Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Vit hava roynt at gera ymiskt fyri at sleppa undan, at so nógv uppskot koma í løgtingið beint áðrenn seinastu freist, men tað hevur ikki gingið sera væl við tí, ásannar Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum heldur at trupulleikin er næstan ógjørligur at koma heilt til lívs TINGARBEIðI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað gongur út yvir kvalitet- in í lógararbeiðnum, at løg- tingið hevur so nógv at gera seinast í tingsetuni. Tað sigur Jóannes Eides- gaard, løgmaður, sum heldur tað verða sera trup- ult at loysa trupulleikan við, at so nógv mál verða løgd fyri tingið beint áðrenn evstamark fyrst í mars mánaði. – Øll vit av hesum, og øll siga seg vilja gera nakað við tað, men tað eydnast ikki at loysa hendan trupul- leika. Og eg eri samdur við teimum, sum siga, at tað er størri vandi fyri at gera mistøk, tá ið so nógv mál skulu viðgerast innan so stutta tíð, sigur løgmaður. Mistøk henda Søgan er tann sama mest sum á hvørjum ári. Løg- tingið hevur eitt evstamark fyri at leggja uppskot fram, og dagarnar frammanundan 5. mars er rættilig rok í løgtinginum fyri at fáa lagt øll tey uppskotini fram, sum hava verið á veg, og sum alt í einum ikki kunna bíða longur. – Hetta hevur verið eitt afturvendandi problem í nógv ár, og støðan er tann í sama í parlamentum aðra- staðni. Eg minnist frá mínari tíð í Fólkatinginum, at har vóru eisini sera nógv uppskot løgd fram beint áðrenn sein- astu freist, og har vórðu mis- tøk gjørd í lógararbeiðnum, sum skuldu rættast í næstu tingsetu, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at landsstýrið hevur roynt at gjørt nakað við trupulleikan. Á ólav- søku verður ein listi yvir uppskot, sum eru á veg, lagdur fram, og aðalráðini skulu royna at býta ting- setuna upp í tvey, so at upp- skot verða løgd fram bæði áðrenn og eftir nýggjár. Harafturat eru aðalráðini biðin um at fáa eina javnari tilgongd av uppskotum í løgtingið. Gongur út yvir góðskuna Hóast roynt hevur verið at fáa tingarbeiðið javnari yvir alla tingsetuna, so skulu tingfólkini í hesum døgum viðgera ein ør- grynnu av málum, sum vórðu løgd fram beint áðrenn 5. mars. – Eg má viðganga, at tað hevur ikki gingið serliga væl við at bøta um støðuna, og tað áttu fleiri uppskot at verið løgd fyri tingið áðr- enn nýggjár, sigur løgmað- ur. – Hetta minnir eitt sindur um fólkaskúlan, har vit øll kenna til at skriva stíl í seinastu løtu, áðrenn hann skuldi latast inn. Og tað tykist verða sera trupult at loysa trupulleikan í løgting- inum, men allir partar mugu royna at gera sítt, so at tað í øllum førum verður bøtt eitt sindur um støðuna. – Eg skilji væl tingfólk- ini, sum halda hetta verða skeivt, tí tað í ferðin á ting- arbeiðnum verður sett so nógv upp, so gongur tað út yvir kvalitetin í lógar- arbeiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard. Nr. 55 - 19. mars 2005 9 Danska sjónvarps- felagið Blu, har før- oyski Per Zacharias- sen er ein av eigarunum, er selt til altjóða felagið FremantleMedia SJÓNVARP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Felagið Blu, sum seinnu árini hevur fremsti danski framleiðarin av undirhaldssendingum til sjónvarp, er nú selt til altjóða felagið Fre- mantleMedia. Annar av eigarunum í Blu er føroyski Per Zachariassen, og hann hevur eisini verið ein av leiðarunum í felagnum, sum hevur skapt nógv góð sjónvarpskonsept, sum eru send í Danmark og seld til onnur lond. Eitt nú Stóra Klassa- festin og Vinir fyri lívið. Nú hevur Fre- mantleMedia, sum er í somu vinnu, keypt ein stóran part av felagnum og ætlar sær at brúka Blu til at koma inn á norðurlendska markn- aðin. Stjórin heldur fram FremantleMedia hevur deildir í nógvum lond- um, og felagið er kent fyri sjónvarpskonsept sum Idols og sendingar- nar við kokkinum Jamie Oliver. Tað verður ikki upp- lýst, hvussu nógvar pengar FremantleMedia hevur brúkt fyri at keypa seg inn í felagið, men talan sigst verða um eina milliónaupphædd, sum eisini kemur gomlu eigarunum til góða. Núverandi stjórin í Blu, Henrik Hancke Nielsen, skal halda fram sum stjóri, men hvussu støðan hjá Per Zacha- riassen nú er, hava vit ikki fingið uppspurt. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Per Zachariassen fyrrapartin fríggjadagin. Altjóða felag keypir Per Nýggj sendirøð hjá Útvarpinum fer at greiða frá søguni um Mjørkadal – alt frá politikki og útbygg- ingum til persóns- søgur, sum hava tilknýti til Mjørkadal. Fyrsta sendingin verður sunnudagin. ÚTVARP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Pálmasunnudag í 1959 kom løgmaður Petur Mohr Dam aftur av samráðingar- ferð í Danmark, og í Havn tók ein stór mótmælis- gonga ímóti honum. Tað er byrjanin til søguna um hernaðarstøðina í Mjørkadali, sum Útvarpið fer at kasta ljós yvir í eini sendirøð við sjey ella átta sendingum. Fyrsta send- ingin verður send pálma- sunnudag og snýr seg um júst hendingina pálma- sunnudag fyri 46 árum síð- ani. Sendirøðin fer eisini at greiða frá politikkinum kring Mjørkadal, tosað verður við politikarar, leið- arar og fyrrverandi starvs- fólk í Mjørkadali, og per- sónssøgur um kvinnur, sum komu heim við Mjørka- dalsmanni og giftust við teimum, verða eisini at hoyra. Harafturat verður eisini tosað við børn hjá Mjørkadalsmonnum, sum greiða frá, hvussu tey upplivdu sína støðu. Fylgja slóðini Tað er útvarpskvinnan Elin Winther Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at gera sendingarnar. – Upprunaliga hugskotið eigur Gulla Øregaard. Hon hevur arbeitt við evninum í fleiri ár, og eg havi síðani arbeitt víðari við hesum og gjørt tað til eina sendirøð. Eg havi eisini fingið góða hjálp frá tíðindaleiðaranum Johann Mortensen, sum veit nógv um hernaðarmál, sigur Elin Winther Poulsen. Sendirøðin kemur víða í og kring Mjørkadal, og slóðin verður fylgd heilt fram til okkara dagar. Ætlanin er, at fýra send- ingar verða sendar um páskirnar. Útvarpið kastar ljós yvir Mjørkadal Løgmaður ásannar vanda fyri mistøkum Tað gongur út yvir góðskuna í lógararbeinum, at so nógv mál verða løgd fyri løgtingið beint áðrenn seinastu freist í mars. Løgmaður heldur, at trupulleikin við teimum mongu uppskotunum er trupul at loysa Útvarpið fer í nýggjari sendirøð at siga søguna um hernaðarstøðina í Mjørkadali, og tey fólkini, sum hava havt tilknýti til støðina á ymsan hátt