Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 11 VIÐMERKINGAR John S. Myllhamar, trúboðari Havi sum so ikki nógv við Kirkjuliga Missións- felagið at gera, men kenni grund at takka teimum fyri, at teir hava lagt seg eftir at vitja smábygdir og útjagaran í Føroyum, við av og á at hava reglulig møtir har. Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur ofta verið mett, at vera ein meira útimisións fel- agsskapur, av tí at felagið hevur havt fleiri heidn- ingatrúboðarar: Tí er tað eitt gott tiltak, teir eru farnir undir. Tað eru bygdir í Føroyum, sum ongantíð síggja ein prest ella trúboðara, enn minni at hann støkkur inn á gólvið. Tað er óivað ym- iskir spurningar hesi kunnu tosa við okkum um. Hetta var eisini orsøkin til at teir gomlu í kirkju okkara, stónaðu eina desideraða Indre Missión - missión, ið burturav skuldi drívast heima. So lótu teir onnur taka sær av úti missión, ið er eitt heilt annað slag av missión. Teir sóu uppgávan sera stóra heima. Var hon stór tá, er hon ikki minnið í dag. Vit fara ofta yvir um ánnað eftir vatni. Vit fara longsta veg fyri at finna menniskju, heldur enn bíbliunnar einfalda veg - beinleiðis til menniskja. Sum Jesus gjørdi. Arbeiðisøkið hjá honum var landavegirnir í Palestina. Og hann bað lærusveinar sínar byrja í Jerúsalem. Góða eydnu við missi- ónsarbeiðinum heima í Føroyum. Tøkk til Kirkjuliga Missiónsfelagið Eivind Jacobsen Form., Hondbóltssamband Føroya Tað var soleiðis at í kapp- ingarárinum 2003/04 av- gjørdi kappingarnevndin at broyta vanligu manna- gongdina fyri uppflyting í 1. deild. Áðrenn kappingina 2003/04 var lýst til eykaað- alfund við bert einum punkti á skránni, sum var, at Tjaldur ynskti at sleppa undan at luttaka í 1. deild hjá monnum. (Nú vita vit, at tað helst ikki var neyð- ugt, við hesum fundi. Men nýbyrjaða starvsnevndin visti ikki betur. Tað funnust jú ongar skrivligar reglur) Øll vóru samd um at Tjald- ur kundi sleppa undan at luttaka. Men síðan bleiv tosa aft- ur og fram um ymiskt. M.a. um uppflyting til 1. deild. Úrslitið av hesum práti var, at tá kappingarskipanin kom út, stó har at lesa, at lið sum ikki enda fremst í 2. deild kunnu ikki flyta upp. Hetta viðførdi at Tjal- dur misti møguleikan at spæla um uppflyting til 1. deild, sum teir annars høvdu havt eftir gomlu reglunum. Mikið stríð hev- ur síðan verið um hesa av- gerð. Avgerðin var tikin við grundarlag í einum fundi millum feløgini, har sum ikki eina ferð, eingin veit hvat semja var um. Vit í starvsnevndini høvdu onki við málið at gera. Sum lógirnar vóru tá, svaraði kappingarnevndin bert til aðalfundin. Tí hevði kappingarnevndin fulla heimild at taka hesa avgerð uttan at spyrja nakran. Kappingarnevndin hevði eisini heimild til at gerða júst tað, sum hon vil. Lógin bleiv tó broytt á aðalfundi- num 29. mai 2004. Nú er tað starvsnevndin sum vel- ur kappingarnevndina og tí óbeinleiðis hevur fingið tað vald, sum kappingarnevnd- in hevði fyrr. Men tað slepst ikki und- an, at hendan avgerð, sum ikki var á skránni til aðal- fundin, gjørdi at Tjaldur misti rættin til ein uppflyt- ingardyst. Men kappingar- nevndin hevði heimild at taka hesa støðu!! Hóast hetta er at taka rættin frá onkrum. Um hetta ikki var gjørt høvdu 7 lið verið í Sunset-kappingini og Kyndil óiva verið í 2. deild hjá kvinnum. (Tjaldur hevði avtalu um útlendskan styrk til uppflytingardystir- nar) Nógv varð sagt og skriva orsaka av hesum. Óiva er hetta høvuðsorsøkin til til tað rokan, sum er í dag um aðalfundin 29. mai. Til aðalfundin 29. mai hevði Tjaldur uppskot um at minka talið av liðum í 1. deild hjá kvinnum niður í 6 lið. Fundarstjórin vísti