Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 55 - 19. mars 2005 Sær gott út hjá Mjølnir Kappingin um gullið í meistaradeildini hjá kvinnum er ikki avgjørd enn, men tað hevði verið ógvuliga óvæntað, um ÍF skuldi forkomið gulldreymunum hjá Mjølnir í dag FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mjølnir kann við einum sigri á ÍF í KÍ-høllini í Klaksvík í dag tryggja sær føroyameistaraheitið, og tað má eisini metast sum ógvuliga sannlíkt, at heimaliðið fer at vinna á fuglfjarðakvinnum. TB livir í vónini Undan dystunum í dag eru tey bæði oddaliðini, Mjøln- ir og TB, jøvn í stigum, men Mjølnir hevur betur settmun, og tí fer FM-heitið til Klaksvíkar, um bæði liðini vinna sínar dystir. TB fær í Trongisvági vitj- an av avgjørda botnliðnum SÍ, sum møguligani spælir sín seinasta dyst í meistara- deildini hjá kvinnum fyri- bils, tá ið tær vitja í Trongisvági. SÍ skal um eina viku spæla upp- og niðurflyting- ardyst móti Fleyr um sein- asta sessin í meistaradeild- ini hjá kvinnum komandi kappingarár. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 19 16 - 3 50 22 28 23 2 Mjølnir 18 15 - 3 47 15 32 21 3 Dráttur 19 10 - 9 40 33 7 16 4 ÍF 19 9 - 10 33 34 -1 14 5 KÍF 19 5 - 14 19 45 -26 6 6 SÍ 18 1 - 17 12 52 -40 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 16 15 - 1 46 12 34 23 2 Mjølnir 15 10 - 5 35 20 15 14 3 Fleyr 15 8 - 7 28 29 -1 11 4 ÍF 15 4 - 11 19 36 -17 7 5 Fram 15 1 - 14 12 43 -31 1 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 6 6 - 0 - 0 658 388 270 25 2 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 554 379 175 25 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 565 425 140 18 4 Søljan 6 3 - 0 - 3 520 477 43 14 5 VÍF 6 2 - 0 - 4 469 460 9 9 6 StÍF 6 1 - 0 - 5 442 532 -90 7 7 Kyndil 6 2 - 0 - 4 397 545 -148 7 8 Tjaldur 6 0 - 0 - 6 295 694 -399 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 9 7 - 0 - 2 554 500 54 22 2 Kyndil 9 5 - 0 - 4 569 473 96 18 3 StÍF 9 6 - 2 - 1 510 529 -19 17 4 KÍF 9 3 - 1 - 5 471 516 -45 11 5 H71 9 2 - 0 - 7 541 576 -35 9 6 Neistin 9 2 - 1 - 6 530 581 -51 8 Mikukvøldið var føroyameistarakapp- ing í svimjing fyri brekað í Svimji- høllini í Havn. Úrslitini vóru hesi: Grein 1: 50 m firvald, bólkur 4 Navn: Tíð 1 Rannvá Strøm 0.40,41 2 Símun Petur Zachariassen 0.43,31 3 Apolonia Justesen 0.44,31 Grein 2: 50 m Frí (bólkur 3) 1 Ragnvaldur Jensen 0.34,37 2 Kristian Martin Garðalíð 0.40,28 3 Vagnar Helgason 0.55,12 Grein 5: 25 m frí, bólkur 1 1 Osvald Hansen 0.19,56 2 Súsanna Johannesen 0.29,69 3 Marianna Guttesen 1.00,06 4 Ester Maria Poulsen 1.09,84 Grein 4: 100 m Frí, bólkur 4 1 Rannvá Strøm 1.22,90 2 Apolonia Justesen 1.23,78 3 Símun Petur Zachariasen 1.33,85 Grein 6: 25 m frí, bólkur 2 1 Dánjal Jákup Djurhuus 0.26,53 2 Tomina Niclasen 0.44,84 3 Herfinn Haraldsen 0.54,82 Grein 8: 50 m rygg, bólkur 3 1 Ragnvaldur Jensen 0.52,87 2 Kristian Martin Garðalíð 0.58,31 3 Vagnar Helgason 1.08,81 4 Marjun Niklasdóttir 1.16,90 Grein 10: 100 m blandað 1 Rannvá Strøm 1.36,12 2 Apolonia Justesen 1.40,34 3 Símun Petur Zachariasen 1.42,53 Grein 11: 25 m rygg, bólkur 2 1 Hans Jacob Bárá 1.00,08 2 Tórur í Puntabyrgi 1.25,03 Grein 12: 25 m rygg, bólkur 1 1 Osvald Hansen 0.27,47 2 Súsanna Johannesen 0.46,97 3 Marianna Guttesen 1.07,15 4 Ester Maria Poulsen dq Grein 15: 50 m bringu, bólkur 3 1 Ragnvaldur Jensen 0.53,31 2 Vagnar Helgason 0.53,49 3 Marjun Niklasdóttir 1.09,22 Grein 17: 200 m frí, bólkur 4 1 Rannvá Strøm 3.03,76 2 Apolonia Justesen 3.04,87 3 Símun Petur Zachariasen 3.41,69 Hóast teir báðir álopsspælararnir, sum venjarin heldur mest