leygardagur 19. mars 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2005
31
dømis improviserað seg fram til,
meðan hon lurtaði eftir einum
jazzlag á eini skrattandi, gamlari
og stemningsfullari upptøku.
Kláru litblettirnir eru eitt sindur
kantutir og minna ikki sørt um
skurrið í útvarpstólinum, um
skurr kunnu hava skap ...
Málaðir til hølið
Hóast Bjørg vil vera við, at hon
ikki hugsar serliga nógv um,
hvørt hennara myndir eru mál-
aðar listarliga og tekniskt "rætt",
so sæst beinanvegin, at hon
hevur meir enn bara vanligt
innlit í samanbandið millum litir
og myndakompositionir. Ráðandi
litirnir í øllum myndunum eru
teir somu, djúpt reytt og blásvart,
sum tóna inn og út í einum at
síggja til endaleysum eksperi-
menti.
- Eg haldi ikki tað ber til at
samanlíkna tað at mála og at
arbeiða við einum sjónvarps-
kamera, sum eg geri til dagligt.
Og tó, eg hugsi nógv í myndum
og dámi væl at royna meg fram
við ymsum kompositiónum,
tónum, ljósi og skuggum, sigur
Bjørg, sum eisini hugsar um,
hvar málningarnir skulu hanga,
meðan hon málar. Hesir máln-
ingarnir eru ikki bara gjørdir til
júst hesa framsýningina. Bjørg
hevur eisini havt hvítu veggirnar
í Smiðjuni í Lítluvík í huga og
givið sær far um, hvussu ljós og
skuggar falla í hølinum, so rúm
og myndir arbeiða saman.
Pláss fyri hugflognum
Hóast Bjørg ikki hevur tær stóru
ambitiónirnar sum listamálari,
dugir hon illa at ímynda sær, at
hon ikki onkusvegna altíð fer at
gera pláss fyri málingini í
frítíðini.
- Eg havi altíð teknað og í
familjuni eru jú fleiri listamál-
arar, so tað kennist nátúrligt at
hava tað sum frítíðarítriv, sigur
Bjørg
Eir dylur hinvegin ikki yvir, at
hon framvegis hevur ein dreym
um at fara á listaskúla einferð.
- At mála hevur havt mín heilt
stóra áhuga, síðani eg var heilt
ung, og eg havi eisini tikið
okkurt skeið. Men eg vildi ynskt,
at eg hevði betri tíð til tað, sigur
Eir.
Hví tær mála? Tí tær halda
uppá, at tað eigur at vera pláss
fyri skapanargleðini, fyri hug-
flognum í einum stressaðum
gerandisdegi og fyri at sleppa at
vísa tað fyri øðrum - eisini uttan
at tað altíð nýtist at vera eitt so
øgiliga djúpt og væl umhugsað
endamál við tí.
Komandi viku verður fram-
sýningin "Títt og Mítt" at síggja í
Ribarhúsi í Fuglafirði
Bjørg Mohr Andersen borðreiddi við pinnamati afturvið tónleiki og myndlist
Bjørg: "Lívslinjan", "Tíðslinjan"
Bjørg: "Morris", "Mini"