á, at sum lógirnar hjá HSF vóru, kundi aðalfundurin ikki samtykkja hvussu nógv lið skuldu verða í deildini. Men aðalfundurin kundi gera eina áheitan til starvs- nevndina, sum starvs- nevndin ikki var bundin at fylgja. Tjaldur bjóðaði sær at taka uppskotið aftur, um teir fingu vissu fyri, at teir fingu ein uppflytingardyst ella at tað vóru 8 lið í 1. deild kappingarárið 2004/05. Undirritaði meinti at tað var gott at hava fleiri lið heldur enn færri. Eingin annar segði nakað. Eingin mótmælti hesum!!!!!!!!!!!! Tí tók Tjaldur sítt uppskot aftur. Vit í Starvsnevndini lovaðu sostatt Tjaldur á aðalfundinum, at teir lut- tóku í 1. deild kappingaárið 2004/05. Aftaná aðalfundi kann staðfestast at fleiri hava hoyrt hvat sagt varð. Men somuleiðis kann stað- festast, at tað eru fleiri, sum ikki hava hoyrt hetta. Fjølmiðlarnir áttu at spurt hesi fólk (sum eru beinleiðis/óbeinleiðis keld- ur teirra) hvat fanin tey gera á fundi tá tey ikki vita hvat hendur á fundi. Og eisini kundu teir spurt um tey ikki skammast um at tey ikki vita hvat hendur á fundi. Og um tað ikki var rættari at tey hildu kjaft tá tey ikki vita hvat gongur fyri seg, tá tey eru til stað- ar! Undirritaði sá annars hesa loysn sum eina Salo- monska loysn á trupulleika- num við at stjala møguleik- an frá Tjaldur til at leika í 1. deild og/ella at koyra Kyndil niður í 2. deild. Liðini eru ov ójøvn!? Ofta verður tosa um at kappingin er ov ójøvn. Og rætt er tað. Men hvat vilja vit. Okkurt ár hevur eitt lið vunnið allar dystirnar. Skulu vit tá bert hava eitt lið í bestu deildini og rest- ina í næstbestu deildini? Hvar seta vit markið? Tað eru nógvar ymiskar mein- ingar og tí verður talan um at gera semjur. Ferð eftir ferð gera fjøl- miðlarnir viðmerkingar til at liðini eru ov ójøvn. Vina- liga haldi tykkum til leikin. Øll hava rætt at luttaka. Um fjølmiðlarnir ikki kunnu lata verða við at seta krøv til kappingina og dygd á liðum noyðast fjølmiðlarnir at hyggja at fortreytum. Sambært onkrum fjølmiðl- um verður FM avgjørt á kommunustýrisfundi. Eis- ini má støðast takast til um Stjórin á Toll&Skatt og Landsstýrismaðurin vita hvat teir tosa um. Hví brúka feløg sum hava bæði menn og kvinnur allar sínar pengar upp á mennirnar og harvið oyðileggja kvinnu- kappingina? Kundi hent um fjølmiðlarnir skrivaðu tað teir vistu hevði kappingin verið munandi javnari enn hon er í dag. Tá øll kappast á jøvnum fóti kunnu fjølmiðlarnir aftur fara at tosa um dygd og tal av liðum. Men til tann dag eiga teir samstundis at tosa um fortreytirnar. 4 fundir um kappingina Fyri at rætta misskiljingar um fundir skal eg nevna at aðalfundur var 29 mai. 2004. Síðan vóru tveir fundir seint í september. (minnist ikki dato) Á fyrsta fundinum vóru feløgini, eftir drúgt kjak, har fleiri kamelar skulu “slúkast”, samd um at kappingin hjá kvinnum og monnum skuldi enda 9. apríl 2005. Hetta var gjørt við at rætta hondina upp. Skrivarin taldi og tóku øll feløgini undir við hesum. Tveir dag- ar aftaná fáa vit teldupost har onkur boðar frá, at tey vistu einki um at tey høvdu tikið undir við hesum á fundinum!!!!!!!!!!!!! Hetta eru umstøðurnar vit hava at arbeiða undir. Rógvi Nielsen mótmælti á fundinum og eftir grein í Sosialinum og lobbyarbeiði skipaði Stjørnan fyri fundi millum feløgini. Hesin fundur var vikuna eftir hin fyrra fundin. Á hesum fundi samdust feløgini um at kappingin hjá monnun- um skuldi enda uml. 20-25 mars og hjá kvinnunum 30 apríl. Tað var umrøtt og mett ikki at verða ein trup- ulleiki at kappingin ikki endaði samstundis hjá kvinnum og monnum. Or- søkin til at kappingarnar ikki enda samstundis var at feløgini sum løgdu