leygardagur 19. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 55 - 19. mars 2005
Tað eru ser ymisk tíðini, sum seinasta árið hava
gingið um lagnuna hjá Smyril Line og hjá Norrønu.
Norrøna kom á sinni sum eitt landsfevnandi ódnar-
tak. Fólk í stroum tali settu pening í fyritøkuna
Smyril line tikl tess at tryggja, at uttanlandasiglingin
ikki datt niðyr fyri bakk. Henda sigling var byrjað
og arbeidd upp av staranferðsluni, ið silgdi til bret-
lands, Noregs og til Íslands. Men so varð henda far-
leið privatiserað og nýggja felagið við nógv parta-
eigarum varð stovnað. Gamla Norrøna var ikki
hóskandi skip. Hon var eitt gott føroyskt arbeiðs-
pláss, men mátti skiftast út vegna herd altjóða krøv.
So varð nýggja Norrøna bíløgd, eitt sera stásiligt
skip, men kanska var ov nógv lagt fyri. Nógvar for-
treytir eru broyttar og trupulleikar hava ikki trotið.
Roynt hevur verið leingi at loysa teir fíggjarligu
trupulleikarnar og eina tíð tóktist, sum Norrøna fór
at gleppa føroyignum av hondum. Men nú tyksit ein
áhugaverd vend at vera komin í malið.
Framtaksgrunnurin er størsti partaeigarin í Smyril
Line. Tað er greitt, eftir at íslendskia Austfar, før-
oyski Framtakgrunnurin og Tryggingarfelagið Før-
oyar hava játtað at seta tilsamans 60 milliónir krónur
í nýggjum partapeningin í Smyril Line. Samstundis
boðar nevndin í Smyril Line, frá, at ætlaða avtalan
við Fjord Line um at stovna ferjufelagið North At-
lantic Line verður av ongum. Tó fara feløgini fram-
haldandi at samstarva á ymsum økjum, sum hava
við vinnuna at gera, sigur Klæmint Weihe, nevndar-
formaður í Smyril Line. Í staðin er Smyril Line í
samráðingum við stóra flutningsfelagið Blue Water,
sum arbeiðir rættiliga víða um í Europa, um at
stovna eitt felags farmafelag. Tann avtalan við at
koma undir land og verður væntandi klár tann fyrsta
apríl, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í
Smyril Line.
Smyril Line fer at hava Norrönum sum siglandi
partin av flutningskervinum hjá nýggja felagnum.
Blue Water hevur rættiliga væl útbygt flutningskervi
á landi. Feløgini fara at eiga hvør sína helvt av parta-
peninginum í nýggja flutningsfelagnum. Við nýggju
avtaluni um partapening tykist avgerðarætturin enn
tryggari heima aftur í Føroyum. Framtaksgrunnurin,
sum nú er størsti einstaki partaeigarin, eigur nú sam-
an við Tryggingarfelagnum Føroyar og íslendska
Austfar 62 prosent av samlaða partapeninginum í
felagnum. Hetlendski menningargrunnurin, sum
undan hesi avtaluni var størsti einstaki partaeigarin
við góðum 30 prosentum av partapeninginum, eigur
nú 20 prosent av partapeninginum. Hini 18 prosent-
ini eiga aðrir smærri partaeigarar. Nú verður spenn-
andi at vita, hvussu leikur fer. Tað er einki at ivast í,
at flestallir føroyingar ynskja at varðveita Norrønu
undir føroyskum flaggi, so tað er bert at vóna, at
henda seinasat royndin fer at eydnast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein nýggj roynd
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Malmberg D. Olsen.
So fór grækarismessa aftur
um bak. Hon varð hildin í
stormi og kavaroki runt um
í landinum, men hóast
kulda og kava er tað væl-
kenda klippið aftur at hoyra
yvir oyggjar okkara. Tað
ber okkum boð um ein ljós-
ari dag, har myrkrið má
dvína fyri ljósinum. Í skriv-
andi løtu tykist, sum vetur-
in stríðist ímóti vársins lív-
gevandi megi, sum kallar
allan vøkstur fram, og sum
hevur ligið í dvala undir
vetrarins køldu mold. Hes-
in kampur ímillum kulda
og varma kann gott vara
aprílmánað út.
At veturin hevur kenst
baldrutur, kann man nokk
siga. Eg hugsi, at mong av
teim eldru hava kent vetur-
in tungan og langan, nú vit
fara um grækarismessu við
kavaroks ódn.
Men tað er ein givin
natúrlóg, at eftir vetur kem-
ur vár, - tað liggur nakað
gott fyri framman, tí tað fer
umsíðir at næla og spretta
úr døkku mold.
Vit hoyra javnan um at
pensiónistarnir koma sam-
an at hugna sær við ymisk-
um tiltøkum ígjøgnum árið.
Hetta má sigast at vera sera
gott fyri tað aldrandi ættar-
liðið, at kunna stytta sær
um stundir við samveru.
Og nú gamla Dimma er
blivin so handig og løtt, ger
tað ikki verri fyri tey
gomlu, at tyggja uppá hana
eina kvøldarstund, tá kalt
og kavi er uttandura. Tað er
bara eitt paradoks, - man
má blaða fram aftur á for-
síðuna fyri, at sikra seg um
tað er gamla Dimma ein
hevur í hondini, nú hon er
so lík hinum bløðunum.
