Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 37 agnum var í 70-unum Fótbóltsliðið hjá FRAM umleið 1980. Aftara rað f.v: Kim Ejdesgaard, Páll Poulsen, Henrik Risom Pedersen, Olaf Sloan, Eyðfinn Hansen, Bjarne Weisnes og Líggjas Husgaard. Fremra rað f.v. Regin jespersen, Kristian Christiansen, Jørleif Næs, Ronald McIntosh, Jógvan Gregersen og Erling í Liða FRAM var saman við sjey øðr- um liðum í bólki A og gjørdist nr. 4. Í steypakappingini vunnu teir báðar teir innleiðandi dyst- irnar (4-0 á AB og 2-1 á SÍF) og komu í hálvfinaluna, har teir noyddust at lúta 2-4 fyri B68. Sostatt komu teir bara heilt heiðurliga burturúr fyrsta kapp- ingarárinum. Árið eftir, í 1976, vóru meist- aradeildin og meðaldeildin um- skipaðar til tríggjar deildir: 1., 2. og 3. deild. Í fyrstu deild í 1977 Góða úrslitið hjá FRAM í 1975 hevði við sær, at felagið fekk sætið í 2. deild. Úrslitið av fyrstu kappingini í hesi nýggju deildini var, at FRAM gjørdist vinnari og tryggjaði sær sostatt luttøku í bestu deildini í 1977. Men her gekst ikki so væl. Sum nummar 7 og aftasta lið við bert fýra stigum (trimum ímóti B36 og einum móti HB), noyddust teir ta tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina. Í 1977 luttók felagið fyrstu ferð í kappingini við meira enn einum liði. Tað var í 1. deild, 3. deild, smádreingjadeildini og piltadeildini. Hetta árið hevði felagið eisini ta fyrstu og higartil einastu vitjanina av einum út- lendskum liði. Tað var eitt úr- valslið av leikarum úr Bold- klubben 1903 (B 1903), sum spældu í Danmarkar- og Keyp- mannahavnarseriunum. Teir spældu tveir dystir á ferðini í sambandi við eina ólavsøkukapping, sum tey trý havnarfeløgini skipaðu fyri. FRAM tapti 1-0 fyri gestunum í innleiðandi dystinum. Í finaluni ólavsøkudag vann B1903 3-2 á HB. Eftir ólavsøku í 1977 fór FRAM á sína fyrstu og higartil einastu uttanlandsferð. Talan var um eina venjingarlegu í Noregi, har teir vóru gestir hjá Florvåg Idrettsforening á oynni Askøy í Bergensfjørðinum. Hóast ítróttarligu úrslitini á ferðini ikki vóru nakað av reypa av, eydnað- ist ferðin kortini sera væl. Í 1978 hevði felagið ikki færri enn fimm lið við í kappingini: 2. deild, 3. deild, dreingir, smá- dreingir og piltar. Í 1979 vóru teir umboðaðir í 2. deild, 3. deild og dreingjadeildini, í 1980 og í 1981: 2. deild, 4. deild og ung- lingar. Í 1982 og 1983: 2. deild og 4. deild (tvey lið), 1984: 2. deild, 4. deild, piltadeildini og smápiltadeildini, 1985: 2. deild, 5. deild, smádreingir, piltar og smápiltar. 1986 var eitt svárt ár 1986 var eitt svárt ár hjá felag- num. Hetta árið noyddist besta liði ta tungu leið niður í 3. deild. Hetta árið vóru teir eisini um- boðaðir í 5. deild, piltadeildini og smápiltadeildini. Í 1987 høvdu teir ongar smápiltar, ann- ars óbroytt. Í 1988 vóru teir bert við í vaksnamannadeildunum, 3., 4. og 5. deild. Í 1989 var eisini 5. deild burtur. Í 1990 megnaðu teir at flyta upp aftur í 2. deild. Hetta árið høvdu teir eisini eitt lið í 4. deild. Í 1991 vóru teir aftur í 3. og 4. deild. Í 1992 høvdu teir brádliga heldur onki lið í 3. deild, men bara í 4. og 5. deild umframt eitt smápiltalið. Í 1993 var FRAM bert umboðað í 4. deild og smá- piltar. Í 1994 byrjar felagið spakuliga at reisa seg aftur, eftir drúgvu tíðina niðri í aldudalinum. Hetta árið høvdu teir ikki færri enn seks lið við í kappingini! 