leygardagur 19. mars 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2005
23
FSF
tekur
støðu
um
sponsor
Fótbóltssamband Før-
oya skuldi á fundi
fríggjadagin taka støðu
til, hvørt landskapping-
in í 1. deild nú skal fáa
egnan sponsor.
Óli Holom, formaður í
FSF, kunnaði á fundi
seinasta fríggjadag fel-
øgini um málið, og síð-
ani hava feløgini so havt
møguleika at gera sínar
viðmerkingar.
Freistin fyri hesum var
úti týsdagin, og fríggja-
dagin skuldi FSF so
taka støðu til, hvørt teir
taka av møguleikanum,
sum nú hevur stungið
seg upp.
Sum vit hava skilt, so
hava fleiri av feløgunum
ikki verið serliga væl
nøgd um, at málið er
komið so brádliga upp.
Fundur var seinasta
fríggjadagin, og longu
týsdagin var freistin hjá
feløgunum
at
svara
runnin.
Hartil tykist tað eisini
so, at fleiri av feløgun-
um eru misnøgd um
býtislykilin, sum FSF
hevur skotið upp um
inntøkurnar.
Tað verður ikki sagt
nakað um, hvør fyritøk-
an er, sum vil gerast
sponsor hjá Fótbólts-
sambandinum,
men
keldur innnan fótbólts-
heimin vilja vera við, at
talan er um formula.fo.
Verður tikið av avtal-
uni, er ætlanin, at øll
feløg í bestu deildini í ár
skulu hava búmerkið hjá
sponsorinum á búnan-
um. Hartil er ætlanin
eisni, at lýsingar skulu
vera kring fótbóltsvall-
irnar, har dystir verða
spældir og í leikskrá-
irnar hjá ymsu.
-jm
Bestu bogaskjúttarnir kosnir
Bogaskjótifelagið
Tambar skipaði
mikukvøldið fyri
seinastu innandura
kappingini í vetur og
vóru tað teir yngru
skjúttarnir, sum skutu
um føroyameist-
araheitið á 15 metra
frástøðu
BOGASKJÓTING
tíðindaskriv
Kappingin bleiv skotin í
venjingarhølinum
hjá
Tambar. Við í kappingin
vóru 18 luttakarir - 6 í com-
pound og 12 í recurve.
Kappingin varð skipað
við innleiðandi umfari á 60
pílar við eftirfylgjandi fin-
aluumførum, har byrjað
varð við 1/4-finalunum.
T.v.s. at í bólkinum recurve
skuldu bert 8 tey bestu
víðari.
Recurve
Í bólkinum recurve vóru
tað tær royndastu gentur-
nar, sum gjørdu um seg og
var sera spennandi um tvey
tey fremstu plássini. Jastrid
M. Jensen, Tambar, hevði
munin og førdi við trimum
stigum í steðginum, tað
sama gjørdi hon heilt fram
til teir seinastu tríggjar
pílarnar, tá hon kom at gera
okkurt lítið mistak.
Endaliga
støðan
í
innleiðandi umfarinum var:
nr. 1 Annika Vang, Ørvur,
við (281+283) 564 stigum,
nr. 2 Jastrid M. Jensen,
Tambar, við 284+277) 561
stigum og persónligum
meti, nr. 3 Rói Christian-
sen, Tambar, við (251+263)
514 stigum.
1/2-finalurnar: Annika
Vang-Hallur
Mortensen,
Tambar, 112-97, Jastrid M.
Jensen-Johan
Egholm,
Tambar, 115-92. Jastrid
skeyt
við
hesum
115
stigum fyri 12 pílar á 15
metrum nýtt føroyskt met
fyri gentur, gamla metið
var 114 stig. Rói Christian-
sen-Eirikur á Kletti, Tamb-
ar, 104-94 og Sjúrður Rein,
Tambar-Rógvi
Larsen,
Tambar, 102-99.
1/2-finalurnar: Annika-
Sjúrður 113-99 og Jastrid-
Rói 111-105.
Dysturin um bronsuna
var sostatt millum Róa og
Sjúrð og var javnur og
spennandi. Rói vann dystin
við 107-105.
Dysturin
um
føroya-
meistarheitið var millum
báðar bestu genturnar Ann-
iku og Jastrid. Eisini her
var javnt líka til endan,
dysturin endaði 111-107 og
Annika Vang, Ørvur, end-
urvann føroyameistaraheit-
ið á 15 metrum.
Í hesum bólkinum høvdu
fleiri skjúttar persónlig
met.
Compound
Í bólkinum compound var
tað ein skjútti, sum legði
seg eitt vet fram um hinar,
Kristoffer Andreasen, Ørv-
ur, førdi við fimm stigum í
steðginum, men so tók
hann dik á seg og skeyt eitt
ótrúliga gott úrslit við bert
at missa tíggju stig teir
næstu 30 pílarnar.
Endaliga støðan í inn-
leiðandi umfarinum var: nr.
1 Kristoffer Andreasen,
Ørvur, við (283+290) 573
stig og persónligum meti,
nr. 2 Kaj Johannesen, Ørv-
ur, við (278+275) 553 stig-
um og nr. 3 Súnfríður Jac-
obsen,
Ørvur,
við
(275+274) 549 stigum.
1/4-finalurnar: Her sótu
Kristoffer og Kaj yvir
fyrsta dystin ímeðan hesir
dystir vóru: Súnfríður Jac-
obsen,
Ørvur-Magnus
Andreasen, Ørvur, 108-76
og Helgi Lamhauge, Ørv-
ur-Jógvan Elias O. David-
sen, Ørvur, 106-105.
