leygardagur 19. mars 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2005
39
Nú koma Petra aftur til Føroya.
Petra er rokkbólkur fram um
aðrar. Og sum kristin rokkbólkur
hava teir bara U2 og POD at
kappast við. Tá teir vóru í Føroy-
um í 1992, vóru teir longu
veteranar, men tá sum nú vóru
teir við í frontinum. Tá var Petra
eitt sera stórt navn. Ikki bara í
USA og Føroyum. Vit hava ikki
merkt so nógv til tað í Føroyum,
men í USA eru teir aftur eitt
stórt rokknavn. Nýggja fløgan
varð grammynominerað, og
mong halda hana vera millum
teirra bestu. Bob Hartmann
hevur ikki verið við á konsertum
seinastu mongu árini, men nú er
hann við aftur, og tað man gera
sítt til, at teir hava fingið vind í
seglini. Bob Hartman er Petra.
Bob Hartman stovnaði Petra.
Hann spælir gittar og skrivar
flestu sangirnar. Sum nakað
spildurnýtt er eingin keyboard-
spælari við, og tí hevur gittarin
ein annan og størri leiklut enn
fyrr. Bob Hartmann hevur hvørki
hárlongd ella vreiði til at vera
tann idéelli rokkarin, men hann
hevur so nógv annað. Hann er
ein av teimum, sum hava verið
við til at definera rokkgittaran,
soleiðis sum hann verður brúktur
í dag. Og hann hevur dugað
sjáldsomu blandingina at skriva
løg og tekstir á sera høgum støði.
Sangarin John Schlitt kom upp
í Petra í 1986, so hann hevði
verið við í seks ár, tá teir vóru
her seinast. John Schlitt var aftur
í Føroyum árið eftir, men tá var
tað solo. Tað var sannur Petra-
fepur í Føroyum tá, og tað var
minst líka nógv John Schlitt fyri
at takka sum Bob Hartman. Tað
letur til, at røddin hjá honum
gevur eitt serligt afturljóð í
føroyinginum.
Trummusláarin og bassisturin,
sum spæla við nú, vóru ikki við,
tá Petra vóru her seinast, men tað
verður nógv reypað um, hvussu
góðir teir eru. Teir eita Paul
Simmons og Greg Bailey. Rokk-
ur sum tann hjá Petra stendur og
fellur við rútmuseksjónini, hóast
fokus ofta er á gittara og sang.
Petra hava spælt konsertir í USA
í seinastuni, og allir fýra hava
fingið framúr ummæli.
Petra hava givið nógvar góðar
plátur út, síðan teir vóru her og
spældu dagin fyri lagnudagin
sætta oktobur 1992. Tá var
Unseen Power nýggj. Sangir sum
Who’s on the Lord’s Side og I
Need to Hear from You hava
fingið lív í bæði bein og hjørtu
kring um í Føroyum. Unglingar á
ungdómsmøti, fullir menn, fólk í
svintu á flakavirkinum týs-
morgnar. Petra spurdu ikki eftir,
áðrenn teir fóru inn í sálina og
mergin á føroyinginum.
Í hálvfemsunum kom ein
fagnaðarfløga út við Petrasang-
um, sum onnur spældu. Kendasti
bólkurin á tí fløguni er Sixpence,
sum spæla The Road to Zion.
Fløgan eitur Never Say Dinosaur.
Tá høvdu Petra aldur til at vera
sum dinosaurarnir: avgamlir og
útdeyðir. Men Petra hava
ongantíð verið gamlir, og teir
hava ongantíð verið deyðir. Tað
hava teir prógvað so ofta. Seinast
við fløguni Jekyll & Hyde.
Konsertferðin eitur Jekyll &
Hyde World Tour, so vit kunnu
rokna við at hoyra nakað av tí
fløguni. Men Petra hava nógvar
góðar sangir, sum teir vita, at vit
ynskja at hoyra. Creed, All The
King’s Horses, Back to the
Street, Not of This World. Og
hundrað aðrar.
Konsertin verður í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði 19. apríl.
Atgongumerkini, sum skjótt fara
til sølu, fara at kosta 200 krónur.
630 atgongumerki verða seld.
Petra spæla bara fýra konsertir í
Evropa á hesum sinni. At ein er í
Føroyum man vera tekin um at
teimum dámdi at vera her fyrru
ferð.
Petra í Føroyum í apríl
Amerikanski bólkurin Petra, sum var í Føroyum í 1992,
spælir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 19. apríl.