leygardagur 19. mars 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARFELAG
Lagt til rættis:
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ítróttarfelagið FRAM hevði 12.
januar í ár 30 ára føðingardag.
Felagið varð stovnað sunnudagin
12. januar 1975.
Stovnandi aðalfundurin varð
hildin heima hjá Jørleif Næs í
Villumsgøtu henda dagin. 11
mans vóru á fundinum, teir vóru:
Karsten Clementsen, Børge B.
Hansen, Eyðfinn Hansen, Leivur
Hansen, Odmar Kúrberg, Páll
Kúrberg (sáli), Klæmint Ludvig,
Leivur Müller, Birgar Niclasen,
Jørleif Næs og Rógvi Poulsen.
Samtykt varð at seta á stovn
fótbóltsfelag undir heitinum
"Ítróttarfelagið FRAM". Hetta
skuldi vísa seg at vera skilagott,
tí longu árið eftir varð eisini ein
borðtennisdeild sett á stovn.
Miðskeiðis í áttatiárunum varð
virksemið hjá felagnum uppaftur
meira víðkað til eisini at fevna
um flogbólt.
Flogbóltsdeildin skipaði seg
seinni sum sjálvstøðugt felag,
men varðveitti tó upprunanavnið.
Borðtennisdeildin fekk somu
lagnu og reis upp aftur sum
sjálvstøðugt felag undir navn-
inum "Tór". Bæði feløgini eru
framvegis virkin.
Í fyrstu nevndini hjá FRAM
sótu: Jørleif Næs, formaður,
Børge B. Hansen, næstformaður,
og Rógvi Poulsen, kassameistari.
FRAM luttók fyrstu ferð í
landskappingini í fótbólti í 1975
við einum liði í meðaldeildini.
Henda kappingin var skipað í
tveimum bólkum, A og B.
36
Nr. 55 - 19. mars 2005
Ítróttarfelagið FRAM 30 ár:
Stórleikatíðin hjá fela
12. januar í ár vóru 30 ár liðin síðan
Ítróttarfelagið FRAM í Havn varð stovnað.
Stórleikatíðin hjá felagnum var í 70-unum.
Felagið er framvegis virkið og hevur
ætlanir um at flyta upp í 2. deild í ár
Fótfóltsliðið hjá FRAM í 1975. Aftara rað f.v.: Kristjan á Neystabø, Klæmint Ludvig, Jørleif Næs, Ronald McIntosh, Jógvan Gregersen, Páll Kúrberg, Rógvi Poulsen og Napoleon í Lon
Fremra rað: Eyðfinn Hansen, Børge B. Hansen, Líggjas Husgaard, Leivur Hansen og Christian Poulsen
Álvur Danielsen hevur við trúfesti og áhaldni hildið lív í felagnum. Hann var eisini formaður í felagnum í nógv ár