Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 55 - 19. mars 2005 LIST Øssur Johannesen Ein tann mest sermerkti og dramatiski listamaðurin í lista- søguni er uttan iva tann russiski listamaðurin Chaim Soutine, hann var føddur í 1893 í einari lítlari bygd har í nógvir jødar hildu til, Soutine var sjálvur jødi, familjan var sera fátøk, hann heví ein ræúligan barndóm, bleiv bankaður og forfylgdur. Hann fekk undirvísing í1909 í Minsk, seinni rýmdi hann við toki til Paris í var listarligi høvuðstað- urin í verðini tá, hann brendi allar brýr við sína familju og byrjaði eitt nýtt lív. Hann hevði atelier í einum skirvisligum gomlum bygningi LA RUCHE saman við m.a. Chagall í eisini var russari í útilegd. Hann vitjaði á Louvre og beundraði eldri listafólk sum t.d. Fouquet, Tintoretto, EL Greco, Raphael, Goya, Ingres, Courbet og Rembrandt. Hann bleiv vinur við Modig- liani serliga kendur fyri sínar naknu erotisku kvinnumyndir, Modigliani oyðleggi seg sjálvan við alkoholi og rúsdrekka á ungum árum og hansara kvinnu leyp av fjórðu hædd og doyði tá í jarðarfylgið kom fram við henn- ara íbúð. Soutine var sera fátækur hesa tíðuna í Paris, men arbeiddi viðhvørt á eini jarnbreytarstøð, men hann arbeiddi við máln- ingum sera nógv hesa tíðuna, tá í hann bleiv spurdur um familjuna hann var rýmdur frá segði hann við miklum beiskleika: eg lyfti ikki ein fingur upp fyri teimum. at blíva svikin sum barn og vera útisettur fyri harðskap er sera pínufult og álvarsligt og hetta sæst aftur í hansara sera dramat- isku upprunaligu og ofta sinnis- forvirraðu málningum, hann fekk eitt barn viðeinari kvinnu men hann vildi ikki kennast við tað, hann møtti seinni tí jødisku kvinnuni Gerdu Groth í doyði í einari av nazistisku týningar- legunum undir seinna heims- bardaga. Soutine bleiv upp- dagaður av einum ríkum ameri- kanskum samlara, hann fekk gjøgnumbrot og bleiv verðins- kendur longu meðan hann livdi og meiri aftaná, tó er hanneitt sindur undirmettur, ein Outsid- ari, eg minnist eg vitjaði Ingálvur av Reyni og vísti hon- um mínar tungu bøkur um Soutine og Ingálvur segði Soutine er størri enn Picassu og júst Picassu var ein av teimum fáu í var til hansara jarðarferð.tá í Soutine doyði aftaná sjúkralegu í 1943, hann var forfylgdur av nazistunum tí hann var jødi, hann krógvaði seg í einari lítlari bygd í Frankaríki. Har í hann livdi saman við fyrrverandi konuni hjá Max Ernst. Soutine liggur grivin í Montparnasse kirkjugarðinum í Paris, tíverri sá eg ikki hansara málningar síðst eg var í Paris. Kundi hugsað mær at vitja hansara grøv og kannað eftir hvussu hansara andi hevur tað! tó hann doyði langt áðrenn eg var føddur men hansara dramat- isku og ektaðu erligu forpíndu svøku og sinnisforvirraðu málningar hava øgiliga sterka ávirkan á meg. Soutine livdi sum Bohemur og gekk á cafeir í paris, men tá Modigliani doy´ði legði Soutine tað harða alkoholiseraða lívið á hylluna. Tann síðsti paletturin hjá Soutine eigur Museum of modern art í New york. Fleiri sterkar fotomyndir eru av Soutine í stóru bókunum eg eigi av honum, hann sær viðhvørt óður út við svørtum hári kraftigum eygum og eygnabrái til aðrar tíðir líkist hann einum munki einum melankolskum listarligum andsmenni berktikin og livandi í sínari egnu verð, men eisini ein í ikki rættiliga megnar at opna seg fyri øðrum menniskjum, innisælur. Til