leygardagur 19. mars 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 55 - 19. mars 2005
Fløgan við Eivør
Pálsdóttir og DR Big
Band er stór og góð og
víðfevnd. Ein stórur
gloypubiti, har ein tó
kennir teir góðu og
kendu smakkirnar
aftur, men hesaferð
kryddraðir øðrvísi
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Big Bandið hjá Danmarks
Radio hevur megnað at
fingið í lag útgávu, har
gávuríka
songkvinnan
Eivør Pálsdóttir er við. Og í
júst umvendari raðfylgju
tykist tað øvugt, at fløgan
eitur "Trøllabundin, Dan-
ish Radio Big Band &
Eivør Pálsdóttir".
Tað átti sjálvandi at verið
Eivør fyrst og síðani stóri
hópurin av dugnaligum
tónleikarum.
Tað ber fløgan í hvussu
er prógv um. Tí tað er í
stóran mun Eivør, ið gevur
útgávuni flog.
Staðfestast kann eisini, at
hetta er ein útgáva av teim-
um stóru og góðskumiklu.
Útsett
Á fløguni eru løg, ið vit
kenna frá undanfarnum út-
gávum. Men her eru tey
útsett fyri fleiri og øðrvísi
ljóðføri. Útsetingin er ein
onnur, men tó ikki so ólík
teim undanfarnu.
Men hetta er øðrvísi,
spennandi, fleirfalt, stórt
(big) og fleiri tónar eru at
spæla við. Okkurt spenn-
andi og heldur disharmon-
iskt.
Men harvið er ikki sagt,
at hetta er tað, ið fellur lætt-
ast hjá breiðu lurtara-
fjøldini, uttan at niðurgerða
nakran.
Men á ein hátt er hetta,
sum at koma at kenna Eivør
aftur. Jazzkenda sniðið
minnir meira um upprunan
og hennara fyrstu fløgu við
Ivory. Hetta sagt, eftir at
tónarnir við Eivør og Bill
Bourne hava ljóðmað longi.
Har er talan um tað meira
fólksliga. Og í øllum hes-
um sæst so eisini, at Eivør
spennir víða í sangvirksemi
sínum.
Frálíka guitarsolospælið í
Mín Móðir er kærkomið
frávik hjá teimum, ið halla
meira til vísu og rocktón-
leikin. Annars er at siga, at
nógv kingo- og kvæðakent
at hoyra.
Lær meg Guð at Liva er
meira jazzkent, og at útseta
Guð fyri jazz er heldur
forkunnugt á føroyskum.
Men tað riggar.
Big
Hetta er ein stór útgáva.
Bæði skilt sum góð og
frálík, men eisini við teim
mongu tónleikarunum, sum
nú einaferð mynda eitt Big
Band.
Har eru eini 20 - 25 tón-
leikarar, mest mannfólk, ið
so dugnaliga passa blást-
urin og ymiskt annað. Men
tað skerst ikki burtur, at tað
er Eivør, ið ber útgávuni
uppi, so allur blásturin ikki
er til fánýtis og fer unidir
kav.
Hinvegin er tað eisini
meiningin.Hon skal bera
útgávuna og restin vera
undirlag. Soleiðis verður
spælt og soleiðis er útsett í
stóran mun.
Og annan veg er vert at
skriva sær handan bæði
oyru, at tað er ikki ein og
hvør, ið fær áheitan frá DR
Big Band. Men samstarvið
millum Eivør og Bigbandið
er eydnast.
Gleðiligt og spennandi er
eisini, at í næstum fara tey á
pall saman í Keypmanna-
havn í Copenhagen Jazz-
House.
Samanumtikið kann stutt
sigast um fløguna Trølla-
bundin, at hon riggar. Ein
skal tó gera sær greitt, at
her er tað bigband tón-
leikur,
ið
setur
dags-
skránna, tó at Eivør og
hennara tilfar bera hesum
uppi.
Flott og væl avstaðfarið.
Fløguhúsin boðar longu
frá byrjan frá góðum. Sera
snotiligur og við góðum
myndum, har Eivør vát og
trøllslig kemur úr vatninum
(onkur
teskaði
greinskrivaranum, at hetta
er tikið í Bláa Lóninum). Í
øllum førum riggar tað, og
kámu og glarkendu mill-
umsíðurnar seta eisini rætta
dámin á.
Jú, ein kann og skal
spæla fløguna ofta. Oftari
og oftari. Hvørja ferð okk-
urt at gerast trøllabundin
av. Kanska er navnið ikki
komið av ongum!
Eivør útsett
fyri mangt
og hvat
Áarvegur 6 · Tel 34 00 00 · www.ff.fo
European Seafood Exposition
26. - 28. apríl
Til messu í Brússel ...
11.280,-
12.510,-
Vit flúgva beinleiðis til Brússel!
Úr Vágum 25. apríl - heim úr Brússel 28. apríl
Flogferð úr Vágum til/ úr Brússel.
Kostnaður fyri hvønn íroknað
flogferð, ferðaavgjald
og gisting í 3 nætur u/ morgunmat:
í einkultrúmi á Bedford Hotel....
í einkultrúmi á NH Atlanta Hotel....
Bert flogferðin báðar vegir
íroknað ferðaavgjald......
Les meira á okkara heimasíðu
flogfelag.fo
6.810,-
Bílegging:
í seinasta lagi
1. apríl !