Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 35 mannsverk. Tunnils- og vega- arbeiði hevur Petur jú fingist sera nógv við. Boð vóru eftir honum at hjálpa til við at gera veitirnar og leggja leiðingar, sum verða lagdar gjøgnum tunnilin: dren-, vatn-, el-, tele- og aðrar leiðingar. Hann var so glaður og eitt lítið sindur errin henda dagin, aftur at vera millum menn - kanska fingið arbeiði í eitt heilt ár. So visti tú ikki betur, kundi tú tikið feil við sjálvan Landsverkfrøð- ingin. Betri treytir til pensónistar Jú, tað er at fegnast um, at hóast eitt mark er fyri peniónsaldri, so eru onkur, sum hoppar um hetta markið, men heldur halda seg framat og vilja vera við. Søgur hava jú eisini gingið um Jógvan Gerðalíð, sum nærri teimum nýti hevur sitið í eini gummiged og lessað frá tunnlinum. Kanska skuldi tað almenna heldur lønað teimum, sum vilja - og sleppa - at taka hond í, og veitt teimum ein skattalætta fyri inntøkuna. Tí á henda hátt spara tey eisini tí almenna fyri pen- siónina. Summir eldri menn plaga at egna; eitt gott ítriv hjá teimum eldru. Hetta ger eisini dagligdagin meira hugaligan. Kanska er eisini rætt, at markið til ta upphædd, sum tey pensióneraðu kunnu sleppa at arbeiða skattafrí, verður hækkað. Tey hava jú bygt hetta landið ígjøgnum eitt langt lív. Hetta kann eisini vera við til at gera teimum eldru ein meira inni- haldsríkan dagligdag - Og tey virki, sum hava brúk fyri hesum hjálpandi hondum, eri ikki so fá. So, góða eydnu Petur, og væl afturkomin á arbeiðsmarknaðin. akað – ja, so verður einki« Heini Mohr og Petur á Svøð fáa sær ein góðan bita á Grønabóli –Nå, eg havi ikki tíð, sigur Petur og syftir seg inn í lastbilin við einum dreingjasmíli Petur hevur nógv frítíðarítriv - hann hevur millum annað spælt krokk í skúlagarðinum í nógv ár. Hevur verið fjallmaður á Myrkjanoyri í meir enn 20 ár. Petur er altíð við, tá ið hoybyrðadagur er á Grønabóli - Hann plagar at taka til, at tað er besti dagurin í árinum! Tí ta máltíð, sum bóndakonan Tala tá plagar at varta upp við, skal man leita leingi eftir.