Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 33 svørtgrønutrøini, tú kennir veldugu livandi orkuna sum eisini er órógvandi og eitt sindur ræðandi og tung grásvørt luft, livandi orangulitir fremst á myndini.annar málningur ovast sæst eitt hvítt hús við reyðari tekju niðanfyri er nærmast eitt dramatist disharmonist kríggj í kraftigum tjúktmálaðum litum, næstan abestrakt tó ikki heilt eitt motiv í er umskapa til eitt innari kraftmikið órógvandi sinnis- forvirra vakurt ekstremt og ekstatist litkríggj einki minni. Sjón í Ceret eitur annar málningur vanskeplaðu húsini líkjast orangufarvaðu elds- vulkanum umgyrt av svørtum landslagi, livandi og organist men eisini vanskepla og sinnis- sjúkt og ein kraftigur vulkan- mystikkur. Slotti í Chatelguyon eitur ein málningur sum ikki er van- skeplaður, kvøldarmyrkrið leggur seg varisliga yvur hetta gamla slotti, skógarandarnir umgyrða hetta gamla spøkilsisslotti, svart- grøni litklangurin er einastand- andi vakurt og dapurt málaður gamla slotti rísur úr jørðini, glæma á luftini hómast. fáir litir men litirnir koma fram við tign, ein meiraharmoniskur málningur enn tú ert vanur við frá Soutine, tú fært eisini ein farra av tí okkultu verðini, tó at slotti líkist eini kirkju hevur nakað av tí sama auru ella mynduleika yvur sær. TRø í Vence eitur ein mynda- røð í Soutine gjørdi, beinkirnir eru í ein runding rundanum eitt veldugt tignarligt og gamalt træ tað skýmir býarhúsini síggjast aftanfyri, hetta minst hundrað áragamlatræið er nógvar ferð- irnar størri enn menniskjuni í sita undir tí, træið líkist einum andaligum templi í ikki hevur brúk fyri orðum men útstrálar tigandi vísdóm, vegurin er gløðandi orangufarvaður, grønu bløðini spretta úr greinunum tað er skýmingarløta og kvøldar- myrkrið leggur seg tigandi yvur búin. Papír violin guitarar cello og bassar vera gjørd úr trøum, so trøini eru upprunaliga funda- menti yvur allan skaldskap og tónleik at náturan og menniskjan hoyra saman og hartil eru trøini jarðarinnar lungur. ein vøkur døpur poetisk og sterk býar- mynd. Ein Katedralur í Chartres kallast ein málningur hetta velduga og vakra bygningsverkið við tornum í toyggja seg upp í móti himni klokku og vindeyg- um rísur upp við tignarligari veldi upp úr jørðini alt skapt úr mannahondum, hetta er ein kirkja og fremst er ein blóð- reyður vegur, tornini eru spísk og toyggja seg upp ímóti himni, grábláu skíggjini ferðast oman- fyri. Soutine hevur málað hesa kirjuna við eyðmjúkari virðing. Vegur við himmalhøgum trøum í Chartres eitur ein myrkur málningur børnini skunda sær til hús áðrenn tað farliga myrkrið fjallir allar sjónir áhh øll hesi beinu trøini eg tími ikki at mála tey gev mær vanskepla trø. Á aðrari mynd síggja vit vindin píska trøini ein ljósagulur vegur sæst smábørn ferðast eftir vegnum havið hómast aftanfyri eins og luftin, ein annar máln- ingur er heldur ljósari í litum smábørn hómast á vegnum veldugu trøini geva seg í ógvusliga vindinum, ljós og skíggjini síggjast aftanfyri, ein meistarlig mynd eins og ein onnur meira blálig mynd velduga træið tekur ímóti skýmingini. Tvey smábørn hond í hond koma heim úr skúlanum úti á landinum blálig luft er omanfyri, hesi smábørn eru vinir, men ein sterk einsemiskensla løgir hesa myndina, ein slaktikroppur eitur ein av hansara bestu myndum, hann hongdi ein slaktaðan kropp upp í atelierinum, tað stinkaði so illaat nábúgvarnir klagaðu til politia, hetta fyrverandi týnda lívið slakta til mannaføði hongur við tungari vekt umgyrt við sterkum bláligum