Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 55 - 19. mars 2005 Í tveimum førum fer 1. deildarlið at verða varpað úr steypa- kappingini, eftir at teir bara hava roynt seg eina ferð LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Í vikuskiftinum verður av álvara farið undir nýggja kappingarárið. Tá fara øll feløgini í bestu og næst- bestu deildini at hava verið partur av steypakappingini. Størsti áhugin snýr seg ivaleyst um tær báðar upp- gerðirnar millum 1. deildarfeløg — HB-NSÍ og Skála-B36. HB, sum í fjør vann bæði FM og steypakapping, fær í morgin vitjan av NSÍ, sum HB á Ólavsøku í fjør vann steypafinaluna ímóti. Tað er longu greitt, at talan verður ikki um somu upp- gerð á Ólavsøku. Í morgin verður tað greitt, hvat av hesum feløgunum ongan møguleika fer at hava fyri at spæla á Ólavsøku. Í HB hevur verið ikki so lítið av gjøgnumtrekki síð- ani síðsta kappingarár, men teir siga seg vera hampu- liga væl fyri og spentar. Tað kann væl enda við, at liðið í ár fer at síggja umleið eins út, sum tað gjørdi í fjør, sjálvt um tað er greitt, at Rógvi Jacobsen og Jan C. Dam ikki vera við. Men í fyrstu atløgu eru fleiri av spælarunum skaddir. Talan er um Heine Fernandez og Hendrik Rubeksen, sum eisini er álopsspælari, mál- verjan Bárður Johannesen og verjuspælararnir Jó- hannis Joensen, Hans á Lag og Vagnur Mohr Mortensen vóru eisini skaddir hós- kvøldið. Ungir spælarar, sum hava snoddað til besta liðið, tykjast vera á gáttini til meiri spælitíð. Millum hes- ar eru Rókur Jespersen, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, Emil Nolsøe Leifsson og Páll D. Joensen og so onkrir, ið eru uppaftur yngri enn hesir. Tór-Ingar Akselsen er aftur í felagnum, sum hann í 2003 var við til at vinna FM fyri, og saman við Jákupi á Borg er hann álopsboð. Hjá NSÍ er tað greitt, at veteranarnir Jónstein Peter- sen og Gert Langgaard ikki verða tøkir í morgin, og tað verður Jústinus R. Hansen heldur ikki. Viggo Johanne- sen, sum undanfarnu árini hevur verið í ÍF verjuni, hevur vant við NSÍ í ár, og hann verður við í Gunda- dali í morgin. Tað verður Christian Høgni Jacobsen, sum í heyst kom aftur úr Vejle, eisini. Christian Høgni er komin fyri seg eftir krossbandsskaðan, ið helt honum burturi alt síðsta kappingarár. Síðani landsliðsferðina í La Manga hevur Christian Høgni Jacobsen verið skað- aplágaður, men nú er hann tøkur aftur. Fróði í essinum B36 skal í morgin spæla á Skála. Í B36 kalla teir seg nú FC Tórshavn, sum sam- an við B36 er sjónskt á nýggja búmerkinum, ið týskvøldið fyri fyrstu ferð varð víst fyri eldru limun- um. Á vøllinum hevur tað serligan áhuga, at Fróði Benjaminsen í síðstu viku kom úr Íslandi og til B36. Fróði var við í venjingar- dystinum ímóti B71 leygar- dagin. B36 vann 4-3, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri 3-0, og Fróði Benjaminsen skoraði trý av B36 málunum. So tað er ikki undur í, at Fróði í hesi vikuni hevur verið stóra samrøðuevni millum B36 viðhaldsfólkini. Á Skála hava teir higartil havt ilt við at savna fólkið. Alexandur Johansen og Pauli G. Hansen hava verið nógv upptiknir av hond- bólti, og útlendsku spælar- arnir eru fyri stuttum komnir til landið. Serliga siga teir seg hava lagt til merkis, at nýggi málverjin skal vera rættuliga stinnur. B68 kann fáa hevnd Í fjør var tað eftir heima- dystin ímóti EB/Streymi, at tað var greitt, at B68 í ár skuldi spæla í 2. deild. Tað