Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 29 einsligt, men ikki einsligari enn hjá so nógvum øðrum fólkum, sigur hann. Blívi sjúkur í Havn Árni hevur familju í øðrum bygdum og í Havn, og roynir at vitja tey av og á. Men altíð gleðir hann seg at koma aftur til Nes- víkar. Hann hevur arbeitt í Havn og eigur tríggjar systrar har. Men at búseta seg í Havnini – nei, tað hevði ongatíð komið uppá tal. - Eg kundi ikki tonkt mær at búð í Havn. Har er alt, alt ov trongt!, sigur hann. Hann má tók útdýpa svarið, tí tað krevur eina góða frágreiðing um, at tað skal vera so trongt í Havnini. - Har er so øgiliga tætt bygt. Og skuldi eg búð har, so hevði eg blivið sjúkur av tí. - Her er best at vera. Eg veit ikki rættiliga hví – kanska er tað fríheitin, ið finst her, sigur hann og smílist við. Góðar hendur Árni hevur ikki arbeitt hetta seinasta árið, men hevur kortini ikki trupult við at fáa tíðina at ganga. Hann lurtar eftir útvarpinum, lesur bert Sosialin og hyggur í sjónvarp um kvøldarnar. Annars er smáligt við lesingini. Men keðir seg, - tað ger hann í øllum førum ikki. Við góðum hondum er hann nú farin undir framhaldandi arbeiðið við at klæða húsini. Hinvegin so hevur hann 13 seyðir og tað krevur eisini sína røkt. Tvær hønur ganga eisini uttanfyri, umframt tað at timbrið liggur og bíðar eftir at verða brúkt sum klædningur til húsini. 437 Nesvík Sum nevnt aðrastaðni á síðuni heldur Árni fast við, at hann ikki býr nakra aðrastaðni enn í Nesvík. Hóast spurningur kann setast við, um hetta veruliga er Nesvík, ella um Nesvíkar-økið røkkur so langt suður, so sigur hann altíð, at hann býr í Nesvík. Tá spurt verður um navn og bústað so er svarið altíð tað sama: Árni Davidsen, 437 Nesvík. Hann hevur tí eisini hoyrt viðmerkingarnar fyri uppáhald sítt um, at hann býr á hesum staði. Tað eru tey sum halda, at økið ístaðin átti at verið kallað Sundhøvdi. - Tá eg róði út í Haldórsvík vóru tað teir sum kallaðu meg Árna í Nesinum, meðan fólkið sunnanfyri søgdu, at eg var úr Sundhøvda. Tað er, sum um navnið Sundhøvdi ikki er sligið rættiliga ígjøgnum har norðuri. - Men nú er onkur byrjaður at kalla hetta økið fyri Sundhøvdi, sigur Árni við einum andlits- bráði, ið sigur so mikið, at hetta leggur hann ikki so nógv í. Hann fegnast tó um, at navnið Nesvík nú er komið fyri at vera, eftir at Leguhúsið hjá Heimamissiónini varð bygt við sjálva víkina, sum í síni tíð gav bygdini navnið. Fluttu úr Tjørnuvík til Nesvíkar At Árni yvirhøvur kom suður til Nesvíkar at búgva hevur sum vera man sína serstøku søgu. Tann stutta útgávan ljóðar so, at í seinnu helvt av tríati-árunum flutti eitt fitt tal av tjørnuvíking- um úr bygdini og settu búgv longur suðuri á Streym- oynni. Millum hesi vóru for- eldrini hjá Árna. Eins og mong av hinum høvdu tey kúgv, men trupult var hjá øllum at kunna velta í heim- bygdini orsakað av bratt- lendinum. Longur suðuri í Sunda- lagnum fanst lendi, ið var vælegnað til at dyrka. Og tí valdu fleiri at búseta seg í hesum økinum - eisini foreldrini hjá Árna, hóast tey kundu hugsað sær tað øðrvísi: Tey ætlaðu at verða verandi í Tjørnuvík, men abbi Árna fekk yvirtala tey at koma suður við sær. Ein pápabeiggi Árna legði eisini somu leiðina, og valdi at byggja síni hús á einum øki, har væl av jørð var rundanum. Hetta økið lá beint sunnanfyri tað smal- asta pettið millum Streym- oynna og Eysturoynna. Lítið mundi hesin maðurin gruna, hvat fór at henda í sambandinum millum hesar meginoyggjarnar nøkur fá ár seinni, tá brúgvin um Streymin og tunnilin millum Norðskála og Funningsfjørð komu. Hann hugsaði neyvan nógv um hetta, tí nú ráddi um at seta føtur undir egið borð. Við góðum treysti fór hann undir at smíða sær síni hús, men rakk kortini ongatíð at síggja tey liðug, tí hann doyði, tá tey vóru innlokað. Hesi húsini komu at verða tey, har Árni vaks upp, saman við foreldrum og systkjum sínum. Sjálvur er Árni føddur hinumegin sundið í 1939, tá mamman fór til eina fastur at eiga. Men síðani hevur hann búð her - og her ætlar hann eisini at verða verandi! farnir undir at geva bilferðsluni øktar møguleikar við vegagerðini úr Streymnesi og norðureftir. Hugurin til sjógvin kom tó aftur, og í 1973 keypti hann útróðrarbátin "Fiskivarði". Við hesum bátinum, ið hann hevði tey næstu níggju árini, róði hann út úr Haldórsvík. Um hetta mundið var alingin so smátt byrjað, og í 1985 fór hann sjálvur undir aling við alibrúkinum, hann kallaði "Sundafisk". Hann hevði ikki langan vegin til arbeiðis, tí hetta alibrúkið - ella tað, ið er eftir av tí - liggur framvegis beint niðanfyri húsini í Nesvík. Alivinnan hevði síni góðu ár og síni ringu ár, men teir í Sundafisk komu ongatíð rættiliga í gongd, og góvust tí aftur í 1992. Árni settist tó ikki hendur í favn, tí nú vóru foreldur hansara vorðin gomul, og hann ynskti tí at vera heima og ansa teimum. Hann var eitt skifti við í fiskaarbeiði á landi, áðrenn hann í 1997 fóru aftur í eitt av sínum gomlu størvum, og fór at koyra vørubil hjá K-heilsøluni í Havn. Síðani á vári 2004 hevur hann ikki arbeitt, men hevur tykist við tað, sum hoyrir einum húsum til - seyðin, gerðið, hønurnar, húsini innan, húsini uttan og mangt annað. Hann gevur sær eisini góða tíð at vitja familju og vinir. ongan veg - Eg kundi ikki tonkt mær at búð í Havn. Har er alt, alt ov trongt!, sigur Árni Davidsen, sum býr einsamallur í Nesvík Mynd: Snorri Brend Fakta: Nesvík hevur ikki altíð itið Nesvík. Bygdin fekk sítt navn einaferð í tríati'árunum, meðan R. K. Rasmussen var lækni norðuri á Eiði. Tað hendi seg viðhvørt, at fólk á hesum staðnum gjørdust so sjúk, at lækni varð boðsendur. Og tað hendi seg eisini, at tey høvdu brúk fyri heilivági av Apotekinum í Havn. Trupulleikin var bert, at tey á Apotekinum ikki vistu, hvar tey skuldu senda henda heilivágin. Eingin bústaður var og staðið hevði heldur ikki fingið nakað navn tá. Postbáturin sigldi úr Norðskála til Víkar og plagdi á hesi ferðini at leggja at landi á einum nesi, har atkomandi var. Beint sunnanfyri hetta nesið lá ein lítil vík - og tá var skjótt hjá Eiðislæknanum at navngeva staðið til Nesvík. Og soleiðis eitur tí bygdin tann dag í dag.