leygardagur 19. mars 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 55 - 19. mars 2005
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Uttan iva hava fólk, sum arbeiða
við sjónvarpi, eitt serligt eyga
fyri slíkum, sum kann skapa
áhugaverdar myndir. Ella er tað
kanska púra av tilvild, at tær
báðar Eir í Ólavsstovu og Bjørg
Mohr Andersen, sum dagliga eru
starvsfelagar í Sjónvarpi Føroya,
báðar fáasta við at mála og hava
valt at hava eina listaframsýning
- saman? Bæði og. Serliga eygað
fyri litum og kompositiónum
letur seg ikki fjala í myndunum,
men heitið á framsýningini "Títt
og mítt" er ein rættiliga avgjørd
tilsiping til, at nógv veldts um
eygað, ið sær ...
Tær reyðu og hinar
Eir kenna vit frá ymsum send-
ingum og beint nú sum vert í
Mentanartíðindum, har Bjørg er
ein av teimum, hinumegin
myndatólið. Annars vóru tað
eisini tær báðar, sum gjørdu
"Hátrýst", sum var eitt slag av
ferðavinnutátti í Degi og Viku
síðsta summar. Fá munnu vita, at
tær eisini hava sama frítíðarítriv,
men hví hesa felags framsýn-
ingina, sum var at síggja í
Smiðjuni herfyri?
- Vit høvdu báðar brúk fyri
einum høli og hildu, at hetta
kundi verið stuttligt. Men hetta
er also ikki ein felags listarlig
verkætlan, tí vit hava ikki vitað,
hvat hin fór at koma við. Tað
sóðu vit ikki, fyrr enn kvøldið
fyri ferniseringina, tá vit byrjaðu
at hanga myndirnar upp, sigur
Bjørg.
Tann avbjóðingin gjørdist uttan
iva størri enn væntað, tí mynd-
irnar hjá teimum báðum fáa illa
verðið meir ymiskar.
- Bjørg eigur tær reyðu, og eg
eigi hinar, so tað er vist rættiliga
týðiligt, at Bjørg er tann meir
stílfulla av okkum báðum, flenn-
ir Eir og greiðir frá, hvussu tær
leingi royndu seg fram fyri at
skapa eina javnvág í framsýn-
ingina. Úrslitið gjørdist ein
hugtakandi samanseting av teim-
um reyðu og hinum, teimum
stóru og smáu, hvør um aðra í
eini harmoniskari heild, har tað
kortini líkasum prutlar undir
lokinum og í krókunum.
Skurr við skapi
Myndirnar hjá Eir eru óvanliga
litríkar og sum heild glaðar,
onkuntíð eitt sindur teknifilms-
kendar.
Tær tríggjar myndirnar
"Várgardinur" fekk hon íblástur
til av storesgardinunum, sum
hingu og flákraðu í einum vind-
eyga, hon gekk framvið, ein av
fyrstu várdøgunum. Rørslurnar í
gardinunum flyta seg dandandi
frá eini mynd til ta næstu, sum
vóru myndirnar eisini smá
vindeygu.
- Tað kendist sum, at várið
kom við vindinum í gardinunum,
og tað fekk eg hug at endurskapa
uppá onkran máta, sigur Eir og
leggur afturat, at hennara myndir
sjáldan eru so ætlaðar, sum júst
hesar tríggjar vóru frá byrjan.
Myndina "Jazzur" hevur Eir til
Sjónvarps-
kvinnur
við pensli
og máling
Tær eru starvsfelagar í Sjónvarpi Føroya og
tær hava sama frítíðarítriv. Komandi viku
verða verturin og fotografurin, Eir í
Ólavsstovu og Bjørg Mohr Andresen, at
síggja á felags listaframsýning í Ribarhúsi í
Fuglafirði
Eir við myndini "Blómutyssi", sum fyrst og fremst skal gera fólk glað
Eir: "Várgardinur"
Eir: "Jazzur"