4. deild, 5. deild, old boys, smá- dreingir, piltar og smápiltar. Somu lið eru eisini við í kapp- ingini í 1995. Í 1996 eru teir aftur í 3. deild umframt í 4. og 5. deild og old boys. Yngru deildirnar eru burt- ur. Sama skilið er í 1997. Í 1998 eru teir aftur niðri í 4. deild við teirra besta liðið og luttaka annars í 5. deild og old boys- kappingini. 1999 er svartasta árið higartil í søguni hjá FRAM. Hetta árið eru teir bert við í 5. deild og í kappingini fyri old boys. Felagið helt tó fram við at draga andan, og í 2000 eru teir aftur í 4. deild umframt í 5. deild og old boys.. Hetta er eisini galdandi fyri 2001, 2002 og 2003. Í 2004 er 1. liðið aftur at síggja í 3. deild umframt at eitt lið er í 4. deild. Soleiðis sær tað eisini út til komandi kappingarár. FRAM í framtíðini Í nevndini hjá FRAM í dag sita: Anfinn L. Hansen, formaður, Teitur Ellingsgaard, varaformað- ur, Bárður Mikkelsen, skrivari, Áki Mortensen, kassameistari, Tommy Jacobsen, nevndarlimur og Magnus Fuglø, tiltakslimur. Venjari hjá felagnum í ár er Kári Reynheim, sum eisini var venjari í 2003, tá felagið aftur tryggjaði sær sætið í 3. deild. Málið í ár er heilt greitt at vinna deildina og harvið sleppa upp aftur í næstbestu deildina. Somu- leiðis verður arbeitt við at fáa gongd á aftur ungdómsdeildina, sigur Anfinn L. Hansen, for- maður í FRAM. FRAM helt fyrstu ár síni til í felagshølunum hjá hondbólts- felagnum Kyndli í Gundadali, men hevur síðani fyrst í áttati- árunum havt síni egnu felagshús (millum fyrrv. HB- og B36- húsini, har Bridge-felagið og Miðstovnurin nú eru). Flyta til Hoyvíkar Felagið er í ferð við fyrireiking- unum til at flyta niðan í Hoyvík- ar. Hetta verður gjørt í ásannan- ini av, at býlingurin uppi í Hoy- vík, veksur alsamt og vildi tað verið ein sjálvfylgja, at Hoyvík hevur umboð í best umtóktu ítróttargrein í Føroyum so sum í heiminum, sigur Anfinn L. Han- sen, og so hevur býráðið gjørt eitt ítróttarøki har uppi, so tað er ein sjálvfylgja at útnyttað tann møguleikan, leggur Anfinn afturat. Felagið hevur í hesum sam- bandi heitt á mentamálanevndina hjá Tórshavnar býráð um at virka fyri, at øki verður lagt av til nýtt felagshús og vøll í framhaldandi útstykkingarætlanunum í Hoy- víkshaganum. Hesum hevur mentamálanevndin samtykt og hevur heitt á byggideildina um at finna hóskandi øki til endamálið. Økið ið bygginevndin hevur funnið, er í Dalinum Langa, ið gongur frá Hoyvíkar skúla og oman fyri Balslev. Við hesum framtíðarætlanum, sigur Anfinn L. Hansen, hevur felagið endiliga vónir um, at vera líkastillað við hini trý fótbólts- feløgini í kommununi - AB, B36 og HB. Nýggja nevndin - sum alment tók við eftir aðalfundin 28. jan- uar í ár - hevur síðani vetur, umvælt ymiskt í felagshúsinum, so Túgvan - sum leigar seg inn í FRAM-húsið og er ein úti- barnagarður hjá kommununi, fekk betur umstøður at virka í. Umklæðingarrúmini og vát- rúmið hava fingið ein umgang, so sum bóltarúmið er flutt, so húsið verður betur útnyttað. Logo eru eisini koyrd á húsið, so Framhald á næstu síðu