leygardagur 19. mars 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 55 - 19. mars 2005
PENSIÓNSALDUR
Orð og myndir: Dávur Winther
– Um tú ikki tímur og vil nakað -
ja, so verður einki!
Hetta plagar Petur á Svøð at
taka til. Hann verður sjeyti ár í
august, og hóast hann hevur havt
eitt hendingarríkt lív, hevur hann
ikki sett seg afturá, nú hann er
komin upp í árini.
Sum 14 ára gamal fór hann til
skips. Hann byrjaði við loddi,
men endaði seinni á táverandi
størsta tangaskipinum í flotanum
hjá A. P. Møller. Sum sjómaður
hevur hann siglt víða. Tú hevur
ikki verið leingi saman við
honum, so hevur hann greitt tær
frá onkum av teimum mongu
spennandi ferðum hansara úti í
heimi. Og harmonikan hevur
verið næstan líka nógvar staðir,
sum Petur hevur verið.
Petur á Svøð hevur seinu
nógvu árini arbeitt hjá Lands-
verk, sum vegaumsjónarmaður. Í
heili 40 á var Petur í starvi hjá
LV og eisini eitt tíðarskeið
knýttur at Phil & Søn. Petur á
Svøð hevur altíð verið nærlagd-
ur og tað hevur verið umráðandi
fyri hann at vera fyristur á
staðnum – fyrstur upp og fyrstur
til arbeiðis.
At gera arbeiðið til lítar, so at
eingin kann setan nakran fingur
á tá tað, sum Petur hevur havt á
hondum, liggur honum dýrt á.
Ja, stutt sagt ærukærur!
Sum vent í holuni
Tí var Petur á Svøð ofta heldur
hugtungur at práta við, eftir at
hann í 2002 legði frá sær, tí
skipanin sigur, at so skal vera.
Hann plagdi at siga: "Eingin
hevur brúk fyri mær longur, eg
nytti einki"!
Hetta segði hann væl vitandi,
at hann bæði tímdi, nyttaði,
orkaði og hevði góðan hug at
halda fram í sínum arbeiði.
Tí var tað ein rættur unglingi
at síggja í Peturi henda dagin, eg
kom fram við honum og hann sat
í einum lastbili. Eg fekk eitt lítið
prát við hann, men bara eitt lítið
prát.
–Nå, eg havi ikki tíð, segði
hann og syfti seg inn í lastbilin
við einum dreingjasmíli – glaður
og nøgdur um, at hann nú aftur
var ímillum hinar menninar í
Norðoyartunlinum og gjørdi
»Um tú ikki tímur og vil na
Hóast tú ert pensióneraður, hevur tú
royndir at lata av, og hevur tú heilsuna og
áræði, so ber til at halda seg framat. Og tað
ger Petur á Svøð í Klaksvík, sum 69 ára
gamal er farin til arbeiðis í
Norðoyatunlinum
Petur á Svøð er nú aftur farin til
arbeiðis. Hann skal verða við í
arbeiðnum at gera veitir og leggja
veitingar í Norðoyatunlinum