dent á manskappingina ynsktu so stutta kapping sum møgu- ligt. Liðini sum løgdu dent á kvinnukappingina ynsktu longri kapping. Sostatt vóru øll glað!!!!!! Okkurt felag møtti ikki til seinna fundin tí teir mettu tað at verða óseriøst at hava fund umaftur vik- una eftir, tá ein semja longu var gjørd eftir drúgt kjak. Í januar var aftur fundur. M.a. um longdina av kapp- ingini komandi ár og um talið av liðum. Tá var eisini tosa um at broyta verðandi kapping. Men niðurstøðan varð, at næsta ár verða 8 lið í 1. deild hjá kvinnum og at kappingin helst byrjar fyrr enn vanligt. Men tað er rættuliga óvist at hetta er tað feløgini meina og ynskja. Men tað er so tað sum sagt varð. Til tey sum nú hava funn- ið útav at Sunset kappingin er ov long, er at siga at longdin av kappingini var avgjørd mánaðarskifti sep- tember/oktober 2004. Tað kann ikki nógv gerast við hetta nú. Tað at taka eina avgerð hevur avleiðingar og tí er neyðugt at hugsa seg væl um áðrenn avgerð verður tikin. Og tá avgerð er tikin er neyðugt at halda seg til tað sum avgjørt er. Tað er sjálvdan ráðiligt at brúka alla sína tíð uppá av- gerðir sum eru tiknar. Tað einastu sum vanliga hendur er at “forarbeiðið” til tær næstu avgerðirnar verður gloymt og næsta avgerðin eisini skeiv. Í øllum føri kann ikki metast skilagott at lurta mest eftir feløgum, sum gera minst við kvinnuhond- bóltin. Um tey ikki tíma er møguliga skilabest at melda liðið úr ella lata onn- ur yvirtaka tað sum tey ikki tíma at fáast við kortini!? Í vinnuni er púra vanligt at selja virksemi burturav sum tú ikki heldur verða skilagott at reka sjálvur. Hví (ikki) 8 lið í Sunsett kappingini?????? Poul Michelsen løgtingsmaður Uppskotið um at gera grundleggjandi stjórnar- lóg fyri Føroyar er eitt skilagott og semjusøkj- andi uppskot. Tað hevur tikið løg- manni eitt ár at koma í løgtingið við uppskoti- num um broytingar um grundlógarnevndina, og tað kann undra, at at so lítlar broytingar kunnu taka so langa tíð, men tað liggur eitt drúgt og semju- søkjandi arbeiði aftanfyri. Uppskotið, sum nú ligg- ur á borðinum, hevur somu orðingar sum upp- skotið, sjálvstýrissam- gongan legði fyri tingið og sum bleiv samtykt 8. mai 2003. Lógin broytir tó navn og eitur nú lóg um stjórnar- skipanarnevnd: Setning- urin er tó tann sami, nevn- liga at gera uppskot til grundleggjandi stjórnar- lóg fyri Føroyar. Í lidna uppskotinum skulu eins og áður vera ásetingar um stýrisskipan og valdsbýti, eins og grundleggjandi rættindi og skyldur hjá borgarun- um bæði innan ríkisfel- agsskapin og tá Føroyar fáa fulveldi. Tó er tann parturin, sum snýr seg um at gera til- mæli um føroyska rættar- skipan tikin burturúr og fluttur í serstaka nevnd, sum skal arbeiða sam- stundis. Nevndin útgreinar sjálv arbeiðssetningin eftir til- mæli frá formanninum, men fer náturligt at grunda sítt arbeiði m.a. á tað tilfar, sum grundlógar- nevndin higartil hevur gjørt. Viðgerðin av uppskoti- num um stjórnarskipanar- nevnd í tinginum miku- dagin vísti, at allir flokkar taka undir við at arbeiðið at gera eina nýggja grund- leggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar verður skipa eftir nýggja uppskotinum. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri sjálvt arbeið- ið í nevndini - at vita sær, at eitt samt ting stendur aftanfyri, men størsta týdningin hevur tað tó, at allir føroyngar kunnu taka hesa nýggju stjórnarlóg til sín – sum sína - uttan mun til um ein er sambands- ella sjálvstýrissinnaður. Vónandi verður nýggja stjórnarlóg føroyinga lið- ug við árslok næsta ár so- leiðis sum lógin fyriskriv- ar. Grundlógararbeiðið heldur nú fram í fullari semju