1/2-finalurnar:
Krist-
offer-Helgi 110-101 og
Súnfríður-Kaj
112-111.
Hesin seinni dysturin var
sera javnur og spennandi.
Dysturin um bronsuna
var millum Kaj og Helga og
gjørdi Kaj bart og vann
dystin 113-106.
Dysturin
um
føroya-
meistaraheitið var millum
Kristoffer og Súnfríða.
Dysturin byrjaði javnt og
helt tað sær til hálvan dyst-
in, tá Kristoffer legði seg
eitt stig fram um og við
seinastu trimum pílunum
vann hann enn eitt stig.
Dysturin endaði 114-112
og Kristoffer Andreasen,
Ørvur, bleiv nýggjur før-
oyameistari á 15 metra
frástøðu.
Í bólkinum blivu skotin
fýra persónlig met.
Ársins skjúttar
Sum vanligt er velur Boga-
skjótideildin á hvørjum ári
ársins skjútta. Hetta avrik
verður mett eftir, hvussu
skjúttin sum heild hevur
klárað seg seinasta árið, tað
verði seg við framgongd,
menning og ídni til venj-
ingar og kappingar.
Í recurve bleiv Jastrid M.
Jensen, Tambar, vald til
ársins skjútta.
Í compound bleiv Krist-
offer Andreasen, Ørvur,
valdur til ársins skjútta.
Tey hava bæði gjørt stór
framstig, hava møtt sera
væl upp til venjingar og
kappingar, tey eisini hava
luttikið í kappingum fyri
vaksin. Eisini hava tey víst
góðan kappingaranda, bæði
tá tað hevur gingið við og
ímóti.
Statoilstøðin í Saltangará
lat heiðursmerkir og steyp
til kappingarnar.
Jastrid M. Jensen, sum her
sæst nummar tvey frá
vinstru, varð kosin sum
ársins skjútti í recurve
Í dag verða seinastu
dystirnir í Atlantic
Airways kappingini
hjá monnum leiktur,
og vestmenningar fáa
FM-steypið og
gullheiðursmerkir
handað á heimavølli.
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í Vestmanna hava tey leingi
bíðað eftir degnum í dag,
har mansliðið hjá VÍF fær
handað FM-steypið sum
prógv uppá, at vestmenn-
ingar eiga besta hondbólts-
liðið í Føroyum 2005. Tað
eru longu tvær vikur síðani,
at VÍF tryggjaði sær meist-
araheitið, og síðani tá hava
vestmenningar bara bíða
eftir, at teir skuldu fáa gull-
merkini.
Endurtøka
av
steypafinaluni
Seinasti dysturin hjá før-
oyameistarunum á árinum
verður ímóti StÍF, og sostatt
verður talan um eina end-
urtøku av steypafinaluni í
ár, har vestmenningar vóru
noyddir at lúta fyri strand-
ingar.
Tað man verða lítið at
ivast í, at VÍF ætlar sær at
enda kappingarárið við
maner, og dysturin í dag
móti strandingum fer neyv-
an at gerast nøkur endurtøka
av dystinum sunnudagin í
Havn, har vestmenningar
vóru eyðmýktir av Kyndli.
Tað ger heldur ikki
uppgávuna hjá VÍF lættari,
at StÍF framvegis hevur
nakað at spæla fyri. Strand-
ingar hava enn møguleikan
at vinna silvurið, men tað
krevur, at StÍF vinnur í
Vestmanna, og samstundis
skal Kyndil snáva móti
Neistanum á Hálsi.
Neistan vann seinastu
grannauppgerðina
Seinast tey bæði havnar-
liðini, Neistin og Kyndil,
dystaðust, var tað botnliðið
Neistin, ið endaði omaná.
Hetta var ein dyggur smeit-
ur hjá Kyndli, sum í veru-
leikanum tá misti møgu-
leikan fyri at endurvinna
meistaraheitið.
Tí man lítið verða at ivast
í, at teir grønu sera fegnir
vilja hava uppreisn móti
grannunum í dag, men
hinvegin hevur Neistin
verið sera væl koyrandi
seinastu umførini. Men
skulu kyndilsmenn verða
vísir í silvurinum, so skulu
teir vinna á grannunum.
Seinasti dysturin á seinasta
leikdegnum
í
Atlantic
Airways kappingini verður
í Hoyvík, har KÍF og H71
hittast. Hesi bæði lið hava
sum so ikki tað stóra at
spæla fyri, men hoyvíking-
ar fingu ein ordans lússing
frá Neistanum sunnudagin,
og tað vilja teir óivað vaska
av sær á seinasta leikdegn-
um.
Gulldagur í Vestmanna
Nýtt B36-búmerki
Bóltlfelagið B36 í Havn
hevur nú gjørt av, at
gamla
búmerkið
skal
skiftast út við eina nýggj-
ari útgávu.
Nakra kollvelting verður
talan tó ikki um. Nýggja
búmerki er í stóran mun
bygt á útsjóndina á tí
gamla, men altjóða frá-
merkið, sum B36 nýtir til
UEFA-Cup dystir – B36
FC Tórshavn – framgong-
ur nú á búmerkinum. Og
verður hugt at, hvørjir
sniðgevarnir hava verið,
so er hetta kanska heldur
ikki so løgið.
Tað er Hannis Egholm,
sum hevur teknað nýggja
búmerkið, og tað var pápi
hansara, Hans Jacob Eg-
holm, sum á sinni stóð
fyri gamla búmerkinum.
-jm
Soleiðis sær nýggja búmerið hjá B36 út