er ikki rætt at siga, at tað var EB/Streymur, sum sendi B68 niður, tí B68 hevði við nógvum lítið sannførandi avrikum og úrslitum fyrr á árinum syrgt fyri, at høvið ikki varð at halda fram. Men nú hevur B68 møguleika at vísa, at teir eru væl betri fyri, enn teir vóru í fjør. Í síðstu viku kom Albert Sævarsson, sum fyri einum ári síðani flutti av Toftum og til Grindavíkar, aftur á Svangaskarð at verja B68 málið. Jann Ingi Petersen og Julian Johnsson eru komnir afturat á miðvøll- inum, og í verjuni er Arnbjørn Danielsen komin afturíaftur úr B36. Á Eiði hava teir umleið sama fólkið,sum teir høvdu í fjør. Gamlir kenningar, sum nú eru aftur á Mølini, eru brøðurnar Egil á Bø, sum í fjør var aftur í B36, og so Finnbjørn Zacharias- sen, sum hevur verið burt- uri frá í fleiri ár, men sum nú hevur funnið fótbólts- skógvarnar framaftur. Tætt í flestu førum Størsti favoritturin í viku- skiftinum man vera KÍ. Klaksvíkingar skulu á middegi í morgin í Gunda- dali takast við Kára Reyn- heim og hansara menn í Fram. Kári man mangan hava verið til stóran ampa fyri verjuna hjá KÍ. Men við allari virðing fyri hon- um og Fram liðnum, so verður talan um eitt tað mest óvæntaða úrslitið nakrantíð, um Fram fer at gera nakað við KÍ. Trupulleikin hjá KÍ er, at fyrsti málverjin hjá teim- um, Karstin Joensen, ikki er førur fyri at spæla. Ung- lingamálverjin, Mathias Samuelsen, vísti fleiri ferð- ir í fjør, at hann er dugna- ligur eykamálverji. Merkisvert er tað, at ÍF skal spæla á Vágseiði bæði í morgin og næsta sunnu- dag. Hesa ferð verður tað í steypakappingini, og um eina viku verður tað í landskappingini. Nógvar seinkingar higartil Í innleiðandi umfarinum vann FS Vágar 2004 1-0 í Hvalba. Birgir Joensen skoraði málið í 2. hálvleiki. Í fyrsta umfarinum, sum skuldi havt verið á skránni síðsta vikuskiftið varð eingin av teimum fýra dyst- unum avgreiddur. Í vikuni hevur Fram vunnið 17-0 á nólsoyingum í NÍF, og hós- kvøldið vann FS Vágar 2004 3-2 á SÍ í Sørvági. Hetta úrslitið ber við sær, at FSV í morgin í Sandavági skal spæla ímóti TB, sum er nýtt felag í bestu deildini. Sumba skuldi sambært skránni havt spælt á heimavølli ímóti MB. Men ta uppgerðina hevur MB vunnið uttan dyst, tí Sumba ikki er partur av steypaapp- ingini, eftir at teir hava kastað saman við VB. Nú skal MB spæla á heimavølli ímóti B71, sum má roknast at vera favorittur ímóti 4. deildarliðnum. Í síðsta dystinum í fyrsta umfarinum skuldu LÍF og AB havt spælt. Men tað hevur verið væl av kava á vøllinum í Leirvík, sum jú er rættuliga ovarlaga. Tann dysturin er útsettur til í dag. Um vinnarin skal spæla ímóti GÍ í morgin ella eina ferð í næstu viku var ikki greitt fyrrapartin í gjár. Fjórðingsfinalurnar eru á skránni 5. mai. Fleiri áhugaverdar uppgerðir beinanvegin Mynd: HB-NSÍ HB og NSÍ vóru í fjør í finaluni, men talan verður so ikki um nakra endurtøku í ár. Longu sunnudagin hittast tey bæði liðini í Gundadali Egga heldur fram sum ÍSB- formaður Mikukvøldið hevði Ítróttarsambandið fyri brekað aðalfund í Svimjihøllini í Havn. Formaðurin seinastu mongu árini, Jógvan - Egga - Jensen, stóð fyri vali, og hann var ein- mælt afturvaldur fyri eitt nýtt tvey-ára skeið. tn FM í badminton FM-kapping fyri børn upp til 15 ár. verður í Badmintonhøllini leyg- ardagin. Kappingin byrjar kl. 10.30. Hartil verður ein lítil heiðursløta kl. 15, tá Havnar Badmintonfelag fer at útnevna heiðurs- lim. -jm