Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 55 - 19. mars 2005 Fótbóltsliðið hjá FRAM 2004. Aftara rað f.v.: Aftara rað f.v.: Jákup Petur Eliasen, Mortan Joensen, Gunnar Haraldsen, Høgni í Jákupsstovu, Rúni Juul, Vilhelm Hansen og Áki Mortensen. Fremra rað f.v.: Rógvi Højgaard, Anfinn Leivsson Hansen, Steingrímur Bláberg Funding, Danny Kruse, Sunnleif Jacobsen, Jógvan Samuelsen (Hegga), venjari, og Teitur Ellingsgaard. Stórleikatíðin hjá felagnum var í 70-unum Nevndin hjá FRAM í dag: Anfinn L. Hansen, formaður, Teitur Ellingsgaard, varaformaður, Bárður Mikkelsen, skrivari, Áki Mortensen, kassameistari, Tommy Jacobsen, nevndarlimur og Magnus Fuglø, tiltakslimur. Sonurin hjá Anfinni - Jónas, er eisini at síggja á myndini Framhald av síðu 37 felagshúsið er meira sjónligt. Í summar verða so húsini málað uttan, sigur Anfinn L. Hansen.. Eisini er avgjørt, at broyta um- støðurnar hjá 1. liðnum markant, so leikarnir fáa venjingarklæðir, t-shirts, handkløð v.m. tá teir koma til venjing og hetta verður vaskað fyri teir. Hetta skuldi ført við sær størri seriøsitet og vón- andi kann hetta "lokka" enn fleiri seriøsar góðar fótbólsleikarar til felagið. Eitt annað týdningarmikið mál nevndin hevur arbeitt nógv við í vetur, er at finna sponsorar til komandi kappingarár. Hetta hevur hildnast væl. 1. liðið hevur tríggjar spon- sorar á spælibúnunum til kom- andi kappingarár og vónandi verður tað ikki ein ov stór byrða at bera nú nevndin hevur sett sær so høg mál, sigur ein flennandi Anfinn Hansen. Anfinn leggur afturat, at 1. liðið fer eisini at hava eitt sett spælibúnar til úti-dystir. Liturin til teir spælibúnarnir er valdur út frá hvønn lit hini feløgini í Før- oyum ikki nýta, so her hevur lesarin - og mótstøðuliðini - nakað at gleðast til. Umframt hetta, hevur nevndin sett Kára Reynheim at venja 1. liðið og Ørv H. á Lað hevur ábyrgdina av 2. liðnum. Í sambandi við føðingardagin er sjálvt hátíðarhaldið flutt til juli mánað, og tá er ætlanin at hava eina framsýning á Torginum í SMS við FRAM-myndum, og vónandi kemur eisini ein single fløga út skjótt. Hóast andróðurin mangan hevur verið harður, hava tey fyrstu 30 árini av søgu felagsins víst, at knotur eru í Ítróttarfelag- num FRAM, og vit fara nú við góðum treysti undir tey næstu 30 árini, sigur Anfinn L. Hansen. Hann leggur afturat, at heið- urin fyri at felagið er til enn tann dag í dag, er ikki minst Álvi Danielsen at takka, sum við trúfesti og áhaldni hevur hildið lív í felagnum.