmæli í hesum mánanum. Ímeðan eldist sjónvarps- sendarin alt meira, og hann verður ikki betri fyri hesa tíðina. Føroya Tele hevur ongar pengar til eykalutir. Og eykalutir kunnu gerast torførir at fáa, tí sendarin er gamal. Tað stendur í grundini púra einki til við sendineti- num yvirhøvur, skilst á fólki, sum hava skil fyri slíkum. Sjónvarpssendarin á Húsareyni er høvuðssend- arin, sum sendir signalið frá sjónvarpshúsinum í Vørðsluni í Havn víðari til sendararnar kring landið. Fer hann, eru tað bara nøk- ur fá hús í Havn, ið klára at taka signalið í Vørðsluni, sum fara at síggja Sjónvarp Føroya. Og teir ymsu sendararnir kring landið, streika eisini soleiðis av og á. Sum dømi nevnir Andras Róin, at ein av grundunum til støðuna, sum nú er, við at eingin millumbylgjusendari er, var tann, at penganrir, sum sendirørið skuldi keypast fyri, vórðu brúktir til sjón- varpssendaran á Hestinum oman fyri Sumba. Hesin sendarin gekk fyri, og penagar vóru ikki til at fáa nýggjan. Men pengar vóru tøkir til grannan, sendirørið í Akrabyrgi. Før- oya Tele valdi so at taka kjansin og brúka pengarnar til at fáa sjónvarpssendaran virknan aftur og so vóna, at millumbylgjusendarin hór- aði undan, til pengar aftur vóru tøkir. Men tað eydn- aðist, sum øllum kunnugt, ikki. Hendan keðiliga støðan er ikki íkomin, tí vit ikki hava gjørt okkara skyldu, sigur Andras Róin. Vit hava staðiliga víst á, hvussu vánalig støðan er, og hava biðið um teir pengar, sum neyðugir eru fyri at fáa sendinetið at rigga. Men vit hava ikki fingið teir.- Sjónvarpssendarin á Húsareyni er farin væl um pensiónsaldur og kann ganga fyri nær sum helst. Føroya Tele hevur víst á støðuna og biðið um pengar at seta ein nýggjan sendara upp fyri, men hevur ikki fingið neyðugu játtanina Útróðrarbátar á inn- aru leiðunum hava loyst trupulleikan við sløkta millumbylgju- sendaranum við at binda í eina sjón- varpsantennu HOYRILÍKINDI Edvard Joensen Gamalt er, at sjómaðurin er ongantíð ráðaleysur. Og nú hava teir funnið út av, at tað ber til at hoyra Útvarpið og Rás2 á landleiðini, hóast millumbygljusendarin er sløktur, og FM sendarin hjá Útvarpinum ikki røkkur. Tað klára teir við eini sjón- varpsantennu Fróði Ejdesgaard, skipari á Fiskivarða úr Oyndar- firði, sigur, at teir hava loyst trupulkeikan við Út- varpinum við at binda í sjónvarpsantennuna, teir hava umborð. Tað ger, at teir hoyra bæði Útvarp Før- oya og Rás2 líka væl, sum teir gera, tá teir eru við hús. Sjónvarpssendarin er væl sterkari enn millumbylgju- sendarin hjá Útvarpinum, og tað er eingin trupulleiki at hoyra hann út á einar 12 fjórðingar í øllum førum, sigur Fróði Ejdesgaard. So hjá teimum við teimum smærru bátunum, sum liggja á innaru leiðunum, hevur hetta, at millum- bylgjusendarin slóknaði, nú í grundini bara verið ein fyrimunur, sigur hann. Hann var annars rættiliga argur um at missa Útvarp- ið, tá sendarin fór, men sig- ur nú, at tað er nógv »be- hagiligari« at lurta eftir FM enn eftir millumbylgjuni, og nú, teir hava funnið út av hesum við sjónvarpsan- tennuni, hoyra teir knapp- liga eisini Rás2. Men verri stendur til hjá teimum, sum eru longri burtur, sigur Fróði Ejdes- gaard. Har hjálpir eingin sjónvarpsantenna. Tí er al- neyðugt at fáa millum- bylgjusendaran at virka aft- ur, staðfestir hann. Stjórin á Rás2, Petur Jacobsen, bjóðar sær í brævi til Vinnumála- ráðið at keypa ein nýggja millumbylgju- sendara og seta hann upp á loranstøðini á Eiði BYLGJULONGD Edvard Joensen Rás2 ynskir at koma á bylgjulongd við Vinnu- málaráðið. Til tess vil stjór- in sleppa at keypa ein mill- umbylgjusendara, sum hann bjóðar sær at seta upp á loranstøðini á Eiði. Petur Jacobsen, stjóri á Rás2 bjóðar sær til at keypa, seta upp og umsita ein 200 KW millum- bylgjusendara, sum Útvarp Føroya so kann fáa fyrsta prioritet til at leiga sær senditíð á. Petur Jacobsen sigur í brævinum til vinnumála- ráðið, at hann kann fáa ein millumbylgjusendara fyri einar fýra - fimm milliónir krónur, sum er væl bíligari, enn tað, áður hevur verið nevnt, at ein slíkur kostar. Talan er um sendara við nýggjari teknologi, sum er nógv tryggari í rakstri, enn tað nú so nógv umrødda sendirørið í Akrabyrgi, sig- ur stjórin á Rás2. Hann mælir til at seta nýggja sendaran upp á lor- anstøðini á Eiði. Støðin fer at gevast at senda nakað skjótt, og har eru framman- undan bæði hús og sendi- mastur, sum ivaleyst hevði fingist hendur á. Bjóðar sær at keypa nýggj- an millumbylgjusendara Petur Jacobsen, stjóri á Rás2 sigur seg kunna fáa fatur á einum framkomnum millumbylgjusendara fyri væl minni kostnað, enn nevndur hevur verið í samband við sendaran í Akrabyrgi Útróðrarbátarnir nýta sjónvarpsantennu Millum mongu antennurnar umborð á Fiskivarða er eisini ein sjónvarsantenna, sum gjørdist bjarging teirra í neyðini, nú millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum legðist fyri Mynd: Skipalistin