listina Soutine málaði motiv, ið hann hevði framman fyri sær, og sum hann hevði kenslur fyri, oftani tungt og depressivt við tí óhugnaligu dramatisku russisku søguni innan í sær, sínum heimlandi hann rýmdi frá og sum óbein- leiðis streymar tær á møti tá í hann á sín heilt serliga tempera- mangsfulla og djúpt originala hátt málar vegir hús og serligani trøini og so tann ósjónliga dramatiska andaliga vindin í ferðast óendaliga ígjøgnum trøini vegirnar húsini og býirnar og menniskjuni og forbindir landsløg lond og sálir og tað óendaliga universi sum tú hómar tá í tú hyggur upp í himmalin. landslag við húsum kallast ein málningur eg síggji ein veg fara niðaneftir í øðrum hjørnið eitt gult hús sæst og so trøini hesi vøkru og dramatisku tigandi andsmenni sum Soutine serligani var hugtikin av og málaði tey beturi enn tey flestu, hetta er ein myrk mynd í virkar órógvandi uppá meg, ein maður gongur á vegnum, Soutine vanskeplaði síni motivir tað virkar sjúkt uppá meg ein ella onnur innilæst vreiði í hann við miklari kraft festir á lørifti og sum oftast við framúrgóðari og upprunaligari litkenslu. Eitt samskifti frá einum motivi hann hevur framman fyri sær og tað hann sansar og merkir andskraftin í nátúrrunu ferðast inn í hansara melankolsku russisku sál og hjarta og út í pensilin hann heldur í hondini og á tað nakna hvíta lørifti í tekur ímóti hansara sál og hjarta og hansara livandi fronsku motivir í hann málar við munandi meira upprunamegi og kraftigum substansi enn teir meira ljósu fronsku málarirnir. Litir dugdi Soutine sum oftast væl at fáast við ein litmeistari var hann, men hann legði sum oftast hjarta og sálina í litirnar gav teimum anda og øvugt og uppliva innihald. Einki falst parfumukent grunt koloristist undirhald í man sær so nógv av ikki minst í føroyum. Tó at Soutine eisini gjørdi fleiri myndir ikki eru nóg sterkar men heldur turrisligar og keði- ligar. Soutine málaði m.a. myndir í Montmartre, í tá var Listarligi Bohemubyarparturin í Paris stór og vanskeplað trø, ið rísa upp rundan um húsini og vegirnar, hann nærmast fær motivi í hann sær at liva í einum ræðandi orkukendum ekstremum ekstatiskum dansi, hetta gjørdi hann nógv av og nærkaðist tí abestrakta. Soutine málaði nógv trø hesi poetisku og tigandi andsverður sum ávirka teg, hann málaði eisini eins og Van Gogh tann ósjónliga kraftmikla vindin, í einari aðrari mynd síggja vit húsini detta hann vanskeplar motivi fyri at fáa meira dynamikk fram hetta hevur eisini nakað við upploysn at gera talan er um eina vulkanska uppruna- liga litglóð sum hann fær fram her hendir rættiliga nógv minnir um ógvusligan klassiskan og russiskan tónleik, litir eru eru eisini eitt slag av tigandi livandi tónleiki. Fleiri av sínum bestu máln- ingum málaði Soutine í fronsku bygdini Ceret. Ein serliga myrk- ur málningur er her líkjast trøini í hann hevur málað nærmast dansandi hóttandi demonir í spríkja upp úr einum svørtum holi innan í listamanninum sjálvum. Ein beiskur psykiskur bardagi og tung russisk depressiv og melankolsk kensla í man eisini týðuliga hoyrir í tí klassiska russiska tónleikinum. MEn hetta er ein organisk mynd av villum trøum í ským- ingini úti á landinum. Landslag í suður Frankaríki vit síggja ein veg skaptur av manna- hondum og so bygdin Hvít- skínandi hús við reyðari tekju og Dramatisk og vanskeplað landsløg, me