Páskirnar eru í hondum,
sum er ein av teim stóru há-
tíðunum, sum kemur eins
og tjaldrið ár um ár við ein-
um uppreisnarboðskapi yv-
ir oyggjarnar. Har vit verða
mint um ljósið og myrkrið,
sum bardust um maktina,
lygnina og hatrið, og øv-
undina, sum gjørdi sjálvan
Pilatus í villareiði í sínum
dómarasetri í Antonia borg-
ini. Framman fyri honum
stóð maðurin, sum hann
onga orsøk fann til at dóm-
fella. Orðafelli frá Heródus
til Pilatus er ikki komið av
ongum.
Hetta var ein avgerandi
løta í lívi Pilatusar. Hjá
Jóhs. 18 lesa vit um samtal-
una millum Jesus og Pilat-
us. Pilatus er gripin av Jesu
orðum um, at ríkið hansara
er ikki av hesum heimi, eitt
so heilt annarleiðis ríkið
har ein ikki vinnur sær terr-
eng við svørði, men við
kærleikans og sannleikans
megi. Tað hevði Jesus
sjálvur prógvað ta tíð hann
var ímillum sítt fólk. Pilat-
us var týðuliga ávirkaður av
sjálvum sannleikans harra,
sum hann stóð andlit til
andlit við.
Hurðin fór upp í Antonia-
borgini, Pilatus trein út fyri
jødarnar: Eg finni onga or-
søk at døma henda mann.
Tað var jú av berari øvund-
sjúku og hatri at hann var
førdur til Pilatus.
Tað vóru eisini bert nakr-
ir fáir dagar síðan tað rung-
aði eitt Hosianna róp í Jer-
usalemsgøtum, - vælsign-
aður verði hann, sum kem-
ur í Harrans navni. Bara
Jesus visti, at aftanfyri hesi
róp bíðaði krossur og grøv.
Valið ímillum sannleikan
og lygnina. Fyri at gera
fólkinum til vildar vildi
hann lata Jesus fáa sløgini,
tí so mundi fólkamongdin
fáa medlidenheit við Jesusi.
Síðan vildi hann lata hann
leysan.
Luk.23-16.
Niðri í tí myrka fanga-
rúminum sat ein manndráp-
ari av ringasta slag. Har
burdi hann verðið sitandi,
men fólkamongdin slapp at
avgera lagnu hansara henda
dagin. Valið kom at verða
ímillum Barrabas og Jesus.
Ivaleyst hevur Pilatus rokn-
að við, at nú fór hann at
sleppa
burturúr
hesum
drama’inum, men so var
ikki, tí nú blivu myrkursins
kreftir sleptar leysar við
valinum av Barrabassi og
tað rungaði eitt Krossfest,
Krossfest í fólkamongdini,
gev okkum Barrabas leys-
an. Sannleikin bleiv kross-
festur á Golgata. Tað var
myrkursins tími.
Tað stóðu mong við Gol-
gata kross henda dagin,
summi nær, onnur longri
frá. Mundi Barrabass vera
ein av teimun, sum eyg-
leiddu mannin frá Nasaret,
sum doyr í mítt stað.
Pilatus vaskaði sínar
hendur, tá hann hevði ofra
sannleikan og tað sigst, at
hann endaði sínar dagar,
sum ein sinnissvakur mað-
ur, har hann sat og vaskaði
sær um hendurnar í teim
Fronsku Alpunum.
Àsannað bleiv av teim
rómverksu herhøvdingum,
at sanniliga var hann Guðs
sonur, tá hann gav upp and-
an og rópti tað var fullgjørt.
Natúran prógvaði eisini við
sínum myrkri, sum legðist
yvir staðið Golgata hesa
løtu. Sanniliga var hann
Guðs sonur. Matt.27-45-
53.
Myrkt ella ikki, men tað
er ein ævigur sannleiki.
Men hann var særdur
vára synda vegna og sund-
urbrotin vára misgerða
vegna; okkum til friðar
kom revsingin niður á
hann,og av sárum hans
fyngu vit heilsubót. Jesaja.
53.v 5.
Valgi er líka viðkomandi
í dag Hvat velur tú?
Gleðilig Páskir í Jesu
navn.
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag
Finnleif Guttesen
Oddagreinin
vísur
enn
einaferð hvussu lítlan ómak
fjølmiðlar gera sær, fyri at
finna út av, hví støðan er
sum hon er og hvat vanligi
suðuroyingurin heldur, um
støðuna og teir býð-og
bygdaráðslimir, ið hava av-
gerðarrættin.
Í oddagreinini eru tað
fleiri ósvaraðir spurningar,
hví verða hesir spurningar
ikki settir til kommunu-
stýrislimir.
Spyr tey nývaldu, um tey
ikki hava eina sjálvstøðuga
meining ella um tey eru
stýrd av gomlum og aftur-
haldssinnaðum kommunu-
stýrislimum, ið ikki tora at
broyta meining.
Spyr tey nývaldu, um tey
veruliga stuðla hesum lo-
kalpolitikarum, ið eru so
oyðileggjandi fyri Suður-
oynna og sum eru so ótta-
fullir fyri at missa stuðul
frá einum lítlum bólki, ið
bert hugsar um eitt, seg
sjálvan.
Ella vilja fjølmiðlar bert
hava yvirskriftir, og sum
oftast negativar yvirskriftir,
uttan at kanna, hvat veru-
liga liggur aftanfyri yvir-
skriftina?
Suðuroy og oddagrein í Dimmu 16. mars 2005