av, ikki vóru tøkir, so slapp Todi Jónsson bara framat seinna partin av 2. hálvleiki ÚTISETI Jóannes Hansen Todi Jónsson hevur í løtuni avgjørt ikki undanvind í FCK, har hann seinastu átta árini so ofta hevur verið á toppinum. Hóast føroyski álopsspælarin síðani árs- skiftið aftur og aftur hevur sagt, at tað er langt síðani, at hann hesa tíðina av árin- um hevur kent seg vera so væl fyri, sum hann hevur verið hesa ferð, so hevur hann ongantíð í síni FCK tíð verið so langt frá besta liðnum, sum hann nú er tað. Hans Backe, FCK venjarin, vísir aftur og aftur, tá ið hann tekur avgerðir um, hvussu liðið skal síggja út, at hann ikki longur roknar Toda Jónsson fyri meiri enn eykaspælara. Tað vísti hann aftur hóskvøldið, tá ið FCK í Royalu liguni var hinu- megin Oyrasund og spældi ímóti Malmø FF. Teir báðir, sum Hans Backe roknar at vera fremstu álopsspælararnar í FCK, Álvaro Santos og Sib- usiso Zuma, vóru ikki tøkir. Todi Jónsson hevur ongan- tíð síðani ársskiftið fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Hesa ferð tókt- ist høvið vera til tað, men venjarin valdi Jesper Bech og Peter Møller. Í 66. min- utti varð Todi skiftur inn. FCK tapti 1-0. Málið skoraði svenski landsliðs- spælarin Marcus Rosen- berg, tá ið eitt korter var farið. Av brotsteigarmark- inum smekkaði hann bóltin upp undir málkrókin. Ser- liga í 1. hálvleiki var Malmø meiri sannførandi, og teir høvdu fleiri upp- lagdar møguleikar at fáa mál. Ungverski Balázs Ra- béczki hevur fingið manga skoluna oman yvir seg, tí hann skal hava verið so lítið sannførandi í FCK mál-in- um. Hesa ferð var øðrvísi. Rabéczki vísti fleiri framúr bjargingar, ið vóru orsøkin til, at FCK ikki tapti við meiri enn einum máli. Sum 2. hálvleikur leið, trýsti FCK meiri, men teir fingu sjáldan møguleikar burturúr. Tað tóktist sum um, at FCK spælararnir ikki kendu seg serliga væl ímóti svenska liðnum, sum hevði væl størri likamliga tyngd í nærdystunum á ikki serliga slætta vøllinum. Á FCK liðnum vóru fimm broytingar framdar síðani sannførandi heima- dystin í landskappingini sunnudagin ímóti FCM, og hetta tóktist darva rútmuna á liðnum. Tapið var tað fyrsta hjá FCK í hesum árinum, og talan var eisini um fyrsta tapið yvirhøvur hjá teimum í Royal liguni. Nú eru møguleikarnir hjá FCK at røkka finaluni ikki serliga stórir. Eftir 2-2 á heima- vølli ímóti Rosenborg og 0- 1 á útivølli ímóti Malmø FF er avgerandi neyðugt hjá FCK bæði at vinna útidyst- in 14. apríl í Tróndheimi ímóti Rosenborg og heima- dystin 28. apríl ímóti Mal- mø FF. Í síðstu viku vann Rosenborg 2-0 á Malmø. FCK skal sunnudagin spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti Randers FC. Tveir teir seinastu dystirnir í meistara- deildini hjá monn- um verða leygardag- in, men dystirnir hava ongan týdning sum so FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir báðir seinastu dyst- irnir í hesum kappingarár- inum verða millum ávíka- vist Mjølnir og ÍF í Klaksvík, og lokalupp- gerðin millum Fram og Fleyr í Hoyvík. Heiðursmerkini eru býtt Dysturin í Klaksvík hevur Mjølnir sum favoritt, men ÍF kann bíta frá sær á ein- um góðum degi, men úr- slitið hevur ongan týdn- ing, tí Mjølnir hevur tryggjað sær silvurmerk- ini. Teir hava havt kapping frá Fleyr um silvurið, men hesin spenningur reyk herfyri, og nú noyðist havnarfelagið at taka til takkar við bronsuni. Fleyr skal leygardagin spæla lokaluppgerð móti Fram í Hoyvíkshøllini, og tað man verða lítið at ivast í, at botnliðið gott kundi hugsað sær at spælt grannunum eitt puss. Eingin spenningur FM í svimjig fyri brekað FCK niður á jørðina aftur