litum. formar- nir eru gott málaðir rivjabeinini og blóðið skína. Kjøti og litirnir hava glóð. Eg dugi ikki rættiliga at siga meira um hendan málningin, annað enn at hann er eitt satt meistaraverk.Rithøvundurin Henry Miller var nábúgvi hjá Soutine tá í hann skapti henda málning. Soutine var eisini ein framúr- skarandi andlitismálari, tó at hann stundum gjørdi menn- iskjuni sera ljót og vanskepla helst tí at hann ikki hevur brýggja seg um fólk og eg skilji hann væl. aðrar tíðir eru hansara andlitismyndir kenslubornar sálarlýsingar onkrar sjálvsmyndir eru, ein er frá 1917 hann sær kensluborin og óskyldigur út aðrar tíðir hevur hann gjørt seg sjálvan sera ljótan. Ein onnur sjálvsmynd er frá 1918 hann hyggur við álvarsligum kon- sentreraðum eygum eftir motivinum, baksíðan á lørift- inum sæst varrarnar eru reyðar og tjúkkar, hann sær mystiskur út sum um at motivi hann hyggur eftir er ein mystisk gáta sum hann ynskir og roynir at fangað. Bygdarsligur idiotur eitur ein av hansara sera væleyðnaðu myndum, hann hevur krókutar fingrar, hann er í svørtum klæðum við hvítum kraga sum ein prestur, svørt eygur veggirnir eru blóðreyðir. Tann svaka kvinnan hendan myndin er meistarlig, tað er heilt týðuligt at Soutine kennir og er sera hugtikin av hesi sera klóku svøku og mystisku kvinnuni í reyðum skínandi kjóla hon líkist einum sigøjnara, ein serlig unik typa í ikki fylgir streyminum ella uppskrivtum gjørdar av sam- felagnum. Hendurnar síggjast, angistin sæst í kraftigu og kenslubornu eygunum og somuleiðis para- noia. Hon hevur krúllut hár og grønan hatt. Dragandi og ræðandi ræðandi og dragandi....nakað soleiðis eru kenslurnar í hesi myndini. Kvinna í reyðum hon er í yvurstórum svørtum hatti hon er óndskapsfull og giftig og hon hevur sikkurt sínar grundir til tað, tann yvurstóri svarti hatturin sigur alt um tað giftiga svarta myrkrið í er í hennara heila, brúnur lortalitur er rundan um hana, reyði liturin fær meg at hugsa um helviti og mánasjúku- blóð. Ung genta í fence fremst á myndini sæst ung og sorgar- bundin genta í hvítum kjóla og samanløgdum hondum rundan um er myrkagrønt gras tungu trøini skríggja upp ímóti blágráu luftini. ein mamma við ungum barni hetta er ein døpur ein einsamøll vøkur mamma í svørt- um klæðum við einum hálv- vaksnum barni í føvninginum sum grætur. Eisini málaði soutine vakra og sterka mynd av eini vinkoni í svørtum jakka og reyðum kjóla. Soutine var ein framúrskarandi ekspressionistiskur listamaður í hevði eina tunga melankolska men eisini livandi russiska sál eina vulkan av dramatiskari megi. og sinnisforvirraður vanskeplaði hann síni motivirog hann brúkti framúrskarandi litir og so nærkaðist hann tí abstrakta og hartil hevðið hann eina upp- runaliga kraftiga glóð í sínum litum og síni ektaðari listarligu og lidenskabeligu passión sum øgiliga fá listafólk hava. Stór gomul trø sum livandi tigandi og poetiskar andsverður sum taka ímóti tí friðleysa óendaliga vindinum, og so menniskjuni hann lýsti í hansara sterka psykiska heimi. ógvusligu slaktikropparnir, fuglarnir hongdir upp í atelierinum. Soutine var umframt ein sera sermerktur ekspressionistur eisini ein av teimum sum legði lunnar undir tann abestrakta málningin m.a. tann grovt yvurmetti Asger Jorn og Cobra tó eingin av teimum kom upp á knøini á Soutine sum eisini hevur havt ávirkan á føroyska list umframt meg sjálvan so lat meg nevna Torbjørn Olsen sum síðst í 70 unum málaði myndir í høvdu nakað av tí sama temperamangi í sínum málihátti. enniskju og russiska urkraftin Soutine