leygardagur 19. mars 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 55 - 19. mars 2005
REPORTASJA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norðaneftir fara bilarnir strúk-
andi framvið. Teir flestu eru júst
farnir fram við brúnni um
Streymin, og skunda sær móti
málinum, sum hjá flestu teirra er
høvuðsstaðurin.
Sunnaneftir fara bilarnir somu-
leiðis strúkandi framvið. Teir
hava koyrt gjøgnum Kollafjørð,
framvið Hósvík og eru nú kom-
nir til Hvalvíkar. Teir fara fram-
við Streymnesi við tí í huganum,
at eftir Streymnes er neyvan
nakað hús við fólki í, fyrrenn ein
kemur til húsini hjá løgtingsfor-
manninum, Edmundi Joensen
hinumegin brúnna á Oyrarbakka.
Allir hesir bilarnir fara strúk-
andi avstað, við eygunum festum
á vegin og tað ið framman fyri
er. Av hesi orsøk munnu neyvan
mangir teirra gáa eftir teimum
húsunum, sum liggja miðskeiðis
millum Streymnes og brúnna.
Høvdu teir bert skeitt eitt lítið
vet oman móti fjøruni, høvdu
teir uttan iva sæð hesi húsini. Tað
er nevniliga ikki so, at øskukalt
er allastaðni norðan fyri Streym-
nes. Her býr eisini fólk – fólk í
eintali. Ein einasti maður.
Inni í einum húsum oman móti
sjóvarmálanum býr nevniliga
Árni Davidsen. Tað hevur hann
gjørt síðani hann varð borin í
heim fyri 66 árum síðani. Og tað
ætlar hann framvegis at gera.
- Eg havi altíð búð her. Her er
gott at búgva, so eg fari ongan
veg, sigur ein blíður og siðiligur
Árni, nú umboð fyri tíðindatæn-
astuna eru komin á vitjan.
Einsemið nívir hann ikki,
hóast hann bæði er einsamallur í
húsi, einsamallur í bygdini og
hevur langan veg til næsta
granna og næstu bygd.
- Eg keði meg ikki eina løtu.
Eg havi altíð okkurt at takast við.
Og tá ein hevur bil, so er tað so
nógv lættari at ferðast, sigur
hann.
Bygdamenning
ella fráflyting
Eitt av orðunum, sum ofta verður
havt á munni, tá ein tosar um
føroyskan politikk er orðini
"bygdamenning". Vit hava hoyrt
hetta orðið so ofta, at tað rínir
næstan ikki við longur.
Samstundis hoyra vit um
livilíkindini hjá fólki í útjað-
arinum og teir trupulleikar tey
hava at dragast við í tí dagliga.
Og vit hoyra alarmklokkurnar
ringja úr útoyggjunum, har vandi
er fyri øskukulda.
Tað eru ikki mong árini síðani
teir báðir seinastu menninir
fluttu úr Víkarbyrgi, soleiðis at
henda bygdin í dag er útdeyð,
hóast gott vegasamband er til
bygdina. Spurningurin er tí
kanska hjá mongum, hvør
bygdin verður tann næsta, har
seinasti íbúgvin sløkkir ljósið.
Í Nesvík situr Árni Davidsen
og hevur hoyrt alt hetta tosið um
útjaðara og bygdamenning. Men
hann ætlar sær so ikki at flyta í
nakað annað stað, hóast hann er
einsamallur í bygdini.
- Eg havi altíð verið her, og eg
havi ongar ætlanir um at flyta
nakrastaðni, sigur hann.
Hann vil tó ikki verða um-
røddur sum einabúgvi, tí hann
hevur bil og dámar væl at vitja
fólk og at fáa vitjan.
Ikki einsligari
enn hjá øðrum
Tað var í samband við seinasta
fólkatingsval at okkum barst fyri
oyra, at tað einans var ein veljari
í Nesvík.
Vit vóru tá á reportasjuferð við
valstaðið í Hvalvík og fingu tá at
vita talið av veljarum til valstað-
ið. Og her var tann eini veljarin
altso úr Nesvík.
