Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LISTAFRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú um vikuskiftið fer listamaðurin, Frits Johannesen, til Dan- markar at hava lista- framsýning. Framsýn- ingin verður á Galleri Arleth á Falster, og hevur heitið Fra Man- hattan til Mansgjógv. – Eg málaði hesar málningarnar aftaná at hava verið ein túr í New York í oktobur síðsta ár. Meðan eg gekk har á gøtunum á Manhattan og hugdi upp á høgu ský- skavarnar, fekk eg somu kenslu, sum tá eg siti í eini gjógv uppi á Manni her í Fuglafirði við steyrrøttu bjørgunum og høgu fjøllunum framman fyri mær. Mátin, ljósið súgar inn og út ímillum háhúsini og bjørgini, er næstan tann sami, og tí var tað eyðsæð at flyta vindeyguni í háhúsunum yvir á fjøllini her í Fuglafirði, sigur Frits. Krossar og rútar Meðan Frits var í New York, var hann á eini framsýning við málning- um hjá russiska málar- anum Kasimir Male- vitsch og fekk tá enn meir íblástur til at ar- beiða víðari við hugskot- inum við rútum, tiknir úr teirra gerandishøpi. Malevitsch arbeiddi serliga við optiskari og suprematiskari list, har ymsir geometriskir figurar verða settir saman uppá allar hugsandi mátar. Ein afturvendandi figurur hjá Malevitsch er krossurin. – Krossurin er jú eitt av okkara sterkasta teknum. Her hugsi eg ikki um tann religiøsa týdningin av krossinum, men sjálvt teknið, sum, tá tað verður skákað, byrjar at skapa umhvarvið av einum sirkli, og harvið eisini verður ímyndin av tí endaleysa ella fullkomna. Tað er við hesum í huga, at eg havi arbeitt víðari við rútum, har skapi av krossinum gongur aftur, greiðir Frits frá. Frits hugleiðir víðari, at onkusvegna kendist tað nátúrligt at arbeiða við rútamotivinum. Seinni er hann komin at hugsa um, at hann longu sum heilt ungur dámdi sera væl at mála vindeyguni í húsum, so kanska hetta er okkurt, sum hevur ligið í dvala frá ungum árum hjá listamanninum. Tónleikurin Í málningunum, Frits nú fer til Danmarkar við, er tónleikur og tónleikarar eisini eitt gjøgnumgang- andi tema. Tað hevur tað verið fyrr hjá Fritsi, men hesuferð er tað flættað saman við íblástrinum frá Manhattan og náttúr- uni rundan um Fugla- fjørð. Og sum so ofta, er umhvørvið Mansgjógv. – Tónleikur hevur altíð spælt ein ótrúliga stóran leiklut í mínum lívi og er kanska mín størsta kelda til íblástur at mála. Í tón- leikinum verða mørk flutt allatíðina og kensl- ur, hugløg og fyribrigdi tvinnaði saman á ein nýskapandi hátt. Við tónleikinum kann alt lata seg gera, og tí var tað eisini eysæð at brúka tónleikalig motiv til at flyta Manhattan yvir í Mansgjógv í Fuglafirði, sigur Frits. Nú Frits fer til at sýna fram á Galleri Arleth á Falster, er tað úrslitið av samstarvinum við tey, ið eiga savnið. Hetta eru nevniliga somu lista- fólkini, sum gjørdu stand- myndirnar niðri við bátahylin í Fuglafirið á Varmakeldu síðsta ár, har Frits var stigtakari. Nr. 55 • leygardagur • 19. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tjóðskaparligar Semjur Framtíðar vinna Føroya Tinghellan síða 40 Frá Manhattan til Mansgjógv Við flogfari kann túrurin frá Føroyum til Manhattan vera rættiliga drúgvur. Men við hugflognum hjá listamanninum Frits Johannesen tekur tað bert nøkur penslastrok, og rútarnir í skýskavarnum á Manhattan skyggja og glógva líka livandi í fjøllunum rundanum Fuglafjørð »Drongur við cello í Mansgjógv á Manhattan«