Vit hitta Árna fyrrapartin ein
hósdag í mars mánaði. Frá lands-
vegnum oman til húsini førir ein
góður vegur okkum oman til tey
brúnu husini, ið liggja ikki so
langt frá sjóvarmálanum. Her býr
Árni í barnaheimi sínum, og er
fegin um tað.
Alt er ruddiligt og nossligt
inni, og hann bjóðar okkum inn í
køkin beinanvegin. Har stendur
útvarpið frá, og tað ger kaffi-
maskinan eisini. Á køksborð-
inum stendur ein kaka, ið hann
ætlar at bjóða gestunum úr
Havnini.
- Tað eru kanska tey, ið undra
seg yvir at nakar skal kunna
búgva her. Men her er fínt at
búgva, skal eg siga tær. Onkutíð
er tað gott nokk eitt sindur
Nesvík,
Streymnes ella
Sundhøvdi?
Í hesum døgum hoyra vit
nógv um, at ein arbeiðir við
at geva føroyskum bygdum
gøtunøvn. Men tá ein eina-
ferð fer undir hetta í økinum
fram við Sundalagnum, er
ikki vist, at tann uppgávan er
so løtt.
Tann stóri spurningurin,
sum ein kann seta sær eftir
samrøðuna við Árna er
nevniliga: Hvar býr hann - er
tað í Nesvík, Streymnesi ella
á Sundhøvda?
Árni sjálvur er ikki í iva
um, at hann býr í Nesvík.
Hetta heldur hann fast við,
og tá hann skrivar undir
onkustaðni, so er bústaðurin
Nesvík - og ikki nøkur
onnur bygd.
Hann hevur í sínum lívi
sæð, hvussu hetta navnið var
við at hvørva, men í dag er
tað varðveitt og kann ikki
tigast burtur. Og tað man
hann vera fegnastur um.
• Hyggur ein landafrøðiliga
eftir navninum, so liggur
sjálv víkin - Nesvíkin -
niðanfyri tað stóra legu-
húsið, sum Heimamissi-
ónin hevur bygt har.
• Hyggur ein eftir støðunum
hjá Føroya Tele, so bar ein
av hesum støðunum áður
júst navnið Nesvík. Í dag
er henda støðin løgd undir
alt Norðstreymoyar økið.
• Hyggur ein kommunalt
eftir økinum, so hoyrir tað
í dag til ta stóru felags-
kommununa við heitinum
Sunda kommuna, ið fevnir
um bygdirnar heilt suður í
Hósvík og norður til
Gjáar. Har umsitingin av
kommunalum viður-
skiftum áður lá
Streymoyar-megin, er hon
nú flutt yvir um Sundið til
Oyrarbakka.
• Hyggur ein sum veljari
eftir økinum, so er bert ein
veljari í Nesvík, hvørs
valstaður er í Hvalvíkar
skúla.
Árni varð borin í heim í 1939 í
einum húsum hjá fastir sínari á
Oyrarbakka. Men hesi 66 árini,
sum liðin eru síðani tá, hevur
hann búð í Nesvík.
Skúlabygningur var ikki í
bygdini, men undirvíst varð í
teimum svørtu húsunum, sum
ein í dag sær sunnan fyri legu-
húsið. Hann gekk eisini okkurt
árið í skúla norðuri í Tjørnuvík,
hagani foreldur hansara vóru
flutt í tríati-árunum.
Hugurin var í fyrstu syftu til
sjógvin, og fór hann til skips,
áðrenn hann í 1960 fór á
skiparaskúla í Havn. Hann var
eftir hetta við Sundabúgvanum
sum stýrimaður og var eisini eitt
skifti við Kalsevni eftir sild í
Norðsjónum.
Í 1965 legði Árni seg uppá
land, og keypti sær lastbil. Hetta
var um ta tíðina, tá menn vóru
Á sjógvi og landi
– Eg fari o
– Tað eru kanska tey, ið undra seg yvir at
nakar skal kunna búgva her í Nesvík. Men
her er fínt at búgva, skal eg siga tær.
Onkutíð er tað gott nokk eitt sindur
einsligt, men ikki einsligari enn hjá so
nógvum øðrum fólkum, sigur einasti
íbúgvin í Nesvík, Árni Davidsen